Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 10 Hvussu kennist tað at blíva pápi, tá ein kundi sitið í einum djúpum lenistó­li við ternutum inniskó­m og nærlisið heimsatlasið? Tíggju pápar tó­ku beinanvegin av einari innbjó­ðing til brunch á Hvonn ein vakran sunnumorgun til eitt prát um, hvussu tað er at fáa barn, tá ein er eldri enn før­ oyski miðalpápin. Tí eru 13 elskulig børn millum null og fimm ár farin í býin við pápunum í dag – í kjó­lum, frakkum, skjúrtum og onkur við bamsu undir arminum. Tey tykjast serstakliga væl nøgd at vera einsamøll við so nó­gvum glaðum vaksnum monnum í senn – heilt vist eisini ein sera sjáldsom hending í einum barnalívi anno 2008. Bara smíl og “fitti babba”, onki grenj ella plágarí – og bara ein einkult kukkublæa í nærum tríggjar tímar. Hó­purin leggur fyri við at fáa sær av leskiliga sjálvtøkuborði­ num, og sjálvandi er øll seancan merkt av kulum kaosi, tí børnini eru smá og vandarnir nó­gvir, við heitum íløtum og brøttum trappum. Undirritaða heldur tí eitt vakið eygað við tvey ára gomlu tvíburunum Elisabet og Sofíu, meðan pápin, Rasmus Magnus­ sen (48), fær teimum mat upp á tallerkin. Tá eg ringdi til hansara og bjó­ðaði honum og diddunum til brunch, ivaðist hann eina løtu, tí, sum hann segði: Tað fer ongantíð at ganga ­ tær eru ong­ antíð í friði. Men hann var kortini lættur at yvirtala. Skjó­tt eru tallerkarnir rokaðir við feitum enskum breakfasti, ella mannfó­lkamati. Bara ein hevur fingið sær eitt pinkalítið sindur av grønum úr leskiligu salatbarrini eisini. Men soleiðis skal tað vera: Egg og bacon, reyðir búffar við só­s, smáar pylsur og kaffi og djús í stríðum streymum. Og pitsapetti til børnini. Hvør aldur sína sjarmu Vit sessast, og í stilla sinni mín­ um hugsi eg, at tann sum skírdi bindiklubbar høsnagarðar at vera, hó­skandi kundi uppfunnið eitt líknandi heiti til gorrandi pápabó­lkin. Vit koma víða um, og niðurstøðan er, at hvør aldur hevur sína sjarmu, og sjálvandi hevur tað bæði sínar fyrimunir og vansar at gerast pápi, tá ið ein er so gamal. Fleiri av monnunum siga, at kropsliga er orkan ikki tann sama longur, men mentalt eru teir kló­kari, búnari og tolnari. Eisini er hugurin at ganga í býn­ um minkaður við árunum. Onkur viðgongur, at tað er rættiliga strævið við smábørnum, og at fjúsið er væl styttri nú enn fyrr. Ein fyrimunur er tað at vera væl etableraður í sambandi við bústað og arbeiði. Men millum teirra, sum hava upplivað at fáa ein eftirnølara og sum hava eldri systkin í húsinum, er semja um, at systkini eru ó­trúliga gó­ð at hava. Allir páparnir eru virknir á arbeiðsmarknaðinum og eiga fleiri børn ­ summir hava havt somu konu øll árini, meðan aðrir hava fleiri forhold í ryggsekkinum. So hvørt sum prátið gongur, gerst greitt, at nó­gvir hava ymiskt í felag, men tað hoyra vit um seinni. Eitt undurbarn Í øðrum horninum sita tveir kendir klaksvíkingar. ­ Eg og konan eiga trý børn: Tað fyrsta var eitt kærleiksbarn, tað næsta eitt ynskibarn og eftirnølarin eitt undurbarn. Øssur Winthereig (49) við soninum Jens, sum verður 1 ár í komandi viku Til Tað er altíð ein stór uppliv­ing at fáa eitt barn. Men tað er ein sonn kollv­elting at gerast pápi, tá man nærkast teimum fimmti. Hetta v­ar niðurstøðan hjá tíggju gomlum pápum, sum v­it bjóðaðu til brunch og pápaprát ein gulan sunnudag í apríl – v­ið børnum sjálv­andi