Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2008 Bjargingarbáturin Lív hevði sína fyrstu uppgávu á royndartúrinum, tá hann var úti í Nólsoy eftir eini kvinnu, sum hevði nógva pínu. Flutningurin gekk bæði skjótt og væl. Lív hevur børu umborð og kann gera slíkar uppgávur, um tørvur er á tí Mynd: Jens Kr. Vang Altíð mannaður Tað eru bjargingarfeløgini í Havn, Nólsoy og Kollafirði, sum eftir eini skipan koma at hava bátin liggjandi tøk­ an til uppgávur, og tað verð­ ur Jens Hansen, nevndar­ limur í Havnar Bjargingar­ felag, sum kemur at hava umsjónina við bátinum. ­ Lív kemur at liggja bæði í Havn, Kollafirði og Nólsoy, og fýra mans verða knýttir at bátinum í eini skiftisskipan, meðan fýra aðrir verða tøkir sum ”back­ up” menn, um onkrum skuldi borist frá, tá báturin verður kallaður til upp­ gávur. Edvard Kjeld sigur, at í minsta lagi ein skipari, ein navigatørur, ein maskin­ maður og ein bjargari verða knýttir at bátinum í senn. ­ Er talan um bráðfeingis sjúkraflutning, kann báturin fara avstað við tveimum monnum, skipara og mask­ inmanni. Soleiðis kann eis­ ini gevast pláss fyri tveim­ um portørum. Annars verð­ ur manningin lagað eftir uppgávuni, sigur hann. Nú er tað álvara Danska stjórnin er troytt av, at lond kring Norðpólin koma við meiri ella minni skemtiligum krøvum um rættindi til póløkið. Tí hava Per Stig Møller, uttaníkis­ ráðharri, og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, boðið uttanríkisráðharrunum í Noregi, Kanada, Russlandi og USA til Grønlands í næstu viku at tosa um málið. Per Stig Møller sigur við Ritzau, at londini kring pólin eiga at gera sær greitt, at rættindi til økið hava eisini skyldur við sær. Aleqa hevði kenning Grønlendska landsstýriskvinnan í fíggjar­ og uttanríkis­ málum, Aleqa Hammond, er meldað til løgregluna í Nuuk, tí hon sýtti fyri at rinda fyri ein hýruvogn, sum hon hevði leigað. Landsstýriskvinnan hevði verið í veitslu í sambandi við, at tingsetan hjá Landstinginum endaði. Har hevði hon drukkið í meira lagi, og tá hon leigaði ein hýruvogn at koyra seg til hús, sýtti hon fyri at gjalda. KNR sigur tó, at málið kemur ikki í rættin. - Alt arbeiði, sum vit gera, er ókeypis. Okkara limir fara frá húsi og heimi at hjálpa øðrum, tá boð eru eftir okkum, og tí vilja vit eisini tryggja okkum og teimum, vit veita hjálp, sum best. Ein kompensatión fyri okkara tænastu er, at limir sleppa ókeypis á skeið, sigur Edvard Kjeld, sum í mong ár hevur verið partur av bjargingarliðnum í Havn Bjarging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggi bjargingarbáturin Lív er 12 metrar langur og kemur soleiðis ikki undir serliga strong krøv hjá Skipaeftirlitinum. ­ Vit fingu at vita frá Skipaeftirlitinum, tá vit lótu bátin byggja, at báturin ikki er undir teirra eftirliti, men kortini gjørdu vit av at hava Skipaeftirlitið við í til­ rættaleggingini og allari byggingini. Tískil er bát­ urin, nú hann er komin higar til lands, eisini góðkendur. Tað sigur Edvard Kjeld, nevndarlimir í Havnar Bjargingarfelag, sum vegna bjargingarfeløgini er takksamur fyri væl­ vildina og samstarvið, sum verið hevur við Skipaeftirlitið. Undir byggingini hevði Edvard eftirlitið við tí maskintøkniliga, meðan Jens Hansen, sum eisini er í nevndini í Havnar Bjargingarfelag og hevur umsjónina við bátinum, í fyrsta lagi hevði ábyrgdina av tí nautiska. Edvard sigur, at alt arbeiði, sum bjargingar­ feløgini gera, er ókeypis, og soleiðis er eisini við umsjónini av bátinum. ­ Okkara limir fara frá húsi og heimi at hjálpa øðrum, tá boð eru eftir okkum, og tí vilja vit eisini tryggja okkum og teimum, vit veita hjálp, sum best. Ein kompensa­ tión fyri okkara tænastu er, at limir sleppa ókeypis á skeið. Hann sigur, at tað er eitt krav, sum bjargingar­ feløgini seta, at skiparin á Lív í minsta lagi hevur dugnaskaparroynd í sigl­ ing, og at motorpassarin í minsta lagi hevur havt skeið í motorlæru. Allir skulu hava verið á trygdarskeiði. ­ Hetta eru førleikakrøv, sum vit seta, og tí fáa teir, sum brúka tíð upp á hesar útbúgvingar og skeið­ virksemi, hesi ókeypis, sigur Edvard. Lív hevur tveir scania­ motorar, sum eru 500 hk. hvør. Hesir motorar eru sera væl dámdir og nógv brúktir umborð á bjarg­ ingarbátum av hesum slagi. ­ Lív er ógvuliga góður at arbeiða við. Báturin kann á sløttum sjógvi og ongum ráki sigla tvær míl um tíman eftir síðuni. Hann hevur eisini tað, sum rópt verður ”krasj­ stop”, sum merkir, at Lív við fullari ferð kann liggja stillur upp á næstan onga tíð – ella bert upp á longdina á bátinum sjálv­ um, sigur Edvard Kjeld. - Lív er ógvuliga góður at arbeiða við í sjónum. Hann kann sigla eftir síðuni og hevur eisini ”krasj-stop” sum ger, at hann kann liggja stillur eftir næstan ongari løtu, sigur Edvard Kjeld Mynd: Jens Kr. Vang Hugsa um trygdina