fríggjadagur 23. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 97 - 23. mai 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Tjóðveldi 60
Í hesum døgum eru liðin seksti ár, síðan Tjóðveldis-
flokkurin varð stovnaður. Flokkurin var eitt úrslit av
fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946, ið gav ein
lítlan meiriluta fyri loysing. Loysingin varð av ongum,
og vónsvikin loysingarsinnað fólk tóku seg saman
og stovnaðu nýggjan flokk við loysing á skránni.
Tjóðveldisflokkurin, sum flokkurin nevndist, helt
frá byrjan eina sterkt vinstrahalla kós umframt, at
loysingin var fremst á skránni. Flokkurin markeraði
seg frá fyrsta degi sterkt í føroyskum politikki.
Við Erlendi Patursson, sála, hevði flokkurin ein
framúrskarandi og vælútbúnan formann.
Fyrstu árini rak flokkurin ein politikk, ið fevndi um
eina kompromisleysa tjóðskaparkós. Men samstundis
rak flokkurin ein sterkt vinstrahallan og miðvísan
politikk í ávísum merkismálum. Lønar- og almannakor
fiskimanna, læknastríðið í Klaksvík, búskaparkreppan
í fimmtiárunum, sjómarksmálið og NATO málið
myndaðu góðan gróðrarbotn fyri einum slíkum
politikki.
Flokkurin vann undirtøku og stjórnarábyrgd undir
heimastýrislóg, sum í floksins eygum var og er
avynnubarnið í føroyskum politikki. Hann var soleiðis
við í sjálvstýrissamgonguni í 1963, vísti seg sum
stjórnardugnaligan og pragmatiskan. Nýggj ættarlið
komu til, meira pragmatikkur og aðalmálið tóktist
blána í sjónarringinum, men valdið fall væl, og
tómligt gjørdist vinstrumegin í politiska spektrinum.
Politikkur snýr seg nú einaferð um vald og valdið
at býta ágóðar samfelagsins. Í sjeytiárunum framdi
eitt nýtt ættarlið í Javnaðarflokki, Fólkaflokki og
Tjóðveldisflokki í eini óvanligari samgongu stórar
broytingar á týðandi samfelagsøkjum, og lutur
Tjóðveldisfloksins lá ikki eftir.
Eftir kreppuna í nýtiárunum sá nýggi formaðurin teir
tjóðskaparpolitisku møguleikar, sum kreppan bar í fangi.
Knappliga var fullveldið í eygsjón. Fullveldislandsstýrið
royndi úti sum heima nýggjar politiskar leiðir og loysnir
í tjóðskaparliga stríðnum. Men samgongan helt ikki.
Flokkurin misti stjórnarvald, og formaðurin fór miðvíst
undir at nútímansgera flokkin við nýggjum navni og
nýggjari skrá, sum niðurtónar loysingina hóskandi til
nýggja tíð. Við Høgna Hoydal hevur Tjóveldi fingið
ungan karismatiskan, dugnaligan og djarvan formann
– ein genialan kommunikator, sum sameinar tað
hugsjónarliga við tað pragmatiska. Hann hevur megnað
at savnað ung vælútbúgvin fólk rundan um seg, og
hetta er ein styrki fyri flokk og formann. Tjóðveldi
hevur prógvað sítt virði í føroyskum politikki, og brúk
er sjálvandi fyri flokkinum, ið aftur hevur stjórnarvald.
Hóast broyttur frá at standa á odda í stættarstríði
fiskimanna- og verkamanna í fimmtiárunum til at vera
forsprákari fyri liberalum marknaðarbúskapi í nýggju
øldini, stendur hann sterkur. Vit ynskja hjartaliga tilukku
og minna á, at teigar og útvarpsrás okkara enn sum
áður eru tøk í politiska orðaskiftinum og í samskiftinum
við Føroya fólk.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tað hevur undrað meg
nógv, at landsstýrið hevur
lagt Sandoyartunnilin
saman við Skálafjarðar
tunlinum, meðan møguleik
in at leggja hann saman við
verandi undirsjóvartunlum,
ikki so mikið sum verður
nevndur, sjálvt um tað átti
at verið ein sjálvfylgja. Hes
ir tunlar eru almenn ogn og
hava yvirskot í rakstrinum.
Teir kundu sostatt verið eitt
gott íkast til raksturin av
Sandoyartunlinum. Tí undr
ar tað meg, at landsstýrið
heldur fer eftir einum privat
um partafelag, sum onki
aktiv hevur. Harvið er ikki
sagt, at Skálafjarðartunnilin
ikki eisini eigur at vera í
felagnum, helst eigur hann
tað, tá samtykt verður at
fara undir at byggja hann.
Orsøkin til hesa løgnu
mannagongd er helst, at
landsstýrið má hava eina
grundgeving fyri at útseta
Sandoyartunnilin fyri at
sleppa í gongd við Skála
fjarðartunnilin beinanvegin.
Hví tað hevur so stóran
skund hjá landsstýrinum at
gera Skálafjarðartunnilin,
kann bert gitast um, men
fyri meg er tað púra ókilj
andi. Eysturoyggin er eitt
væl útbygt og vælvirkandi
øki við øllum hugsandi
tilboðum, bæði innan
handil, vinnu, mentan og
útbúgving. Eysturoyggin
hevur harumframt fast
samband bæði til Havnar,
Vágar og Norðoyggjar.
Tað sama kann tíverri
ikki sigast um Sandoynna.
Fólkatalið bara minkar og
fiskivinnan er í stórari
afturgongd (næstan út
deyð). Ongir møguleikar
eru fyri útbúgving ella
læruplássi, uttan at flytast
má av oynni. Miðnámsskúl
ar verða bygdir runt um í
landinum og stovnar fluttir
til útjaðaran, men Sand
oyggin fær ongan lut í hesi
tilgongd. Tann vónin, sum
var kveikt, tá Sandoyar
tunnilin varð samtyktur í
løgtinginum í heyst, sær nú
eisini út til at verða køvd.
So er spurningurin, hvat
liggur sum grund fyri at
raðfesta Skálafjarðar
tunnilin fram um Sand
oyartunnilin. Eysturoyggin
fær ikki skaða av at bíða
nøkur ár eftir tunlinum til
Havnar. Men fyri tær
ætlanir, sum skulu fremjast
í Hoyvíkshaganum, er
Skálafjarðartunnilin so
mikið avgerandi, at tann
ætlanin neyvan fer í gongd,
fyrr enn Skálafjarðartunnil
in er komin upp á pláss.
Um tað er so, at ætlanir
nar í Hoyvíkshaganum og
Skálafjarðartunnilin eru
knýttar hvør til annan, hví
letur man so ikki tað
privata eiga uppgávuna?
Uppgávan hjá løgting
inum er at skapa trivnað
fyri allar borgarar í landi
num. Fyri Sandoynna er
tunnilin ein avgerandi treyt
bæði fyri vinnulív, útbúgv
ing og mentan, og eigur at
fáa fyrsta prioritet. Eg
skilji ikki, at eitt øki, sum
frammanundan spruttar av
lívi, skal uppgraderast enn
meir, meðan Sandoyggin
verður slept upp á fjall.
Tað er skyldan hjá sam
gonguni, at syrgja fyri, at
fólk í Sandoynni fáa sama
møguleika til útbúgving og
aðrar ágóðar, sum allir
aðrir borgarar í landinum
hava í dag. Tað er meir
umráðandi beint nú, enn at
lívga um handilslívið í
høvuðsstaðnum.
So er spurningurin,
hvussu samgongan, sum
hevur „samhaldsfesti“ sum
skjaldramerki, fer at rað
festa. Eg trúgvi lítið uppá,
at fíggingin verður so nógv
dýrari, um Sandoyartunnil
in verður hin fyrri, sum
verður gjørdur, serliga, um
allir 4 tunlarnir verða lagd
ir í eitt felag og Skálafjarð
artunnilin fer óivað at
verða ein góð forrætning,
sjálvt um hann verður
útsettur 4 ár.
Hvat vigar meir hjá samhaldsføstu samgonguni,
handilslívið í Havn ella Sandoyggin?
RÚNI HENtzE
Eftir innbjóðing vóru um
leið 150 fólk úr Sandoynni
savnað í Ungmannafelags
húsinum í Skopun tann 20.
mei 2008 fyri at tosa um,
hvat vit kunnu gera fyri at
ávirka politisku myndug
leikarnar, so ætlaði undir
sjóartunnilin til Sandoynna
verður framdur sambært
løgtingssamtyktina um
sama.
Fundurin heitti á løg
tingsmenninar úr Sand
oynni um at standa fastir
við, at tunnilin skal byrja
skjótast og í hesum val
skeiðinum. Øll kendu seg
ótrygg, um málið verður
útsett til næsta valskeið, tí
helst fær ein samtykt um
tað somu lagnu, sum fyrra
samtyktin nú sær út til at
skula fáa. Ongin trygd er
fyri, hvat eitt nýtt løgting
kann semjast um!
Sandoyggjafólk liva í
vónini um, at hesin tunnil
gerst veruleiki, og hevur
hetta skapt eina týðiliga
optimismu um, at hóast
broyttu liviumstøðurnar í
landinum, so vildi hetta
samband geva møguleika
hjá bæði leikum og lærdum
at havt fastan bústað her,
fyri ikki at tala um
møguleikar hjá vinnulívi!
Okkum kunnugt hevur
ongin íløguætlan áður
fingið eina sovorðna nei
liga umtalu, hóast upp
hæddirnar hava verið stór
ar, men í hesum føri verður
hetta sett upp ímóti fólka
talinum, hóast vit rokna
hetta at vera eina íløgu í
føroyska samfelagið.
Vit vóna ikki, at henda
neiliga støða verður okkara
fyrsta roynd av, hvussu
skipanin við einum val
dømi fer at roynast, at
hjarta og sál hjá tingfólki
ikki er til staðar fyri øllum
landinum!
Tí vilja vit inniliga heita
á landsstýrið saman við
løgtinginum, at henda
tunnilsætlan verður framd
nú, og ikki útsett til næsta
valskeið.
Vegna
fyrireikingarbólkin:
Fríhild Winther
Arndis Nicolajsen
Mads A. Hansen
Elisabeth Leo
Eyðun Viderø
Fundarsamtykt