Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 12 til børnini. Nú er fokus fullkomi­ liga flutt til hetta lítla, sum krevur meg hundrað prosent, og arbeiðið hevur nógv minni týdning, sigur Øssur Winthereig. Í bakgrundini hoyra vit stólar skrambla, og ein pápi fer út við soninum undir arminum og einum posa í hondini. ­ Nú hendi tað, sum ikki mátti henda, sigur hann flennandi. Rák ella smitta Við eitt borð sita Tróndur Djur­ huus (49), sum er sjálvstøðugur vinnurekandi, og javnaldrin Mortan Carlsen, búskapar­ frøðingur, við ávikavist Sólju, 4 ár, og Magnusi, 2 ár. Spurdir, hvat teir tosa um, svara teir: Vinnu­ lív og bankavirksemi! Men teir lata seg kortini avbróta, fyri at fortelja, at teir gingu í studenta­ skúlaflokki saman. Eisini avdúka teir, at heilir fýra av monnunum, sum eg havi bjóðað til brunch, gingu í hesum sama flokki, onkur eisini í barnaskúlanum: umframt teir báðir, Øssur Winthereig og Ingi Vestergaard. ­ Ja, eg haldi at tað smittar at fáa børn gamal, sigur Mortan, meðan Tróndur skemtandi leggur afturat, at teir helst hava ein serligan tørv á at vera ungdóm­ ligir. Kanska er tað veruliga so, at tað smittar. Løgið er tað í øllum førum eisini, at bæði Ivan, Øssur, Ólavur og Tróndur arbeiða ella hava arbeitt í sjónvarpinum, og at vinmenninir Rani og Steintór skuldu gerast pápar í senn. Bæði klókari og býttari Onkuntíð verður sagt, at man verð­ ur býttari við árunum. Men hesum taka páparnir ikki undir við. Trónd­ ur Djurhuus sigur soleiðis: – Tvørturímóti. Eg eri nógv klók­ ari nú og havi eina barlast, sum ger meg bæði róligari og meira í javnvág. Mentalt eri eg betri brynjaður, men kropsliga er man kanska ikki so væl fyri longur. So tað er avgjørt stimbrandi hjá mær at hava smá børn, eisini tí tað forðar mær í at stagnera, sigur hann. Nú kemur ein risastór hvít kanin yvir til okkara. Hon bjóðar børnunum ís, og sum vera man reagera tey ymiskt upp á hesa stóru bamsuna; nøkur verða so findarglað, at tey spontant reisa seg upp á stólin at standa, meðan tey klappa í smáu hondunum. Onk­ ur finnur sær ein tryggan vaksna­ rygg at kaga undan, meðan onnur krógva seg í einum sterkum og fjálgum pápafavni. Men øllum dámar ís. Hetta sannar Ivan Niclasen (47), sum er programmleiðari hjá Kring­ varpinum. Hann hevur skorað seg inn á bonkin við tveimum smáum børnum: Eitt ára gomlu Bjørk á fanginum og undir liðini sonurin Georg, sum er 3 ár. Tey bæði smáu sita nú so hugagóð og svansa við hvør sínum ísi. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí hann er í einum litføgrum røri við einum pinni sum skal snarast, skal nakað koma úr. So, meðan vit práta, roynir Ivan sum frægast at hjálpa til ­ og tað er ikki lætt at jonglera millum tvey so smá børn í senn (heldur ikki hjá kvinnum!). ­ Eg haldi, at man verður bæði býttari og klókari við árunum. Tað er fantastiskt at vera pápi, men eg eri bæði óróligari og róligari í senn. Havi livað eitt ávíst lív í nógv ár, og havi ikki tørv á at ganga úti og mala. Men samstundis hugsi eg nógv meira um framtíðina og alt tað, sum kann ganga galið. So fokus skiftir totalt, og man finnur eina nýggja javnvág, sigur Ivan. Í tí hann greiðir frá, at hann eisini er meira nærverandi, og at tað er sum at sleppa við á eina spennandi ferð at fylgja børnunum, brotnar ljósareyði ísurin hjá Georg, og eitt stórt petti dettur niður undir borð­ ið. So knappliga hevur gamli ikki tíð at tosa meir, tí hann stríðist við at fáa ísin uppaftur. Og áðr­ enn vit vita av, er alt tann beri ísur: borðið, klæðini, andlitini, og ein stórur blettur á ermuni hjá pápanum. Men tað finnur hann nokk sjálvur útav, tá tey koma heim. Við eitt annað borð hevur pápin tikið sakina í egnar hendur: Har sleppur lítli slett ikki at halda ísinum – málrættað matar pápin honum við einari teskeið og turkar honum væl um munnin við serviettinum aftan á hvønn smakk. Soleiðis eru vit so ymisk – eisini pápar. Men vit lata orðið yvir til Mort­ an Carlsen aftur, tí hann heldur seg vera nógv tolnari við lítla Magnusi, enn hann var við vaks­ na soninum. ­ Eg eri nógv meira tilvitaður og ansin og dugi betri at virðismeta tað heila nú. Eisini gera umstøð­ urnar tað sum heild lættari at brúka meira tíð upp á lítla, sigur Mortan, sum er ein av teimum hepnu, sum hevur ein vaksnan son heima enn. ­ Hetta hevur verið nakað av tí stuttligasta við at fáa smáfólk aftur: Hóast tað eru nærum 20 ár ímillum teir, er tað fantastiskt at síggja, hvussu góðir teir eru, sigur hann. Omanfyri okkum hendir okkurt. Jú, tveir mans skifta visitkort, og í oyrasniglinum haldi eg meg hoyri teir tosa um ein fund í Norður­ landaráðnum (sic!). Allir eldast ­ Man er ikki fyrre, fed og færdig, men fyrre, fed og frodig, tekur Ingi Vestergaard (49 ár) og menn­ ingarleiðari skemtandi til. Hann er pápi 3 ára gomlu Astrid. Ingi heldur tað vera nógv fleiri fyrimun­ ir enn vansar við at fáa barn so seint. Hann greiðir frá, at tá tey fluttu heim til Føroyar við børnum fyrst í nítiárunum, høvdu tey úr at gera við at etablera seg. ­ Øll tíðin fór við at finna okkum til rættis á bústaðarmarknaðinum og á nýggju arbeiðsplássunum. Í dag er alt hetta komið upp á pláss, so vit hava góða tíð til at njóta didduna, sigur hann. Eisini heldur hann tað vera ein stóran fyrimun, at kunna dúva uppá royndirnar við hinum børnunum. Eitt nú at sleppa undan at koma í støður, har sinnið fer avstað við - Man er ikki fyrre, fed og færdig, men fyrre, fed og frodig. Ingi Vestergaard, 49 ár - Síðstu fimm árini havi eg verið innskrivaður í hin skrappasta og mest fokuseraða skúlan, eg nakrantíð havi gingið í. Rani Nolsøe, 48 ár Rana Nolsøe (48) og Julia, 5 ár Tróndur Djurhuus (49) við Sólju, 4 ár Kári á Presttrøðni (50) við Mary, 4 ár og lítla Kára, 2 ár Mortan Carlsen (49) og Magnus, 2 ár