fríggjadagur 23. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 23. mai 2008
13
viðmerkingar
Nevndin í Sandoyar Tjóð
veldisfelag hevur í skrivi
til Tjóðveldi, mælt øllum
liðum í flokkinum at
standa við, og virða givin
lyftir um Sandoyartunnilin
Tjóðveldi hevur altíð verið
flokkur, sum tekur støði í
at allir føroyingar eiga
rættin til landið, og harvið
rættin til eitt javnt
tænastustøði, hjá øllum
borgarum landsins. Sam
stundis er tað eitt stórt brot
á rættartrygdina í einum
upplýstum samfelag, at
skrykkja vónir og vantanir,
samtyktar í lóg, undan
einum av veikastu fólka
bólkunum í landinum,
Sandoyingum og Suðuroy
ingum. Ein støða sum ikki
vekir virðing fyri, og álit á
politisku skipan landsins.
Sandoyar Tjóðveldisfelag
ásannar týdningin av
økismenningini, og sær
samanbindingina av
landinum við vegum,
tunnlum og brúm, sum ein
tann týdningarmesta táttin
í royndini at vekja lív kring
landið, og harvið vaksa um
samhaldsføstu tjóðina
Føroyar. Henda menning
byrjaði fyri nógvum árum
síðani, og hevur verið
fortreytin fyri framburði í
Føroyum. Eingin orsøk er
til at seta suðurpartin av
landinum eftir, nú vunnu
rættindini hjá fjøldini
norðanfjørðs, skulu gerast
veruleiki hjá føroyingum
sunnanfjørðs.
Sandoyar Tjóðveldisfelag
metir svart/hvíta kjakið um
bleyt og hørð virðir, seta
partar av fólkinum upp
móti hvørjum og fremur
hettar ikki søk føroyinga í
tjóðskaparstríðnum.
Sum fyrsti flokkur setti
Tjóðveldi Sandoyartunnilin
í valskránna. Hetta var til
løgtingsvalið í 2004.
Sandoyar Tjóðveldisfelag
heitir tí staðiliga á leiðslu
flokksins, landsstýris
kvinnur og , menn, ting
kvinnur og , menn, um at
finna góða samstarvs
andan, og virða løgtings
lógina sum tryggjar Sand
oynni og Suðuroynni, javn
bjóðis rætt til føðilandið
Føroyar.
Við samhaldsfastari
kvøðu
Mæla Tjóðveldinum til at standa við givin lyftir um Sandoyartunnilin!
Forkvinna Sandoyar
Tjóðveldisfelag
Meiken
krabenhøft
3. partur
Tað má verða áhugavert
hjá føroyskum pensionist
um og øðrum at fáa at
vita, hví stýrið fyri Arbei
ðsmarknaðareftirlønargru
nnin (Samhaldsfasta) ikki
betalur út til pensiónistar,
tað sum verður goldið inn
í grunnin. Sum nevnt í
míni fyrstu grein um
Samhaldsfasta, so varð
útgangsstøðið, at 95% av
tí, ið kom inn í grunnin,
skuldi gjaldast út aftur.
Seinni varð lógin broytt
so einki prosenttal fyri
útgjald var nevnt í lógini.
Av eini ella aðrari
orsøk hevur stýrið fyri
grunnin avgjørt, at í 2007
einans skulu gjaldast
62% av tí, sum inngoldið
verður útaftur til pensión
istar, sostætt fær hvør
pensiónistur uml. 1.000
kr. ov lítið um mánaðin.
Áhugavert hevði verið
at fingið at vita frá tí
tigandi stýrinum, um
hesin mín pástandur er
skeivur.
Stýrið hevur sum eg
skilji tað, eftirhildið góðar
500 mió kr., sum man
ætlar at gjaldað út um eini
2025 ár.
Helst sær stýrisformað
urin seg sjálvan sum ein
Onkel Joakim, sitandi í
einum peningatanga, hvar
milliónirnar vaksa honum
upp um oyruni. Tá fyrsta
milliardin er samlað inn,
fer stýrið helst at finna
uppá, hvat man skal
brúka pengarnar til.
Helst verður tað tá ov
trongt í Landsbankanum
(sum nú umsitur Sam
haldsfasta), og so verður
neyðugt at byggja ein
umsitingarbygning, fyri
tað sum annars skuldi fari
til pensiónistarnar.
Als er væl eitt gott
dømi um, hvussu tað
kann ganga. Øll hava
goldið við góðum huga
til Als fyri at hava nakað
at standa ímóti við. Nú er
so val í grunninum, at
Als ætlar at byggja ein
luksusbygning fyri at
húsa sær sjálvum.
Umsitingarútreiðslurnar
vaksa jú so hvørt sum
arbeiðsloysið minkar.
Aftur til Samhaldsfasta
Tað kundi tað verið
áhugavert at spurt onkran
í stýrinum, um man
heldur, at tey sum bara
hava fólkapensiónina at
líta á fáa nokk?
Í øðrum lagi eru olju
prísirnir ikki enn nóg
høgir til, at man heldur at
pensiónistarnir hava brúk
fyri teimum 1.000 kr.
meira um mánaðin?
Eg haldi tað verða ergri
ligt, at tað sum skuldi
verða ein góð ætlan, sum
hevur kravt nógva polit
iska togan, skuldi enda í
einum pamparaveldið.
Friðarligt rán, ella?
henrik Old
Fremsta uppgávan hjá IRF
er at virka fyri at burtur
kast og annað órudd í lima
kommununum verður beint
burtur á ein skilagóðan
hátt, og at umhvørvið verð
ur vart sambært lógum og
forskriftum. Ein partur av
hesi uppgávu er at syrgja
fyri, at sum mest fæst
burturúr tilfeinginum, sum
ruskið í veruleikanum er.
Fortreytirnar fyri verandi
bygnaði vóru kannaðar í
áttatiárunum, og úrslitið av
tí arbeiðinum eru tær báðar
brennistøðirnar sum seinastu
20 árini hava brent alt rusk í
Føroyum. Tað kann hugsast
at fortreytirnar eru broyttar
og at nýggjar fortreytir skulu
leggjast til grund, tá mun
andi útbygging skal gerast
um eini 10 ár.
Bæði IRF og KOB
framleiða ídag umleið 34
MW av fjarhita, og hava
nakað av eyka fjarhita sum
ikki verður gagnnýttir;
men hvørgin brennistøðin
framleiðir elorku. Tað er
ikki serliga lønsamt at
framleiða elorku við smá
um brennistøðum, lønandi
framleiðsla fæst tá støddin
á brennistøðini kemur upp
í umleið 3 ferðir tað sum
verandi brennistøðir megna
at framleiða, t.v.s. umleið 8
tons/tíma.
Vit kunnu sjálvsagt
halda fram sum nú, og bert
gagnnýta ein lítlan part av
orkuni, og lata restina fara
‘upp í royk’. Ein annar
møguleiki kundi verið at
kanna hvørjar leiðir eru
gongdar um vit hugsa
okkum at til ber at fáa meir
burturúr ruskinum. Fyrsta
fortreytin – harra
borgarstjóri er at vit øll
eru opin fyri at hugsa
øðrvísi og síggja avbjóð
ingarnar sum møguleikar.
Samferðslukervið er mun
andi útbygt seinnu árini, og
verður framhaldandi út
bygt. Tað kann hugsast at
hetta er við til at broyta
fortreytirnar fyri skilagóð
ari handfaring av ruski í
Føroyum.
Samstarvið millum
limakommunurnar í IRF er
gott dømi um at til ber at
náa langt við góðum
samstarvi. Tá júst samtykta
íløgan í brennistøðina á
Hagaleiti er gjøgnumførd
um eitt ár, verður mett at
brenniorkan er nøktandi
komandi 1012 árini, tá er
vakstrar framskrivingin
sett til 3% árliga.
Tað ber ikki til at vaksa
verandi ovnar hjá IRF og
KOB meira uttan at gera
heilt nýggjar brennistøðir,
sostatt skal ein munandi
útbygging gerast um eini
10 ár – t.v.s. 2018. Tá
henda er gjørd, kann ikki
væntast at aktuelt er at
umrøða møguligar
bygnaðarbroytingar aftur
fyrr enn í fyrsta lagi um
eini 40 ár. Tí er rætt at gera
nakrar meira grundleggj
andi ætlanir nú, soleiðis at
røtt avgerð verður tikin um
eini 5 ár, tá støða skal
takast til nýggjar íløgur
bæði hjá Tórshavnar
kommunu og IRF.
Fyrsta fortreyt, fyri
einum møguliga breiðari
samstarvi enn tað núver
andi, er at Tórshavnar
Kommuna kemur við í
samstarvið við hinar
kommunurnar í Føroyum.
Tá ber til at gera eina eind,
har fyrimunirnir eru:
Burðardyggari gagn
nýtsla úr ruskinum, t.v.s.
bíligari og betur fyri
umhvørvið og allar
borgarar í Føroyum.
Ein eykavinningur við
eini slíkari verkætlan er, at
munandi mongdir av
ravmagni kunnu framleið
ast burtur úr ruskinum, og
harvið verður hetta eitt
íkast til samfelagsbúskapin
og umhvørvisvernd. Sam
bært grein hjá www.
jardfeingi.fo eru fyrimun
irnir við eini stórari brenni
støð har elorka og fjarhiti
verða gagnnýtt at: olju
nýtslan í Føroyum minkar
eini 9.000 tons, CO2
útlátið minkar eini 25.000
tons árliga. Elframleiðslan
kann vera á hædd við eini
10 vindmyllur á stødd við
tær á Mýrunum.
Tey sum keypa fjarhitan
og streymin skulu sjálvsagt
gjalda marknaðarprís fyri
orkuna. Tað er vanligt
aðrastaðni, at búsetingar og
virki í einum øki, sum fær
fjarhita hava skyldu at
keypa fjarhita sambært
byggisamtyktini í økinum.
Í Danmark er vanligt at
brennistøðir hava umleið
3040% av inntøkunum frá
sølu av fjarhita og rav
magni. Sostatt verða tað
allir borgarar í Føroyum,
sum fyrst og fremst fáa
ágóðan av tí at inntøkan
kemur interkommunala
felagsskapinum tilgóðar,
og harvið ein bíligari
skipan samanlagt.
Staðseting
Staðsetingin av eini fram
tíðar brennistøð eigur
einans at vera avgjørd av,
hvar samanlagdi fíggjarligi
fyrimunurin er størstur.
Fyri at svara hesum spurn
inginum er neyðugt at gera
eina umfatandi kanning av
fleiri viðurskiftum, m.a.
hvar best slepst av við fjar
hitan og streymin og hvar
bíligasta innsavningarskip
an fæst. Harumframt er
neyðugt at hyggja eftir
teimum íløgum, sum longu
eru gjørdar á Hagaleiti og
Sandvíkahjalla, og øðrum
viðurskiftum, sum møgu
liga ikki eru komin fram.
Samanumtikið kann sigast
at rættast er at ein óvilduga
kanning av samanløgdu
fyrimununum og vansun
um eiga at avgera stað
setingin. Ídag kann stað
festast, at útlitini frá brenni
støðunum eru ikki nakar
vandi fyri nærumhvørvið.
Við IRF á odda megnar
føroyska samfelagið á ein
burðardyggan hátt at hand
fara ta alsamt vaksandi
nøgdina av burturkasti. IRF
tryggjar eisini, at einki øki í
landinum verður forsømt, tá
ið talan er um innsavning
og flutning av burturkasti í
Føroyum. Eitthvørt modern
að samfelag er treytað av
eini effektivari burturbein
ingarskipan. Samstundis
áliggur tað okkum at skipa
so fyri, at so nógv av burtur
kastinum sum gjørligt kann
endurnýtast.
Umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg
handfaring av burturkasti
nevndarformaður IRF
regin
JacObsen
Táið Norðurlandahúsið lat
upp á sinni, var eg við tann
fyrsta dagin. Var so spent
at síggja húsið og frætta
okkurt um, hvat ætlanin
var at gera har. Tað var ein
stór løta. Og síðan tá havi
eg ofta vitjað niðan til
ymisk tiltøk. Eitt frálíkt
hús, sum avgjørt hevur
stuðlað føroyskari mentan.
Tað gleddi meg, at
Kringvarpið fór at senda
beinleiðis frá hátíðarhald
inum. Harvið fingu vit jú
kensluna av, at hetta eiga
vit øll lut í. Tøkk skal
Kringvarpið eiga fyri tað.
Ikki sørt tú rætti teg upp,
tá okkara sniðgevar vístu
okkum, hvat tær duga. Tað
var stuttligt at síggja, og
flott eisini. Bundnu troyggj
urnar vóru sera vakrar.
Síðan komu ymsu tætt
irnir hvør eftir øðrum:
føroyskur barnadansur,
solodansur, føroyskur tón
leikur, sangur o.s.fr.
Fjølbroytt og gott. Stuttligt
at síggja filmklippini úr
søgu Norðurlandahúsins.
Tú eins og fleyg ígjøgnum
hesi 25 árini. Tað var væl
samansett.
Og vit fingu ordiliga at
síggja, hvussu væl stóra
ljósútgerðin riggar, tá
dugnaligar hendur standa
fyri. Sjónvarpið vísti eisini,
hvat tey megna. Vit fingu
allan pallin við, bæði
nærmyndir og í fjarstøðu.
Frálíkt.
Eg frøddist um løtuna og
var so væl nøgd við alt, tá
vertirnir søgðu farvæl og
takkaðu fyri seg. Men tá
kom eitt uppískoyti, sum
spilti kvøldið. Tað var á so
lágum støði, at hatta var
betur ógjørt. Spell, at
fyrireikararnir valdu ein so
slíkan enda á einum annars
frálíkum kvøldi.
Og nú frættist, at stórt
barnatiltak verður í Havn í
juli við ymsum undirhaldi.
Ein av teim, sum stendur
fyri hesum tiltaki, er júst ein
partur av uppískoytinum,
sum endaði kvøldið í Norð
urlandahúsinum. Hvat stend
ur so børnunum í boði?
Við tøkk fyri upptøkuna.
Um 25 árahaldið í Norðurlandahúsinum o.a.
Klaksvík
alMa
bJartalíð