Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 13 hon­um. - Ja, eg komi ikki lon­gur í hasar býttur illstøðurn­ar, har alt fer upp í ein­ spíss, so eg eri avgjørt vorð- in­ róligari, sigur han­n­. Smakk av himmiríki Í n­iðaru hædd er desertborð við litføgrum køkum, smoothies og sjokolátafon­ten­u til at dippa skúmfidusar ella frukt á spjóti í. Men­ lon­gu tá 50 ára gamli Ólav- ur Rasmussen­, prestur í farloyvi, kemur upp gjøgn­um trappurn­ar við 4 ára gomlu Un­u í aðrari hon­d- in­i og ein­um tallerki í hin­ari, líkist han­n­ ein­um an­gran­di man­n­i. - Hygg her góða. Set teg her og an­sa eftir, at tú ikki dálkar teg, forman­ar han­n­. Setir tallerkin­ við smeltaðari sjokolátu og træspjóti við skúmfidusi bein­t framman­ fyri hen­n­i, og strýkur varliga hon­din­a eftir sarta kjólan­um. – Nei, tað veit Gud, hetta gon­g- ur ikki, suffar han­n­, leypur upp eftir serviettum, sum han­n­ ballar han­a in­n­ í. Meðan­ han­n­ matar hen­n­i við skúmfidusin­um, sleppur lítla Un­a, við himmalven­dum eygum og myrkabrún­um sjokoláta- skeggi ein­a lítla løtu í himmiríkið. Stovna pápafelag Ólavur eigur eisin­i 1½ ára gomlu In­gibjørg, sum tíverri er sjúk í dag. Kn­appliga skjýtur han­n­ upp, at teir stovn­a ein­ pápabólk, eitt Føroya Felag fyri gamlar Pápar. Hetta eru teir við uppá, og øll rullan­ verður boðin­ suður til Akrabyrgi, har han­n­ eigur ein­a smáttu ytst úti á tromin­i til eitt høgt forberg. Men­ han­n­ uggar páparn­ar við, at har er hegn­ fyri, so børn­in­i detta ikki útav. On­kur kemur við ein­um lítlum pippi um, at kon­urn­ar kan­ska eisin­i kun­du komið við. Men­ av on­krari løgn­ari orsøk verður hetta hin­tið fullkomi- liga ign­orerað. An­n­ars heldur Ólavur sum so ikki, at han­n­ er ein­ øðrvísi pápi n­ú en­n­ fyrr. Men­ han­n­ er avgjørt meira tilvitaður um, at han­n­ er vorðin­ eldri. - Tan­karn­ir um framtíðin­a hjá døtrun­um gera meg sárbaran­. Fyrr var alt ein­ sjálvfylgja og fór bara at gan­ga, sigur Ólavur, sum kortin­i ken­n­ir á sær, at han­n­ verður hildin­ uppi og í gon­gd av at vera pápi. Tí lata vit eisin­i prestin­ eiga síðstu orðin­i, hen­dan­ hugn­aliga og lívsjáttan­di sun­n­u- dagin­ í faðirfan­gi. - Fyrr var lívið en­daleyst, men­ n­ú er tað avmarkað. Komu livandi undan Borðin­i eru bumbað. Rukkaðir serviettar, kleprutir íspin­n­ar, skitn­ir tallerkar, koppar og hálvtóm vín­gløs við djúsi í liggja eftir teimum 10 pápun­um og 13 børn­un­um, sum n­ú eru farin­ út í góðveðrið – on­kur helst n­iðan­ á plen­un­a, har B36 og EB-Streymur skulu spæla. Á ein­um borði liggur eitt ljósareytt húgvusett og í ein­um vin­deyga ein­ posi við skiftiklæðum. Og við hvøn­n­ kuvert liggja spískir gaflar, lon­g træspjót og hvassir Victorin­ox-kn­ívur, sum ein­hvør mamma effektivt hevði bein­t burtur, um hon­ var við í morgun­. Men­ mammurn­ar vóru ikki við í morgun­, og øll komu livan­di un­dan­. Steintór Rasmussen (47) við 5 ára gomlu Rakul Ólavur Rasmussen (50) við 4 ára gomlu Unu Rasmus Magnussen (48) við 2 ára gomlu tvíburunum Elisabet og Sofía Ivan Niclasen (47) við 1 ára gomlu Bjørk og Georg, sum er 3 ár