Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 97 - 23. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað verður hervið kunngjørt, at okkara kæri Jaspur Stanley Larsen á Oyrabakka andaðist týskvøldið á Landssjúkrahúsinum 78 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið kl 18. Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju leygardagin kl. 14. Fyri tey avvarðandi Andrea, Mary, Anna, Jónhild og Hans Pauli Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunna í staðin lata eina peningagávu til Leguhúsið í Nesvík, konta í peningastovnunum Hendan konfirmatiónsmyndin er helst frá 1919. Vit vita nøvnini á nøkrum konfirmantur, men nøkur nøvn mangla. Aftarar rað f.v.: 1. Hertha Sofía Egholm (g. Mohr), 2. ókend, 3. Anna Johansen á Lag, 4. Anna Heinesen, Klaksvík, 5. ókend og 6. ókend. Fremra rað f.v.: 1. ókendur, 2. ókendur, 3. Absalon Joensen, prestur, 4. Jákup Samson, Klaksvík og 5. ókendur. Um onkur veit nøvnini á teimum, sum vit eftirlýsa, er viðkomandi væl­ komin at ringja til Birgar Johannessen tlf. 214647 ella 314647. Kennir onkur nøvnini? Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, maki, vermamma, omma og systir Vilborg Vestergaard andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkið á medisinsku deild, fyri umsorgan og hjálp. Ein serstøk heilsan til tykkum á B6 fyri avbera góðar umstøður á palliativu eindini. Tøkk til hjálparfólk í kapellinum, Hera prest, fyri vælvald og troystarrík orð, til sangarar, kirkjutænarar og Mariu Andersen fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk fyri vakrar blómur, tær mongu heiulsanir og gávur til Eldrasambýlið í Hvalba. Eina stóra tøkk til tykkum á Skúlaheiminum, sum hjálptu okkum við ervinum og til øll tykkum, ið bakaðu til ervið. Tøkk til tykkum, ið skrivaðu vøkur minningarorð. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Vilborg til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Helena og Steinbjørn Føðingar 4. mai fingu Bergtóra og Dávid Rasmussen, Skála, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3450 gr. 8. mai fingu Elin Katrina Jacobsen og Høgni S. Højgaard, Aarhus, ein son. Hann viga›i 3650 gr. og var 53 cm langur. 13. mai fingu Signhild og Símun Erik Johannesen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigði 4490 gr. 17. mai fingu Herdis Ludvig og Jóhan J. Lamhauge, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3100 gr. 19. mai fingu Beinta Gaard og Tróndur Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr. Sunnudagin 18. mai fingu Dorthe og Høgni Dalsgaard, Amager, ein son, sum vigaði 3520 g, og var 52 cm langur. 80 ára føðingardagur 26. mai 2008 fyllir Vagnur Dam, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Brúdleyp ­ Leygardagin 24. mai kl. 16.00 giftast í Hovs kirkju, Majken Petersen úr Hovi og Danjal Sørensen úr Trongisvági. Veitslan verður í skúlahøllini í Trongisvági kl. 19.00 fyri innbodnum. Mánadagin 26. mai kl. 15.00 giftast í Sýsluskrivstovuni í Keflavík, Noreidis Cecilia Bolivar, Arcier í Barranquilla, Columbia og Dan Knudsen, Glyvrar. Adr. Framnesvegur 12, 230 Keflavík. Mikudagin kom­ andi, tann 28. mai, fyllir Mar­ gretha Egholm í Havn 105. Hon býr á Láargarði, og har skipa tey fyri móttøku millum kl 15 og 17 hendan stóra føðingardagin. Hetta er fyrstu ferð, at nakar fyllir 105 ár í Havn – í øllum førum í nýggjari tíð. Tveir aðrir føroyingar hava í nýggj­ ar tíð fylt 105 ár: Drikka á Fløtti við Gjógv og Johannes Tauser, sum búði í Danmark og sum doyði í fjør. Mar­ gretha Egholm er ættað úr Miðvági og var gift við Petur Egholm í Havn. Børnini eru Jens Petur Egholm og Hanna við Á. Óli Jacobsen hevur skrivað eina heiðurs­ grein um Margrethu, sum verður prentað í Sosialinum mánadagin. Margreta Egholm fyllir 105 mikudagin