Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 14 Skótarnir, sum eru við til árligu patrulju­ kappingina, sleppa at royna bæði eitt og annað Um Hvítusunnina var LPK á skótadeplinum á Selatrað. LPK, ið stendur fyri “Lands Patrúlju Kapping”, er ein árlig stór kapping hjá skótunum í Føroyum. Í ár vóru skótar við í aldursbólkinum 5. til 10. skúlaflokk. Legan strekkir seg frá fríggjakvøld til mánadag. Tá mann er komin á eina slíka legu er ikki at sita hendur í favn, tí alla tíðina er okkurt at gera, bæði hjá skótum og leiðarum. Fyri leiðaranna viðkomandi skal alt fyrireikast væl, og hjá skótunum snýr tað seg fyrst og fremst um at liggja fremst, men sjálvandi eisini um at hava tað stuttligt og njóta samanhaldið við hinar skótarnar. Tá skótarnir komu til Selatraðar fríggjakvøldið, vóru patrúljurnar fyrst deildar út á teirra legu­ øki. Tí ein skótalega sum LPK’­ in fyrigongur seg uttandura. Skótarnir fóru at seta tjøld upp og finna sær til rættis. Seinni um kvøldið var nátturði og legubál. Síðani fóru øll eftir høvdinum í song, tí leygardagurin skuldi verða ein strævin dagur. Postarenning og náttarvenjing Leygarmorgunin kl. 07.00 vóru øll so purrað út aftur. Á skránni var morgunmatur og uppbygging av leguøki. Hvør patrúlja fekk nakrar raftir at byggja við. Skjótt vóru bæði køkar, portur, turkistativ og annað bygt. Hetta høvdu tey tó ikki so langa tíð til, tí skráin fyri restina av degnum skuldi fara fram uppi í haganum sum ein postarenning. Skótarnir fóru tí niðan í hagan áðrenn døgverða, har skuldu teir ígjøgnum allan dagin loysa í alt 13 uppgávur. Teir skuldu m.a gera mat á spritt­køki, geva fyrstuhjálp, signalera yvir um eina gjógv og nýta kort og kumpass. 10 tímar seinni byrjaði mann so smátt aftur at síggja tekin um lív frá hesum skótum á leguøkinum, tá teir komu oman úr haganum og tóku ein endaspurt í kappingini á leguøkinum. Seinni var kvøldsetan, og síðani fóru teir útlúgvaðu skótarnar í song, men so lætt sloppu teir tó ikki hetta kvøldið. Kl. 02.00 vóru teir vaktir aftur, tí sjálvandi skuldu teir eisini hava eina náttarvenjing. Tað var við blandaðum kenslum at skótarnar komu upp, summi meira frísk enn onnur. Eftir umleið tíma við uppgávum sloppu skótarnar aftur í song. Ordans forðarenning Sunnumorgunin vóru aftur kappingar á skránni. Hendan dagin skuldu skótarnir royna seg innan bráðfeingisjálp, eygleiðing og eina kapping við smærri upgávum. Ímeðan skótarnir loystu uppgávur fyrireikaðu leiðararnir ta stóru forðarenningina, ið hvørt ár er tann endaliga stóra kappingin. Her sleppa skótarnar veruliga at vísa hvat teir eru gjørdir av. Í forðarennigini vóru í alt 10 forðingar, ið taldu alt frá at svinga seg ígjøgnum dekk og stigar, ið hingu uppi, grulva ígjøgnum rør og net, klúgva uppum og niðurum annað, ið var vátt og turt. At enda komu tey til runubaði, ið skuldi klatrast ígjøgnum fyri síðani at renna ígjøgnum eina veit og oman í ánna, ið var gjørd til ein stóran svimjuhyl. Tá patrúljan hevði svomið yvirum hendan hylin var málið rokkið, og tey kundu hita seg við eitt stórt bál. Her var veruliga víst, at teir flestu skótarnar ikki eru fyri einki, tí patrúljurnar komu allar ígjøgnum hesa forðarenningina. Skótalív Barbara Vang Avbjóðingar í haga, vatn