Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 97 - 23. mai 2008 lýsingar Kommunustjóri, sum torir at ganga nýggjar leiðir Eysturkommuna hevur 9 kommunustýrislimir, og høvuðsuppgávurnar eru at: virka sambært galdandi lóggávu, gerast betur før fyri at veita borgarunum eina góða tænastu, samskipa umsitingina og raksturin hjá kommununi, verða betur før fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum í framtíðini, samskipa íløgurnar, skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum og menna samstarvið við grannakommunurnar. Í Eysturkommunu eru 1963 borgarar, og starvsfólkatalið í kommununi er 128. Harumframt eru hesir stovnar o.t. knýtt at kommununi: skúlar, tónlistaskúlar, kvøldskúlar, bókasøvn, frítíðarskúlar, svimjihyljar, dagrøktir, barnagarðar, frítíðaransingar, læknamiðstøð, heilsusjúkrasystir, tannlæknar, sløkkilið, eldrasambýlir, dagtilhald og undirhús. Kommunan hevur eisini kommunalt samstarv við aðrar kommunur og myndugleikar. Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framskygdum kommunustjóra at standa á odda fyri Eysturkommunu Starvið Nú grannakommunurnar Leirvík og Gøta hava gjørt av at ganga saman í eina kommunu, er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum kommunustjóri leyst at søkja í Eysturkommunu. Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Eysturkommunu og teimum stovnum, ið eru og koma í økinum hjá kommununi. Kommunustjórin skal tryggja, at uppgávurnar verða loystar á einum høgum støði, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv. Tú verður sjálv/-ur í stóran mun við til at skapa starvið og menna nýggju samanløgdu umsitingina saman við leiðslutoyminum og starvsfólkunum í kommununi. Høvuðsuppgávurnar hjá kommunustjóranum eru m.a. at: • vera skrivari hjá kommunustýrinum í Eysturkommunu og at vera bindilið millum politisku skipanina og umsitingina • ráðgeva borgarstjóranum o.ø. og vegleiða í spurningum innan kommunala økið • fremja skilagott samstarv og samskifti við politikarar, borgaran, vinnulívið, myndugleikar og aðrar áhugabólkar • gera uppskot um nýggja kommunustýrisskipan, fundarskipan og starvsfólkareglugerð • byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi • ganga á odda, soleiðis at Eysturkommuna frameftir verður í fremstu røð á øllum økjum Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at tú: • hevur viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir • hevur leiðsluroyndir, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir starvsfólk og kommununa sum heild • ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • ert sjónlig/-ur í kommunalu umsitingini og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • ert strukturerað/-ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar fyrisitingarligar førleikar • hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við politikarar, borgaran, vinnulívið, myndugleikar og aðrar áhugabólkar Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett frá 1. august 2008 og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Eysturkommunu Postboks 30 512 Norðragøta ella til t-post: eystur@eystur.fo Umsóknin skal verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. juni 2008 kl. 12.00. Vilt tú hava fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Fríðgerð Heinesen, borgarstjóra, á tlf. 743006 ella til Hans Mourits Foldbo, borgarstjóra, á tlf. 771010. Víst verður eisini til heimasíðurnar hjá verandi kommunum: www.leirvik.fo og www.gota.fo.