fríggjadagur 23. mai 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
4
Leygardagin endar ein drúgt
tíðarskeið í føroyskari ítróttar
søgu. Eftir 28 ár sum formaður og
forseti fyri føroyskan ítrótt, takkar
Heðin Mortensen fyri seg.
Ítróttarpolitikarin, sum hevur
verið eyðsýndur í føroyska sam
felagnum í fleiri ártíggjund, setir
punktum fyri sítt forsetaskeið í
Ítróttarsambandi Føroya, og eitt
nýtt fólk skal taka við eftir hann.
Eg kundi saktans hildið fram
– eg hevði tímað tað – men sein
astu tvey árini havi eg innstillað
meg uppá, at nú skuldi tað enda.
Eg havi trappað niður seinastu
tvey árini, og tá haldi eg, at mann
endar á rættan og virðiligan hátt.
Tað hevur gingið væl sum forseti,
ítrótturin er á toppinum, og tí er
tað hóskandi at gevast nú, sigur
Heðin Mortensen.
Tað var í 1980, at hann fyrstu
ferð varð valdur til formann í
Ítróttarsambandi Føroya, men
tað var meira ella minni av
tilvild, at hann endaði uppi í
nevndararbeiðnum í ÍSF.
Eg setti ikki nøsina upp
eftir at blíva forseti í ÍSF, men
eg hevði verið aktivur í ítrótti
– einamest í kappróðri – og tað
tíðarskeiðið, sum eg kom uppí ÍSF,
var eg nevndarformaður í Havnar
Róðrarfelag, greiðir hann frá.
Eg kom upp í nevndina í ÍSF
sum skrivari av fyrstan tíð. Tað
var í 1979. Eg og Jean Dimon
vóru í uppskoti sum skrivarar, so
tað var kampval. Atkvøðugreislan
endaði við javnleiki millum okkum
báðar, og so var tað formans
atkvøðan, sum var avgerandi
fyri valið. Øll eygu vórðu so vend
ímóti Jógvan Arge, sum var ÍSF
formaður, og hann valdi meg.
Eg fór inn í arbeiðið í ÍSF av
heilum hjarta, og eg helt tað vera
sera spennandi. Tá Jógvan Arge
fór frá sum formaður longu árið
eftir, skjeyt hann meg upp sum
nýggjan formann í ÍSF, og eg varð
valdur uttan mótvalevni.
Størsta avbjóðingin í føroysk
um ítrótti, tá eg kom upp í ÍSF, var
CHM í hondbólti, og vit høvdu
eisini eina stóra norðurlendska
fimleikastevnu í Føroyum um
tað mundið.
Ítróttarveddingin
givið nógv
Føroyska ítróttarlandslagið
broyttist nógv næstu árini, tí
nú fóru ítróttargreinarnar at
stovnseta síni egnu sersambond,
sum skuldu hava ábyrgdina av
ítróttargreinini.
Áðrenn vóru allar ítróttargrein
arnar deildir undir ÍSF, og í
grundini hevði starvsnevndin hjá
ÍSF ábyrgdina av at skipa fyri
øllum ítróttargreinunum. Stutt
eftir at eg gjørdist ÍSFforseti
fingu vit seks sersambond, og
nú hava vit 15 sersambond,
sum hava ábyrgdina av teirra
ítróttargrein. Hetta hevur verið
ein góð og natúrlig menning í
føroyskum ítrótti, sigur Heðin
Mortensen.
Tað hava verið nógvar spenn
andi løtur sum ÍSFforseti hesi 28
árini, og Heðin Mortensen heldur,
at tað ber ikki til at taka eina
einstaka hending burtur úr, sum
ta størstu, men hann er glaður fyri
veddingapengarnar, sum føroyskur
ítróttur fær á hvørjum ári.
Ítróttarveddingini er nakað av
tí størsta, sum eg havi verið við
til at gjørt til frama fyri føroysk
um ítrótti. Fyrst royndu vit við
egnari vedding, men tað riggaði
ikki, tí grundarlagið var ov lítið.
Tí fóru vit í eitt samstarv við
Dansk Tipstjenste, og hóast tað
var nógv politisk rok av hesum,
so eydnaðist tað at enda at fáa
hetta samstarvið at rigga.
Samstarvið við Danskt
Tipstjenste hevur verið gott, og
ítróttarveddingin gevur føroyskum
ítrótti 5 ella 6 milliónir krónur
á hvørjum ári. Vit fáa bara
góðar tvær milliónir krónur á
fíggjarlógini, so høvdu vit ikki
veddingina, so hevði tað verið
fátæksligt í føroyskum ítrótti.
Meira umboðan
enn makt
Er ÍSF-forsetin blivin meira eitt
umboð heldur enn ein veruligur
maktpersónur í føroyskum ítrótti?
Tað kanst tú kanska siga,
men vit hava eisini ítøkiliga
ávirkan á ymisk mál. Millum
annað samráðingar við almennu
myndugleikarnar vegna allan
ítróttin og annað. Men ÍSF
forsetin er í stóran mun ein
almennur persónur, sum vísir seg
í ítróttarsamanhangi og hjálpir til,
har hann kann.
Tá tú komst upp í ÍSF vóru
allar ítróttargreinarnar savnaðar
undir ÍSF. Nú hava vit sersam-
bond, sum taka sær av ymsu
ítróttargreinunum. Stendur
føroysku ítróttur líka væl saman í
dag, sum hann gjørdi tá?
Føroyskur ítróttur stendur
væl saman, men áhugin í ser
sambondunum snýr seg fyrst og
fremst um sína egnu ítróttargrein,
og tað er einki løgið í tí. Soleiðis
eru vit bara. Men tá vit hava stór
felagsmál, sum verða tikin upp
Tað kan ganga
hart fyri seg
Hevur tað riggað at verið politikari og ÍSF-forseti samstundis? Hevur
hann havt stundir til at røkja ÍSF-forsetastarvið? Og hvønn peikar hann
á sum nyggjan ÍSF-forseta? Tað vóru nakrir av spurningunum, vit
settu, tá ið vit hittu Heðin Mortensen fyri at seta punktum fyri 28 ár
sum forseti í føroyskum ítrótti. Hann minnist best góðu løturnar, men
viðurkennir, at tað kann eisini ganga hart fyri seg viðhvørt
Ítróttarprofilur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Spennandi við kvinnuligum forseta
Undanfarni ÍSF-forseti peikaði á teg sum nýggjan forseta í 1980. Hvønn peikar tú á sum nýggjan ÍSF-forseta?
Eg royni at halda meg neutralan. Vit hava tvey góð valevni í Sølva Reinert Hansen og Annsy Høghamar. Tey
hava bæði verið virkin í ítrótti, og eg dugi illa at taka annan fram um hin. Alíkavæl haldi eg, at tað er sera
spennandi, at tað nú er ein kvinna, sum bjóðar seg fram. Vit hava havt ov fáar kvinnur við í arbeiðnum hjá
ÍSF, og tí ger tað einki, um kvinnurnar nú eisini sleppa at gera vart við seg. Men líkamikið hvat eg sigi, so eru
tað feløgini kring landið, sum skulu velja nýggja ÍSFforsetan, og eg fari at ynska teimum báðum góða eydnu
við valinum, sigur Heðin Mortensen
Navn: Heðin Mortensen
Aldur: 62 ár
Føddur: Trongisvági
Bústaður: Tórshavn
Familja: Giftur við Hjørdis
Egholm Mortensen.
Børn: Elin, Ann, Guðrun og
Eirikur. 8 abbabørn.
Starv: Borgarstjóri í
Tórshavnar Kommunu.
Farloyvi frá Trygginga
felagnum Føroyum.
Fakta