Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2008 39 lýsingar :/29z2; .oYl1URRGLOXO :RLKRRG 'RUNDĆKIċERUMLEIċFERMETRAR(ÑSINIERUÄTRIMUMHäDDUM-IċHäDDOGKJALLARIERUUMLEIċFERMETRARHVĆR OGOVASTAHäDDINERUMLEIċFERMETRAR ¤MIċHäDDERU+ĆKUR SPÄSISTOVA STOVA GROVKĆKUR SPÄSKAMAR GANGUR WCOGEITTSOVIKAMAR ˜LOFTINUMERU4RÔKĆMUR BAċIVERILSIOGLOFTSSTOVA ¤KJALLARANUMERU+JALLARARÑM HJALLUR VASKIRÑMOGFÔRRÑM GANGUROGEITTSTÊRTKAMAR (ÑSINIERUFR¸4AKIċERNÔTT KLäDNINGUROGVINDEYGUERUSKIFT¸TVEIMUMSÄċUM2ESTINERUNDIRUMVäLINGOGVERċURLIċUGTÄJUNI "ILHÑS¸FERMETRAR3TÊRTERASSAERVESTUREFTIROGVAKURURTAGARċUR "OċUNDIR MIÊKRHAVAONGAN¸HUGA ]]]NPKSSKYOJKJQYO\EPUKTYKT Størv á Føroya Barnaheimi Við hesum verða trý størv á Ungdómsdeildini á Føroya Barnaheimi lýst leys at søkja. Talan er um trý fulltíðarstørv. Tey, ið sett verða í starv koma at arbeiða í skiftandi vaktum. Normering á deildini telur 8½ størv, har deildarleiðara- starvið er 9 íroknað. Á Ungdómsdeildini er pláss fyri seks børnum í aldrinum 12-18 ár, umframt er eitt bráfeingispláss. Talan er um eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum stórum og fjølbroyttum avbjóðingum. Endamálið við arbeiðinum á Ungdómsdeildini er fyrst og fremst at geva børnunum/teimum ungu umsorgan og tryggleika, samstundis sum dentur verður lagdur á at vísa á týdningin av gevandi og mennandi samveru, av einari skipaðari tilveru, av at álit valdar og at menniskju virða hvørt annað. Hetta verður gjørt við einum skipaðum og viðkomandi dag- ligdegi, við áhuga og nærleika, við serligum átøkum og ikki minst við regluligum samrøðum og øðrum samskifti. Tað er greitt mál hjá Ungdómsdeildini at samstarva so væl og tætt, sum til ber, við foreldur og játtandi myndug- leikar, umframt aðrar viðkomandi starvsbólkar og/ella stovnar. Til teirra, sum eru í starvi á Føroya Barnaheimi stendur í boði at fáa meiri og minni skipaða eftirútbúgving, arbeitt verður við at fáa henda tátt lagdan í fastari karmar. Í boði stendur at fáa regluliga og gevandi supervisión umframt eitt avbjóðandi og spennandi arbeiðsumhvørvi. Á stovninum eru greiðar húsreglur, sum eisini starvsfólkini skulu virða, men annars eru ríkir møguleikar at seta dám á bæði arbeiðið og arbeiðsplássið. Sóknast verður eftir umsøkjarum við við- komandi útbúgving. Sum er, eru øll starvsfólkini á deildini námsfrøðingar, men skal hetta ikki skiljast soleiðis, at rúmd ikki er fyri øðrum starvsbólkum, kvinnum sum monnum, á Ungdómsdeildini. Tó skal viðmerkjast, at ein partur av arbeiðinum er at skriva dagligar frágreiðingar umframt støðulýsingar, og er tað tí ein fyrimunur, um umsøkjari dugur at orða seg í talu og skrift. Lønin hjá starvsfólkum á Føroya Barnaheimi er altíð ein spurningur, sum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið avgreiða. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. Juni 2008. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Lauru Poulsen, virkandi deildarleiðara ella Finn Helmsdal, leiðara á tlf. 312320. Føroya Barnaheim | Pedda við Steingøtu 10 | 100 Tórshavn Móttøkufólk Í móttøkuni hjá Miðlahúsinum er starv leyst, nú eitt av starvs- fólkum okkara fer av landinum í út- búgvingarørindum. Vit rokna við, at tú byrjar í starvinum í seinasta lagi 1. august, men um møguligt síggja vit fegin, at tú byrjar fyri ta tíð. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, og fevnir starvið um kundamóttøku og –avgreiðslu av viðskiftafólkum hjá Rás2 og Sosialinum. Bæði umvegis telefon og í beinleiðis samskifti við tey mongu, sum hvønn dag støkka inn á gólv hjá okkum í Vágsbotni. Eisini fevnir starsvøkið um part av skrivstovu- arbeiðinum hjá Rás2 og Sosiali- num. Skrivstovuútbúgving er tí ein fyrimunur, men hetta verður ikki sett sum treyt. Vit kunnu bjóða tær starv í eini spennandi fyritøku, sum hevur verið í stórari menning seinastu nógvu árini, og sum í dag er eitt veruligt miðlahús við framleiðslum og tænastum á fleiri miðlapallum. Merki brævbjálvan »umsókn« og sendi hesa til: Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Áhugað kunnu eisini ringja til Jan Müller ella Regin I. Jakobsen á tlf 341800, ella senda teldupost til: jan@sosialurin.fo ella regin@sosialurin.fo Seinasta freist at søkja starvið er 13. juni 2008. Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk. Starvsfólk til móttøkuna og skrivstovuna