Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2008 43 lýsingar STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðul til 4 brúkarar í Norðurstreymoy Stuðulstænastan søkir eftir einum stuðulsfólki til 4 brúkarar í Norður- streymoy, at byrja so skjótt sum møguligt. Arbeiðsuppgávurnar eru saman við brúkarunum at leggja ætlanir fyri gerandisdagin, at fara við teimum til ymisk tiltøk, at stuðla teimum í ger- andisligum uppgávum heima, og soleiðis verða við til at geva brúkarunum ein virknan gerandisdag. Arbeiðstíðin er tilsamans 20 tímar um vikuna. Møguleiki er at fáa fleiri tímar seinni, um áhugi er fyri tí. Stuðularnir í Norðurstreymoy fara at arbeiða í einum toymi. Har hittast vit regluliga til starvsfólkafund. Samarbeiðið verður við toymini úr sama øki, sum eru Vágarnar, Sandoy og Suðuroy. Førleikakrøv Umsøkjarar við útbúgving innanfyri almanna og heilsuøkið ella náms- frøðingar hava fyrimun til starvið. Setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvsfólk, sum ikki hava fakligari útbúgving, verða lønt sum hjálparfólk eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pædagogfelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónvør Petersen samskipara tlf. 554083 Umsókn Umsókn skal sendast til: Stuðuldtænastan Stílað : Regin Johansen Argjavegur 26 Postboks 3037 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 6. juni 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. i