Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 97 - 23. mai 2008 lýsingar Lektari/adjunktur í støddfrøði Treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2008 er eitt útbúgvingar- og granskingarstarv í støddfrøði leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróð- skaparsetrinum. Starvið verður sett sum lektara- ella adjunktstarv, treytað av førleika umsøkjarans. Lektarin/adjunkturin skal menna undirvísing og gransking í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Útbúgvingarparturin fevnir um fakliga samskipan og um undirvísing í støddfrøðiligum lærugreinum, ið eru í útbúgvingunum á NVD. Á www.nvd.fo er kunning um, hvussu støddfrøði inngongur í bache- lorútbúgvingar á NVD. Granskingarparturin vil í stóran mun vera tengdur at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at um- søkjarin kann vísa á ítøkiligar møguleikar fyri at fremja sína gransking í tilknýti til granskingar- umhvørvi á øðrum universitetum. Væntað verður, at umsøkjarin í ávísan mun kann luttaka í granskingarverkætlanum á NVD, ið krevja støddfrøðiligt innlit. Umsøkjarar skulu hava PhD førleika innan stødd- frøði ella kunna dokumentera, at teir eru um at vera lidnir við sína PhD-verkætlan. Umsóknarfreistin er 6. juni 2008. Sett verður ein metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá um- søkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør um- søkjari fær sendandi metingina um sín førleika. Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Paula Joensen, megindeildarleiðara, á teldu- postadressu hanspj@setur.fo ella á telefon 352550. Starvið verður sett frá 1. august 2008. Umsóknir við ævilýsing (curriculum vitae), avritum av próv- skjølum, viðmælum ella tilvísingum, serprentum og avritum av vísindaligum ritgerðum (í 4 eintøk- um) skulu stílast til niðanfyristandandi adressu. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøta 14 FO 100 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn · www.setur.fo Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum veitir Bachelor of Science (B.Sc.) útbúgvingar innan lívfrøði, verkfrøði og jarðalisfrøði. Í einstøkum førum ber til at taka Ph.D.-útbúgving. Undirvísingin verður veitt av starvsliðnum á NVD, sum telur 7 fólk, 6 adjungeraðum lektarum/professarum við fakligari ábyrgd av ávísum skeiðum og av umleið 40 uttanseturs undirvísarunum, ið starvast á øðrum stovnum og virkjum í Føroyum og uttanlands. Í løtuni eru 4 Ph.D.-verkætlanir og ein Post. Doc. verkætlan í gongd á NVD. NVD luttekur í granskingarverkætlanum í samstarvi við aðrar stovnar og granskarar bæði innan- og uttanlands. ENDURLÝSING: -har tað hendir Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA, verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 10. og 11. juni 2008 og á Landssjúkrahúsinum 12. juni 2008. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10 - 12, í seinasta lagi týsdagin 3. juni 2008 Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík Grundstykki til sølu Grundstykki á 844 m2 í Trongisvági til sølu fyri kr. 90.000,-. Fleiri upplýsingar fáast við at senda ein t-post til: fs555fs@yahoo.dk