Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2008 41 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogar til Býlingshúsið á Norðasta Horni Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 16. juni 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 21 09 06 ella við at hyggja á heimasíðu www.hjemmeside.dk/nordastahorn Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 9. juni 2008. Pedagogar til Dagstovnin í Øksnagerði Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovu at arbeiða 30-33 tímar um vikuna og eftir tveimum hjálparfólkum til barnagarð at arbeiða 25-30 tímar um vikuna. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi til serstovuna, í tíðaravmarkað starv fram til 1. august 2008, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna. Størvini verða sett frá 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, ella Gunrid á Plógv, varaleiðara, telefon 30 22 60, 21 99 59 ella á heimasíðu www.oksnagerdi.fo Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi leygardagin 14. juni 2008. Pedagogar til Dagstovnin Kurl@ Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 32 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi til vøggustovuna og einum pedagogi til barnagarðin at arbeiða 32 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara á telefon 35 35 00. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum Kurl@, Sundsvegur 3, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 9. juni 2008. Pedagogar til Dagstovnin Lítlaskógi Søkt verður eftir tveimum pedagogum, einum til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna og einum til skúlastovu at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara á telefon 21 91 35. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum Lítlaskógi, postboks 217, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 9. juni 2008. Pedagogar til Dagstovnin við Botnánna Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðin at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir einum pedagogi til frítíðarskúlan at arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Emly Djurhuus, stovnsleiðara, telefon 22 13 23. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum við Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður, í seinasta lagi mánadagin 9. juni 2008. Húsavørður til Høllina á Hálsi og Badmintonhøllina Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði til fastlønt arbeiði á Høllini á Hálsi og Badmintonhøllina at gera smærri umvælingar og røkja bygningarnar og økið uttanum v.m. Tú skalt á skeið í skipaðum viðlíkahaldi av bygningum og eisini skalt tú hava koyrikort. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Høllini á Hálsi, Postboks 1221, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 16. juni 2008. Merkið umsóknina »Húsavørður«. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dánjal Samuelsen, leiðara fyri Høllina á Hálsi og Badmintonhøllina á telefon 52 14 75.