Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 JÁKUP MØRK Seks hondbóltsdystir verða leiktir leygardagin, men ikki er líkt til, at nakar teirra fer at avgera, hvagar gull- merkini enda í fremstu hondbóltsdeildunum. Tvær ferðir VB VB skal hetta vikuskiftið gera tveir dystir burtur av sær. Leygardagin skulu tær til Klaksvíkar, har lokalu stjørnurnar, sum higartil hava vunnið allar dystirnar í endaspælinum eru vertir. Um VB ætlar sær nøkur stig við sær aftur, tá tær sunnukvøldið seta kós móti heimbygdini, so man tað ikki vera í Klaksvík at hesi skulu finnast. Verður sæð burtur frá heilkiksaranum móti VÍF í grundspælinum, hava klaksvíksgenturnar nevnliga vunnið allar lands- kappingardystirnar, og eru tær tískil klárt á odda í landskappingini. Gaman í snávaðu tær í steypakapp- ingini, men FM heitið er teirra, eingin ivi um tað. So munnu vónirnar hjá VB helst verða betri, tá tær sunnudagin skulu leika móti Neistanum. Spurningurin man tó helst vera, hvussu motiveraðar suðuroyargent- urnar eru, tí teirra lutur í landskappingini er langt síðani útspældur. Neistin hevur hinvegin enn heið- ursmerki at stríðast fyri, og helst munnu tær á heima- liðnum hava ætlanir um at geva Christiani Poulsen fyr- stu stigini sum venjari. Um Stjørnan, sum vænt- að, vinnur á VB leygardag- in, er tað bert VÍF, sum hev- ur nakran sum helst møgu- leika at røkka teimum. Í hvussu so er fram til 12. mars. Gullmerkini munnu vestmannagenturnar tó hav- a gloymt alt um, men hin- vegin er neyðugt við einum sigri sunnudagin, um tær skulu halda fast í silvurdyst- inum. Tað má eisini metast rætt- uliga sannlíkt, at VÍF meg- nar at basa Tjaldrinum, sum enn ikki hevur fingið stig hetta kappingarárið. Sein- asti dysturin endaði við ikki minni enn 32-9, og sigur hetta eitt sindur um styrk- ismunin millum liðini bæði. Ikki kann væntast, at sigurin verður eins stórur hesu ferð, men hinvegin kann væl verða, at málmunurin verð- ur avgerandi fyri, hvønn veg silvurmerkini fara, og tí fara vestmannagenturnar helst at dyrgja eftir einum sannførandi sigri. Toppur móti botni Hjá monnunum verður talan um tríggjar uppgerðir, sum allar hava til felags, at talan er um topplið, sum leika móti onkrum av botnliðu- num. Í Havn verður dystur millum H71 og Kyndil, og lítil ivi man verða um, at Kyndil fer avstað við stig- unum í hesum dysti. Einasta fellan, sum kyndilsmenn kunnu detta í, er um teir mikukvøldið sóu hoyvík- ingar, og tískil rokna við, at spælið verður eins vánaligt sunnudagin. Neyvan verða hoyvíkingar somikið vána- ligir, sum teir vóru miku- kvøldið, men hinvegin skal rættuliga nógv til, um teir ætla sær at gera nakað sum helst við kyndilsliðið. Í Runavík tekur Tjaldur móti Vestmenningum, men hóast runavíkingar mundu koppað favorittunum í ø- Stjørnugullið nærkast í hvørjum Hondbóltur um vikuskiftið: VB skal leika tveir dystir norðanfyri, harav annar er móti gullgentunum úr Klaksvík, sum leygardagin kunnu taka næst seinasta fetið mótvegis gullinum. Hjá monnunum verður talan um tríggjar dystir, har toppur og botnur hittast vugta dystinum, so skulu teir ikki rokna við eini end- urtøku hesu ferð. Munurin á liðunum báðum er snøgt sagt alt ov stórur, og kann hetta eisini lesast á stiga- talvuni, har tað sæst, at VÍF er á fremsta og Tjaldur á niðasta plássinum, Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vest- manna, har KÍF tekur ímóti føroyameistarunum av Strondum. StÍF er framveg- is millum biðlarnar til FM- heitið, og kunnu tískil ikki loyva sær at gera nakað býtt í hesum dysti. Kolfirðingar hava annars fingið góða úr- tøku í seinastu dystunum, men hetta hevur verið móti runavíkinum og hoyvíking- um, so talan er um heilt aðra mótstøðu hesu ferð. Lítið er tí, sum bendir á, at støðan á stigatalvuni hjá monnum fer at broytast na- kað sum helst eftir viku- skiftið, men hinvegin hava vit alt árið bíðað eftir eini sensatión, og so leingi, sum dystirnir ikki eru leiktir, eru úrslitini heldur ikki greið. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan6 6 - 0 - 0 459 356 103 21 2 Kyndil 6 3 - 0 - 3 382 342 40 13 3 VÍF 5 3 - 0 - 2 380 339 41 13 4 Neistin 5 3 - 0 - 2 320 321 -1 11 5 VB 5 1 - 0 - 4 375 392 -17 6 6 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 268 434 -166 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 7 5 - 0 - 2 548 433 115 21 2 Neistin 6 6 - 0 - 0 529 450 79 21 3 StÍF 6 4 - 0 - 2 521 451 70 19 4 Kyndil 6 4 - 0 - 2 508 441 67 15 5 KÍF 7 3 - 0 - 4 432 539 -107 7 6 H71 7 1 - 0 - 6 445 537 -92 4 7 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 459 591 -132 3 Støðan, 1. deild menn Støðan, 1. deild menn Støðan undan vikuskiftinum SVEINUR TRÓNDARSON Mest spennandi dysturin í flogbólti hetta vikuskiftið verður eftir øllum at døma dysturin á Giljanesi sunnu- dagin. Tá hittast Dráttur og Fleyr og tann dysturin er ein endurtøka av semifinaluni, sum varð leikt týskvøldið. Hevnd fyri semifinaluna Tann dystin vann Dráttur eftir tógvið stríð, og tí er lítið at ivast í, at Fleyrkvinn- urnar vilja gera alt fyri at vinna dystin á Giljanesi sunnudagin. Tað kom teim- um illa við, at tær mistu steypafinaluna á gólvið, ser- liga tá havt verður í huga, hvussu illa hevur gingist í hond hjá teimum í ár. Í veruleikanum er dyst- urin sunnudagin seinasti møguleiki hjá Fleyrkvinn- um at vinna seg inn á Drátt, sum er liðið, sum liggur beint omanfyri tær í stiga- talvuni. Tapa tær dystin, verða tær at taka til takkar við fjórðaplássið og í ring- asta føri, fimtapláss. Tað plássið hevur ÍF í løt- uni, men tær eru ikki so langt aftan fyri Fleyr. Her skulu vit tó siga, at havnar- kvinnur hava tann fyrimun- in, at tær hava leikt ein dyst færri og tí hava ein møgu- leika eyka at enda framman- fyri ÍF. ÍF skal annars til klaks- víkar at vitja meistararnar sunnudagin. Mjølnir vann meistaraheitið seinasta vikuskiftið, og hóast tær hava lagt upp til at nýggir leikarar skulu fáa pláss og leiktíð, so er lítil ivi um hvør fer at vinna tann dystin. Fram skal reisa seg Hjá monnum eru eisini tveir dystir á skránni. Mjølnir- menninir fáa eins og kvinn- urnar vitjan úr Fuglafirði. Støðan hjá mansliðnum hjá ÍF er ógvuliga lík teirri hjá kvinnuliðnum hóast teir vóru meistarar til seinasta vikuskiftið tá Fleyr tók tann heiðurin frá teimum. Fuglfirðingar liggja og róta í botninum av stiga- talvuni og hava havt ilt við at fóta sær í ár. Kortini hava teir gjørt onkran hissini vørr og millum annað vunnu teir á Mjølnir á Kambsdali í fyrru helvt. Men síðani hev- ur gingið meira striltið at vinna nakrar dystir. Mjølnir harafturímóti er væl fyri í løtuni og tað tyk- ist, sum hava teir fóta sær nú kappingin nærkast end- anum. Fyri stuttum vunnu teir sær rætt at spæla steypa- finalu móti Fleyr og sum dystirnir teirra millum hava háttað sær higartil í ár, er ikki óhugsandi at Mjølnir kann vinna tann dystin. Teir hava í hvussu er vunnið fleiri dystir á Fram í seinastuni og eru í løtuni besta boðið upp á ein silvur- vinnara í løtuni. Hitt boðið, sum er Fram, skal til Sørvágs at spæla. Sørvingar hava fullkomiliga mist fótafestið í seinnu helvt eftir eina framúrskarandi góða byrjan. Stígur er kom- in í av ymsum ávum og tor- ført er at spáa um teir megna at gera nakað við Fram, sum liggur og togast við Mjølnir um silvuri. Toppur móti botni Flogbóltur: Meistararnir úr Mjølnir fáa um vikuskiftið vitjan av fuglfjarðakvinnum, meðan Fleyrkvinnur skulu vestur í Vágar at hevna tapið í semifinaludystinum týskvøldið vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir13 12- 1 25 2 23 17 2 TB 13 7 - 6 16 16 0 10 3 Dráttur 13 6 - 7 15 17 -2 8 4 Fleyr 12 4 - 8 9 18 -9 5 5 ÍF 13 4 - 8 10 22 -12 3 vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Fleyr 13 13- 0 23 3 23 18 2 Mjølnir13 7 - 6 17 14 3 10 3 Fram 13 7 - 6 15 15 0 10 4 SÍ 13 3 - 10 11 22 -11 3 5 ÍF 12 2 - 10 6 21 -15 3 Støðan, meistaradeild kvinnur Støðan, meistaradeild kvinnur Støðan undan vikuskiftinum Lesið alt um ítróttin um vikuskiftið í týsdagsblaðnum ella á alnetinum: www.sosialurin.fo ORÐ: JÁKUP MØRK MYNDIR: JENS K. VANG Seinasta vikuskifti finugu 24 ungir dreingir eina av størstu fótbóltsupplivingum sínum higartil. Hetta var, tá Havnar Bólt- felag hevði fyriskipað eina venjingarlegu, har dreing- irnar so at siga sluppu at royna, hvussu stuttligt, og ikki minst hvussu hart, fót- bóltslívið kann verða. Strævin skrá Teir 24 dreingirnir eru allir við á piltaliðnum hjá HB, og venjarar vóru teir báðir, Áki Davidsen og Egil Ja- cobsen. Undan vikuskiftinum høvdu allir dreingirnir fing- ið tillutað eina skrá, har tað greitt framgekk, hvat skuldi gerast um vikuskifti, og møguliga var eisini onkur teirra, ið stúrdi, tá teir só skránna. Venjing, venjing og ven- jing, onkur smávegis dystur, og annars matur, prát og hvíld. Ikki tí, dreingirnir orka ivaleyst at beistast og renna í væl longri tíð, enn vit vaksnu gera, men kortini kunnu 12 tímar av fótbólti innan 31 tímar tykjast í heldur meira lagi. Teir báðir venjararnir siga við Sosialin, at endamálið við leguni als ikki er, at dreingirnir skulu verða so væl fyri sum gjørligt, nú kappingarárið skjótt fer av barkastokki. Heldur er tal- an um at geva dreingjunum eina uppliving fyri lívið, sum samstundis er ein liður í teirra ítróttarligu og fótbóltsligu menning. Eini menning, sum felagið seinni kann fáa gleði av. Góðar framtíðar møguleikar Langsiktaða endamálið er sjálvandi, at fe- lagið skal royna at uppala nakrar framtíðar fyrstaliðs- leikarar, og venjararnir mettu sjálvir, ta hetta var ein háttur at gera arbeiðið upp á. - Vit hava jú fleiri framúr góðar og evnaríkar ungar leikarar í landinum, og við einum miðvísum arbeiði eiga vit at kunna hækka støðið á føroyskum fótbólti enn meira, greiða venjarar- nir frá. Víðari siga teir, at hetta er so ein bara ein møg- uleiki, tí sjálvsagt eru fleiri aðrir hættir, sum kunnu nýt- ast og verða nýttir kring landið. Framtíðin hjá føroyskum fótbólti kann tí tykjast at verða bjørt, og uttan iva hava fleiri av leikarunum, sum vóru til venjingar ein dreym um, at teir eina ferð í framtíðini kunnu liva av spælinum við rundu leður- kúluni. Nógvir leikarar Tað ljóðar kanska av nógv- um, at tveir venjarar skulu halda skil á 24 smádreingj- um eitt heilt vikuskifti, men teir báðir siga við ein munn, at hetta als ikki eru allir dreingirnir í aldursbólk- inum. Við tað, at piltadeildin tel- ur somikið nógvar leikarar, gjørdu vit av, at tað bert vóru teir dreingir, sum eru føddir í 1978, sum komu við, og bara hesin eini ár- gangurin telur umleið 40 leikarar, so uttan iva kundi talið verið hægri. Tískil varð neyðugt at Vandu vikuskiftið á tamb Seinasta vikuskifti var nakað heilt serligt hjá 24 ungum smádreingjum í Havn. Teir vóru nevnliga allir við á eini ven- jingarlegu, sum Havnar Bóltfelag skipaði fyri, og fingu á tann hátt roynt eitt sindur av tí, sum yrkisleikarar merkja á egnum kroppi so at siga hvønn dag Teir báðir, Dánjal og Tróndur, ætla framhaldandi at seta kósina upp eftir í teirra leið móti fótbóltstindunum Tveir av teimum 24 dreingjunum, sum um vikuskiftið vóru á ven- jingarleguni, eru Tróndur Sigurðsson og Dánjald Davidsen. Teir báðir siga við ein munn, at fyri teirra við- komandi var venjingar- legan bæði stuttlig og hugnalig. Borgarstjórin vitjaði Hóast nógv venjing var á skránni, so vóru eisini stundir til annað, og leyg- ardagin fingu dreingirnir so vitjan av Leivi Hansen, borgarstjóra. Leivur hevði greitt frá, hvussu tað var at spæla fótbólt, tá hann var smá- drongur, og hvussu stórur munur var á umstøðunum tá og nú. Hava dreymir Tróndur og Dánjal hava sjálvandi, eins og flestu javnaldrarnir á fótbóltsvøll- inum, ein dreym um, at teir eina ferð í framtíðini kunnu hava gerast yrkisleikarar uttanlanda, og tá tosið fellur á, hvat lið teimum dámar best, eru teir púra samdir. Manchester United stendur ovast á listanum, men eisini dámar teimum væl spanska stórfelagið, Barcelona. Nú lagaði alt seg eisini soleiðis, at meðan venjing- arlegan varð hildin, leikti Manchester United odda- dyst í Leeds. Ein dystur, sum varð sýndur á ensku rásini, Sky Sport. Hetta høvdu dreingirnir møguleika at síggja, men orsakað av nógvu venjing- ini, eydnaðist tað teimum bert at síggja seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Hava ferðast Hetta er tó ikki einasta ferðin, at teir báðir hava verið saman í fótbóltsørindum. Í fjørð vóru teir við HB á Danmarkarferð, har teir luttóku í Solsidsens Pon- dus Cup, sum á hvørjum ári verður hildi ní Nørre- sundby. Harumframt hava teir eisini verið við í allar flestu av teimum innan- dura kappingum, sum veturin á tamb verða fyri- skipaðar kring landið. Onkra av hesum hava teir eisini vunnið, so iva- lyest hava teir okkurt at hava fótbóltsdreymarnar í, hesi báðir piltarnir, sum vit kanska fara at hoyra meira til um nøkur ár. Stendur tað til teirra, er í øllum førum eingin ivi um hetta seinasta. Ein stór uppliving Hjá dreingjunum sjálvur var eingin ivi taka nakrar burtur úr, og hetta harmast venjararnir báðir um. - Hetta hevur jú við sær, at fleiri leikarar ikki sleppa upp í part, hóast hetta einki hevur við fótbóltsevni teirra at gera. Onkustaðni máttu vit tó skera ígjøgnum, men vónandi ber til at hava eitt størri luttakaratal, um høvi býðst eina ferð afturat. Góð foreldur Sjálvsagt er eitt veldugt fyri- reikingarar- beiðið, sum skal fáast frá hondini, tá ein slík venjingar- lega skal gerast. Her hava venjararnir tó fingið stóra hjálp frá foreld- rabólkinum, við tað at foreldrini at dreingjunum stóu fyri so at siga øllum tí praktiska aftan fyri leguna. Ve n j a r a r n i r høvdu tískil ikki fyri neyðini at hugsa um, hvussu maturin skuldi tilgerast, um klæðini vórðu vaskaði o.s.fr. Einasti luturin, sum teir skuldu hugsa um, var ítrótt- arligi parturin, og sambært teimum báðum hevði tað so at siga verið ógjørligt at fyriskipað venjingarleguna uttan stóru hjálpina frá for- eldrunum. At teir á henda hátt fingu møguleika til bara at hugsa um ítróttarliga partin, halda teir báðir eisini var ein stór- ur fyrimunur, sum gjarna skuldi givið úrslit í eini betri tilrættislegging av sjálvari venjingini. Í øllum førum sóu allir dreingirnir út til at hugna sær óført, har teir við hvør sínum bólti royndu at venja og fínpussa nakrar av teim- um lutum, sum eru neyðugir at hava við sær á fótbólts- vøllin.