Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 40 – 26. februar 2000 post@sosialurin.fo Subject: Teldubræv Date: Wed 23. feb. 1999 To: post@sosialurin.fo From: hugoga@online.no Reply to: hugoga@online.no "Eg lá seks dagar á sjúkrahúsinum. Tá eg kom heim og hitti vinmenninar, koyrdu teir undir meg og søgdu: - Kom so fara vit eftir teimum. Vit hava fingið hendur á vápnum. Kom, vit leita eftir teimum. Um vit doyggja, so doyggja vit saman." Hetta er søgan hjá einum 15 ára gomlum norskum ungdómi. Hann varð stungin niður av nøkrum unglingum nakrar dagar frammanundan, og aftaná vildu vinmenninir hevna vinmannin. Søgan stendur at lesa í bókini "Hvis vi dør, så dør vi sammen", sum blaðkvinn- an Liz Buer gav út í vikuni. Hon hevur í langa tíð tosað við ungar norðmenn sum á ein og annan hátt ikki kenna seg vælkomnar í samfelagnum. Harðskapur millum ungdómsbólkar og einstaklingar hevur seinnu árini javnan verið at sæð í yvirskriftunum her í Noregi. Í vikuni sum fór varð ein ungdómur dømdur at sita fyri dráp. Hendingin fór fram miðskeiðis í Oslo fyri umleið tveimum árum síðani. Tann drápsdømdi var komin í býin, ávirkaður av øli og narkotika. Durðavørðurin noktaði honum atgongd, tí hann var ov fullur. Tann drápsdømdi tók eitt skot- Vit skulu doyggja saman Tað tykist, sum um tey yngstu í sam- felagnum als ikki hava nakað virði um tey ikki gera akkurát sum pápar, mammur og borgarstjórar meina at tey skulu gera. Her í Oslo hava teir pol- itisku myndugleikarnir steðga at kallað øllum ungdómsvirksemi í býarpørt- unum. Hetta hevur við sær at tey ungu fylkjast í miðbýnum. Her gerast tey partar av teimum ymsu bólkunum. Ert tú við í einum bólki, so verður tú vard- ur av bólkinum, og eingin uttanfyri fær loyvi at gera tær nakað. Hendan gongdin í norska samfelag- num, øðrum europeiskum samfeløgum og onkur vil siga at føroyska samfelag- ið eisini hevur fingið loyvið til at menna seg til eitt sera ótespiligt støði, tí politikararnir ikki gera nakað. Umframt harðskapin millum ung og fyri ein part børn, sæst broytingin í samfelagnum á til dømis, at barna- og framhaldsskúlar eru noyddir at seta vaktarfólk í størv fyri at verja næm- ingarnar móti harðskapi og ágangandi narkotikasølufólkum. Eisini eru næm- ingar á framhaldsdeildini stungnir niður í skúlastovuni og vit hava eisini sæð, at næmingar eru dripnir í skúlastovuni. vápn úr lummanum, og skeyt eitt skot inn í hølið. Tíverri stóð ein annar ung- lingi og skuldi keypa okkurt í barrini. Hann varð raktur í høvdið av skotinum og doyði stutt aftaná. Teir báðir kendu ikki hvønn annan. Hetta er ein tilvildarlig hending av fleiri, sum hava fingið nógva umtalu her, og sum eisini hevur fingið sam- felagið at vakna. Spurningurin er hvat samfelagið bjóðar komandi ættarliðum, og hví harðskapurin gerst so ógvusligur og meiningsleysur. Hví fara 16 ára gamlir norskir ungdómar í býin við skotvápnum og knívum? Stóra norska tíðindablaðið Dagbladet valdi at royna at gera nakað við harð- skapin. Saman við fleiri fóru tey undir tiltakið "Stopp volden". Gjøgnum hetta tiltak kom harðskapurin í brennidepilin. Orðaskifti millum ungdóm, vaksin, politikarar, foreldur, løgreglu, læknar og so framvegis gjørdi at fleiri tiltøk vóru sett í verk. Men sum ikki eina ferð, og tað kenna vit eisini til úr Før- oyum. Tá orðaskiftið tagnaði, gloymdu tey flestu vaksnu, hvat tey høvdu lovað. Og so eru vit har, vit vóru, áðrenn ung- lingin bleiv skotin ella stungin. Hesa seinastu tíðina er eisini komið fram at bólkar av ungdómum um viku- skiftini eru á ránsmannaferð heima hjá javnaldrum, sum hava bjóða vinfólkum heim, tí foreldrini ikki eru heima. Eftir lítlari løtu senda tey ungu boð gjøgnum fartelefonirnar um, at har og har er veitsla. Summi møta upp fyri at drekka seg inn í annan heim, meðan onnur bara eru úti eftir at stjala ella at oyði- leggja annans heim. Tey ungu leita eftir vónini, trúnni uppá framtíðina og meiningini við til- veruni. At krevja at tey skulu uppføra ordiliga hjálpir neyvan. Tey ungu eru eitt úrslit av tí samfelagnum, sum for- eldrini og tey vaksnu hava skapað. Royndirnar at lóggeva seg burturúr ungdómskriminaliteti hava higartil ikki hjálpt. Kanska eitt opið orðaskifti við tey ungu hjálpir. Tiltakið "Stopp volden" vísti, at ung og vaksin kunnu standa saman, og tá skuldi verið óneyð- ugt við ungdómsbólkum sum "vilja doyggja sama." STRONGD. Fleiri og fleiri ung fólk, sum arbeiða í telduvinnuni, gevast eftir fá ár í teirra starvi. Ein stórur partur av teimum, sum gevast, siga, at tað er tí, at tey vilja taka størri atlit til familjuna ella heilsuna. Hetta stendur at lesa í eini kanning, sum er gjørd av fakfelagnum hjá teldufólkunum, Prosa. Kanningin vísur, at teldufólk er útsett fyri so hørðum arbeiðstrýsti, at tey verða strongd og kenna seg útbrend. Tey halda, at tey skulu vita alt Ung teldufólk útbrend um teldur og helst loysa trupulleikarnar, áðrenn teir hava víst seg. Prosa heldur, at teldufólkini sjálvi hava skuldina av teirra støðu. Teir taka ov nógv arbeiði á seg, og tey meta arbeiðið sum eitt frítíðarítrív, og tí hava tey hug at arbeiða nógv og at hava ábyrgd. Men fyrr ella seinni verður hetta ovmikið hjá teimum, og tey gevst. Vanligt er, at fólk í telduvinnuni gevast, tá tey eru komin upp í 30’ini. Fólk, sum arbeiða í telduvinnuni, halda ikki nógv ár í starvinum, vísur nýggj kanning GEISLAVIRKNI. Norðurlend- sku umhvørvisráðharrarnar stúra fyri gongdini á umstrídda bretska kjarnorkuverkinum Sellafield. Á einum fundi í Keypmannahavn týsdagin samdust teir um eina samtykt, sum finnist at viðurskift- unum á Sellafield. Ein frágreiðing um kjarnorku- verki, sum kom fram í síðstu viku, víst, at tað trygdarviðurskiftini eru ikki í lagi, og at geislavirkni fram- haldandi verður latið í havið. Har- afturat varð staðfest, at starvsfólk á verkinum í fýra ár hava svikað við málingunum av geislavirkni. Danski ráðharrin Svend Auken heldur, at verkið skal steingjast. Hann sigur, at tað fer at fáa van- lukkuligar avleiðingar fyri havið, um ein vanlukka hendir á Sella- field, og hann vísur á, at tað geisla- virknið, sum í dag verður mált Norðsjónum, stavar frá Sellafield. – Vit eru farnir at stúra, eftir at nýggja frágreiðingin setir spurn- artekin við, um tað er nakað sum helst skil á verkinum í Sellafield, sigur Svend Auken, sum eisini er formaður fyri havumhvørvis- felagsskapin OSPAR. Norðurlendsku ráðharrarnir siga seg verða sinnaðar at taka upp samráðingar við bretsku stjórnina um Sellafield, tí teir kenna seg alt annað enn tryggar við verkið eftir seinastu frágreiðingina, sum nú er komin fram. Finnast at Sellafield TÓNLEIKUR. Danska song- kvinnan Søs Fenger hevur verið so illa fyri, eftir at hon í síðstu viku koyrdi á eina 82-ára gamla konu, at hon hevur útsett útgávuna av nýggju fløgu síni. Eldra konan, sum Søs Fenger koyrdi á við Trianglen í Keyp- mannahavn, doyði av løstunum, hon fekk. Ein konsert hjá song- kvinnuni, sum skuldi verða sama dag í Vega, varð avlýst, og nú er útgávan av nýggju fløguni hjá Fenger útsett til 1. mars. Plátu- felagið BMG Danmark sigur, at fløgan verður útsett orsaka av van- lukkuni og í virðing fyri teimum avvarðandi. Songkvinna fekk skelk FILMUR. Kendi amerikanski sjónleikarin og leikstjórin Woody Allen hevur gjørt ein tríggjar min- uttir langan film, sum neyvan verður vístur aðrastaðni enn í New York. Filmurin snýr seg um grann- alagið hjá Woody Allen, Carnegie Hill í New York. Ætlanin er at byggja eitt nýtt háhús í umráð- num, og tað fer at kasta skuggar á havan hjá Woody Allen og annars at broyta grannalagið nógv. Fólk- ini, sum búgva í økinum, eru í øðini inn á ætlanina, og tey halda, at umráðið verður oyðilagt av há- húsinum. umráðið. Woody Allen í tríggjar minuttir Jógvan Hugo Gardar, Oslo 14. februar fingu Heidi Jo- ensen og Brian R. Jensen, Næsbjerg, Varde, eina dótt- ir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3800 gr. 14. februar fingu Anja og Petur Samuelsen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 17. februar fingu Armgarð og Ansgar Sørensen, Trong- isvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3550 gr. 17. februar fingu Vima Hansen og Jóannes Leivs- garð, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 54 cm. long og vig- aði 4050 gr. 17. februar fingu Fía Joh- annesen og Theodor Ørva- rodd, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3800 gr. 18. februar fingu Elsebeth Joensen og Ottar á Lofti, Fuglafjørður, eina dóttir. Hon var 57 cm. long og vig- aði 4000 gr. 18. februar fingu Tordis Poulsen og Høgni Dahl Jak- obsen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR ANDLÁT 16. februar: Oluffa Johansen, fødd Poulsen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi á Amager, 82 ár Eskilda Højgaard, Toftir, ættað úr Vági, 88 ár 17. februar: Haldur Simonsen, ættaður av Velbastað, búsitandi í Vordingborg, 88 ár Johannes Jacobsen, Hannis, Tórshavn, 56 ár 18. februar: Henrikka Petersen, fødd Matras, Klaksvík, búsitandi í Holbæk, 93 ár 19. februar: Leivur Eidesgaard, skipari, Oyndarfjørður, 69 ár Mogens Jespersen, Tvøroyri, 61 ár 20. februar: Petur Ludvig, Toftalíð í Vági, 54 ár 22. februar: Frida Dam, Húsavík, 85 ár 23. februar: Egil Vest Hammer, Eiði, 74 ár Sexagesima sunnudagur Vesturkirkjan: kl. 11, (Talvan gongur fyri Heimamissión- ina) Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri Joensen (Talvan gongur fyri Heimamissiónina) Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk (Talvan gongur fyri Hina Føroysku Heimamissiónina) Nólsoy: kl. 12, altarg. Sonja Klein Hestur: kl. 12, Bergur D. Joensen (Talvan gongur í Suður- streymoyar vestara prestagjaldi fyri Heimamissiónina) Skopun: kl. 12, Jákup R. Hansen (Talvan gongur í Sandoy- ar prestagjaldi fyri Heimamissiónini) Vestmanna: kl. 12, Marjun Bæk Sandavágur: kl. 12, David Johannesen (Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága Prestagjaldi fyri Heimamissiónina) Árnafjørður: kl. 12, altarg. Niels Pauli Danielsen Mikladalur: kl. 12, altarg. Hans Eiler Hammer (Talvan gongur í Norðoya vestaraprestagjaldi fyri Heimamissión- ina) Christianskirkjan: kl. 11, lestur Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10, Hvannasund: kl. 12, familjugudstænasta (barnakór syngur) Norðoya Røktarheim: kl. 14,30, Meinhard Bjartalíð Oyndarfjørður: kl. 12, altargangur, Jógvan Fríðriksson Glyvrar: kl. 11, altarg. Jónsvein Bech (Talvan gongur fyri Heimamissiónina í kirkjunum í Nes prestagjaldi) Fríðrikskirkjan: Manskórið í Meinigheitshúsinum í Havn syngur undir gudstænastuni Saksun: kl. 11, Martin R. Jacobsen Norðskála: kl. 11.40 skriftarmál, kl. 12 messa (sjónvarpað) Eiði: kl. 17, messa, Emil Olsen (Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Heimamissiónina Gøta: kl. 11, konfirmatión Peter O. K. Olofson, (Innsavn- an til Heimamissiónina í øllum Fuglafjarðar prestagjaldi uttan Gøtu) Tvøroyri: Petur M. Rasmussen Vágur: kl. 11, Ólavur Rasmussen (Talvan gongur fyri Kirkjuligu Heimamissiónina í kirkjunum í Suðuroyar sunn- ara prestagjaldi) Frá Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli, kl. 19: Møti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30: Minnismáltíð Harrans, kl. 12: Sunnu- dagsskúli og kl. 18: Evangeliskur fundur. Jógvan Skýlindal talar. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 ATAP. Sunnudagin onki møti á Rhema, vegna felagsmøti úti í Læraraskúlahøllini við Annfinn Clementsen úr Noregi. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17: landsbøn, kl. 20: felagsmøti í læraraskúlahøllini v/Arnfinn Clementsen, í morgin kl. 06.00 morgunbøn, kl. 11 felagsmøti í lærara- skúlahøllini v/Arnfinn Clementsen, kl. 18 felagsmøti í lær- araskúlahøllini v/Arnfinn Clementsen. Mánadagin lk. 06.00 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli, kl. 18: Familjumøti v/Eivind og Duritu Mouritsen. Týskvøldið kl. 20: Bíbliutími, evni: Missión eftir Jesu himmalferð. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Aðalfundur, sum áður lýst. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma v/Hanus Samuelsen. Evni: Hvíti Krist fyri 1000 árum síðani á Tinga- nesi í samband við 1000 ára haldið fyri kristniboðanini. Týsdagin kl. 16 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 Møti, kl. 13.30 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn og kl. 18 møti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14.00 sunnudagsskúli. Einki møti vegna vikuskiftismøti í Læraraskúlanum. Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti hjá Lissy og Eyðfinn, Heygsbreyt 2. Verið øll hjartaliga vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin onki møti, vegna møti í Læraraskúlahøllini. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 21: Bøn og breyðbróting. Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús við Maibritt Frederiks- berg. Sunnudagin kl. 17: Møti við Egil Toftegaard. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Bønhúsið Søldarfjørður Møti sunnudagin kl. 18 v/John S. Myllhamar, trúb. Inn- savning. Meinigheitshúsið á Skála Ungdómsmøti verður í kvøld v/ Jógvan Fríðriksson, presti. Evni: Boðan. Hjartaliga vælkomin. Tjørnuvík Svenning av Lofti og Mikkjal Thomasen tala á møtinum, sum verður í bygdarhúsinum kl. 15 sunnudagin. Eli Smith og Ólavur á Váli syngja. Missiónshúsið í Oyndarfirði Sunnudagin kl. 16 møti v/John S. Myllhamar, trúb. Inn- savning til Fólkakirkjuliga Missión. Samkoman Ørkin Evangeliskt møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará sunnudagin kl. 17.00. Húsmøti verður týsdagin kl. 20.00 hjá Irenu Bech, Ritu- vík. Berøa, Saltangará Ungdómssamfelagsmøtini byrja fríggjakvøldið 25. feb. Leygardagin kl. 15 Bíbliutími v/Oddur Lamhauge, kl. 16 Bíbliutími v/Jústinus Eliassen, kl. 20 Ungdómsmøti. Tal- arar: Jens Bech og Jákup Hansen og kl. 22 Opið hús. Talari: Joen Magnus Rasmussen. Sunnudagin kl. 17: Evangeliskt møti. Talarar: Poul Jóhan Djurhuus og Billy Hansen. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18.30 Lovsang- & bønarmøti, kl. 19 Møti, kórið syngur. Innsavnan fyri húsið. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14.00. Vikuskiftismøti verða fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18. Ymiskir talarar og sangarar úr oynni luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin í Vági Evnisvikuskifti: Leygarkvøldið kl. 20 Hugnaløta, Niels Edvard sigur frá um arbeiði í Herberg Frelsunarhersins. Sunnudagin kl.14 Sunnudagsskúli, kl. 18 Møti v/Toril og Niels Edvard. Mánadagin kl. 17 Juniorklubbur, kl. 20 Heimaforbundið. Betel, Vágur Fríggjadagin kl. 20: Uppbygg. fundur v/Z. Zachariasen. Leygardagin kl. 20: Uppbygg. fundur v/Z. Zachariasen. Sunnudagin kl. 11: Breyðbróting. kl. 13.30: Sunnu- dagsskúli, kl. 18: Evangel. fundur v/Z. Zachariasen. Mánadagin kl. 20: Bønarfundur. Ónsdagin kl. 20: Uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Føroysk guðstænasta í Esbjerg Sunnudagin 27.2. kl. 15.00 verður guðstænasta í Zions- kirkjuni, við Hera Eltør. 18. februar fingu Katrin Justinussen og Bjarki O. Johannesen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr. 19. februar fingu Malan Eyðunsdóttir og Magnus Østner, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3600 gr. 19. februar fingu Eyðhild Christiansen og Hans Es- bern Fuglø, Argir, eina dótt- ir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3300 gr. 22. februar fingu Jórun og Virgar Hvidbro, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3100 gr. 23. februar fingu Elisabeth Poulsen og Fríðálvur Jes- persen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3300 gr. 23. februar fingu Marjun Kajsdóttir Joensen og Rúni Herup Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4050 gr. 23. februar fingu Beinta Kass og Birgir Fonsdal Kass, Vestmanna, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3100 gr. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 26. feb.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016 Sunnudagin 27. feb.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016 Norðoyggjar: Magnus Magnussen, tlf. 455451 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir Brúdleyp Í dag 26. februar giftast í Grundtvigskirken í Keyp- mannahavn Randi Ellingsgaard úr Havn og Mar- tin Frederiksen úr Køge. Adr. Pragtstjernevej 23, 1. th. 2450 København N.V. Leygardagin 11. mars giftast í Hvalbiar kirkju, Noomi Hammerfoss, Froðba og Danjal Olsen, Hvalba. Vælkomst verður í Royn-høllini kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 375071 ella 375129 í seinasta lagi 26. feb. 2000.