Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 17 umborð At føroyski fiskiskipaflotin í løtuni liggur í andaleypi, kunnu ikki fleiri meiningar ikki vera um. Trupult hevur verið at mannað línuskipini, og fleiri noyðast at loysa undirmannað, um tey yvirhøvur sleppa til fiskiskap. Nøkur línuskip – tey, sum roynast drúgvast – eru tó frægari stillaði við fólki. Flestu línuskip merkja kortini minkandi áhugan at sigla og fiska. Enn hevur lítið verið at hoyrt um støðuna hjá ísfiskatrolarunum – ella partrolarunum, sum vit vanliga rópa teir. Skipini fara og koma, og líkt er til, at hesi skip enn hava rímiliga støðuga manning. Tó man gangast verri at manna teir ísfiskatrolarar, sum eru gamlir og ofta liggja, tí ymiskt er at gera við skipini. Størstu trupulleikarnir hjá fiskiskipaflotanum eru hækkandi oljuprísirnir, lítla toskaveiðan og óvissan um fólkið, sum skal manna skipini. Hugsandi er, at tað eisini hevur havt sína ávirkan á fiskaprísirnar, at størstu feløg­ ini, sum keypa fisk, koyra við stórum halli. Tað seinasta, sum er hent, er, at tey stóru nótaskipini – okkara flaggskip – eru givin at fiska svart­ kjaft, tí tað “loysir” seg betri at liggja við bryggju. Á midnátt mikukvøldið góvust flestu svartkjaftaskip at fiska, og Felagið Nótaskip segði orsøkina vera høgu oljuprísirnir, lækkandi fiskaprísir og lakur svartkjaftafiskiskapur í løtuni. Svartkjaftur er lutfalsliga bíligur fiskur, og tí skulu stórar nøgdir til, um veiðan skal loysa seg. Sum skilst, eru eini 15.000 tons eftir av svartkjaftakvotuni, og ivasamt er, um tað fer at loysa seg hjá skipunum at fara eftir teimum. Seinasta árið er oljuprísurin hækkaður við góðum tveimum krónum fyri liturin. Hetta svarar soleiðis til eina eyka útreiðslu hjá nótaskipunum, sum í miðal brenna einar 4 miljónir litrar um árið, upp á umleið 8 miljónir krónur. Samstundis, sum oljuprísurin er hækkaður, er avreiðingarprísurin á svartkjafti lækkaður við einum triðingi. Í fjør var meðal avreiðing­ arprísurin 1,25 krónur fyri kilo, og í seinastuni hava skipini fingið 85 oyru fyri kilo. Hetta merkir, at tá fiskiskapurin ikki er góður, er ikki lønandi at fiska svartkjaft til ídnað. Í juni mánaði tekur fiskiskapurin eftir sild og makreli seg vanliga upp, og tá verður støða tikin til, um skipini fara á hesa veiði. Í ísfiskavinnuni vantar toskur uppi í veiðini, nú toskaveiðan undir Føroyum seinnu árini hevur verið vánalig. Javnan verður víst á, at tað loysir seg betri at fiska í eitt nú Noregi og Íslandi enn í Føroyum, og tað liggur líka sum í luftini, at tað eru føroysku sáttmálarnir, sum eru verri enn hinir. Men eitt, sum javnan verður gloymt í slíkum framførslum, er nøgdin av toski, sum havið kring hesi lond ber. Týdningurin av góðari toska­ veiði er ivaleyst nógv størri, enn mong geva sær far um. Hetta sást eisini undir og eftir kreppuárini í Føroyum fyrst í nítiárunum. Tá toskurin kom aftur, vendist gongdin, og nú toskurin aftur er illa fyri, gongur verri hjá botnfiskaflotanum. Samlaða norska toskaveiðan higartil í ár er sløk 120.000 tons. Til samanburðar kann nevnast, at toskaveiðan undir Føroyum alt árið 2007 bert var eini 11.000 tons. Íslendska stjórnin hevur skert sína toskaveiði í ár úr 190.000 tonsum í 2007 og niður í 130.000 tons í ár. Vit skulu ongan samanburð gera, sum byggir á tosk fyri hvønn fiskimann í hvørjum landi sær, men bert vísa á, at føroyska havøkið á ongan hátt ber somu toskaveiði, sum norskur og íslend­ skur sjógvur bera. Tøl yvir føroysku toskaveiðina gjøgnum mong ár vísa, at eitt miðal ár ber føroyski landgrunn­ urin umleið 25.000 tons av toski. Bæði norska og íslendska toskaveiðan eru størri enn øll botnfiskaveiðan undir Føroyum tilsamans. Fiskiflotin í andaleypi Meginparturin av rækjuflotanum fór fyri bakka fyri nøkrum árum síðan. Nú liggur ein stórur partur av djúpvatnsflotanum, samstundis sum flaggskipini í føroyska fiskiskipaflotanum – nótaskipini – eisini eru givin at fiska svartkjaft, tí tað “loysir” seg betri at liggja Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Døpur skýggj eru á luftini hjá føroysku fiskiskipavinnuni í løtuni Mynd: Karstin Vang