fríggjadagur 23. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 23. mai 2008
17
Stutt Sagt
Til hús hóast
hóttan
Andstøðuleiðarin í Zim
babwe, Morgan Tsvang
irai, sigur, at hann fer til
hús leygardagin, sjálvt
um tað ljóðar, at onkur
hevur lagt ætlanir um at
beina fyri honum, tá hann
kemur heimaftur. Tsvan
girai hevur ferðast runt
Zimbabwe tann seinasta
mánaðin fyri at savna sær
stuðul, nú stjórnin hevur
gjørt av at halda forsetaval
av nýggjum. Tað fyrra
valið var í mars. Tað vann
Morgan Tsvangirai, men
sambært myndugleikun
um fekk hann ikki tey
neyðugu 50 prosentini av
atkvøðunum, og tí verður
umval.
Andstøðan hevur fleiri
ferðir lagt Robert Mugabe,
forseta og myndugleikar
nar undir at ætla at beina
fyri andstøðuleiðaranum.
Upprunaliga
skuldi
Tsvangirai fara til gús
seinasta leygardag, men
settist aftur. Nú sigur
hann, at hann fer til hús í
morgin.
18 ferðir
á Mount
Everest
Tá tann 47 ára gamli Appa
Sherpa kom niðan á tindin
á Mount Everest í gjár,
setti hann eitt nýtt met, tí
hetta var 18. ferð, at hann
stóð á heimsins hægsta
fjalli, og so ofta hevur
eingin annar verið har
uppi. Appa Sherpa, sum
er uppvaksin niðan fyri
Mount Everest, var fyrstu
ferð uppi á fjallinum í
1989. Sambært skráset
ingini hava umleið 2.500
fólk verið uppi á Mount
Everest, síðani Edmund
Hillary og Tenzing Norgay
komu niðan á fjallið í
1953.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit eru trúlovað. Hetta er ein stórur og eydnuríkur
dagur, men tað kemur ikki óvart á nakran
Joachim prinsur í oktobur 2007
útlond
Seinnapartin í morg
in verða Joachim
prinsur og unnusta
hansara, Marie
Cavallier, vígd í kirkj
uni í Møgeltønder í
Suðurjyllandi
Tað er keypmannahavnar
bispur, Erik Norman Svend
sen, sum vígir tey bæði
klokkan fýra seinnapartin í
morgin.
Aftan á vígsluna eru
gestirnir bodnir í brúdleyp
á slottinum Schackenborg,
har tey nýgiftu hjúnini
skulu búgva. Hetta slottið
var ogn hjá Schackættini,
til kongshúsið yvirtók tað í
1978.
Joachim
prinsur
hevur havt tað um hendi og
hevur búð har síðani 1993.
Í sambandi við vígsluna í
morgin verður skipað fyri
ymsum tiltøkum í Møgel
tønder
og
aðrastaðni.
Millum annað hava kvinnur
í býnum tikið seg saman at
skipa fyri einum stórum
kaffiborði, har pláss er fyri
umleið 300 gestum, og í
annaðkvøld skulu 250 fólk
ganga
kyndlagongu
til
Schackenborg.
Hetta er aðru ferð, at
Joachim
prinsur
giftist.
Fyrru ferð var við Alex
andru, sum nú er greivinna.
Tey vórðu sundurlisin á
heysti í 2004 og skild á vári
í
2005.
Joachim
og
Alexandra fingu synirnar
Nikolaj og Felix.
Tað var um reppið, at
ísraelsk jagaraflogfør
skutu flogfarið við
Tony Blair niður
fyrradagin
Tony Blair, sum er serligur
sendimaður
hjá
teirri
sokallaðu Miðeysturkvar
tettini (ST, USA, ES og
Russland) var mikudagin á
veg við flogfari úr Egypta
landi til Ísraels, tá tvey
ísraelsk jagaraflogfør nærk
aðust flogfari hansara og
gjørdu seg til at leypa á.
Ísraelska
flogvápnið
hevði fleiri ferðir roynt at
fáa samband við flogfarið
við
fyrrverandi
bretska
forsætisráðharranum, men
tað hevði ikki svarað. Tí bar
ísraelska herleiðslan ótta
fyri, at talan kundi vera um
eina yvirgangsatsókn, og
tvey jagaraflogfør av slag
num
F16
vórðu
send
avstað. Sambært bretska
blaðnum The Times vóru
flogførini eftir øllum at
døma vápnað við rakettum
av slagnum Python.
Ikki fyrr enn tey bæði
jagaraflogførini komu so
nær flogfarinum við Blair,
at
flogskipararnir
fingu
boðað hinum frá, hvat teir
høvdu í kvittanum, svaraði
flogskiparin á flogfarinum
hjá Blair. Sambært The
Times vantaði tá lítið í, at
ísraelsku
jagaraflogførini
skutu.
Sambært blaðnum bleiv
Tony Blair ikki kunnaður
um málið, fyrr enn flogfar
hansara hevði sett seg í
Betlehem.
Ísraelska blaðið Maariv
skrivar, at tað vóru tekniskir
trupulleikar, sum gjørdu, at
flogskiparin á flogfarinum
við Blair ikki fekk givið
boð frá sær. Blaðið skrivar
frá fregnartænastukeldum,
at flogvápnið er sera vakið í
hesum tíðum, tí vandi kann
vera fyri, at Hizbollah
rørslan fer at senda smá
flogfør
inn
í
ísraelskt
loftrúm at søkja at málum í
Ísrael.
Hóttu við at skjóta flogfarið
hjá Tony Blair niður
Tony Blair visti ikki, at tvey ísraelsk jagaraflogfør mundu skotið flogfar hansara niður fyrradagin
Mynd: Polfoto
Joachim og Marie
giftast í
morgin
Morgan Tsvangirai er
hóttur við lívinum
Mynd: Polfoto
Joachim og Marie Cavallier
hittust fyrstu ferð á heysti í
2003, og tey vórðu trúlovað
í oktobur í fjør
Mynd: Polfoto