fríggjadagur 23. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
16
mítt land
Føroyar
Hjá teimum, sum kanska hvørki eru morgun- ella kvøldfólk, er høvi at hoyra tær
sendingarnar í røðini “Føroyar mítt land”, sum hava verið sendar í vikuni. Tað verður
í einari sending á Rás2 sunnudag klokkan 13. Tey fimm evnini, sum vórðu umrødd í
sendirøðini hesa vikuna, vóru gerðin av Oyggjarvegnum fyrst í sekstiárunum; stórbóndin
Mikkjal í Lamba, sum livdi í seytjandu øld; føroyski tjóðbúnin, hesa ferð knappatroyggjan;
gomul húsanøvn í Havn og veður. Tey, sum skrivaðu og bóru fram sendingarnar hesa
vikuna, vóru Magnus Gunnarsson, Maria Jacobsen, Nicolina Jensen Beder Eirikur
Lindenskov og Janus Mohr
Rás2, sunnudagin klokkan 13.
Føroyar mítt land í næstu viku:
26/5 Ólavur Clementsen
27/5 Jenny Lydersen
28/5 Nicolina Jensen Beder
29/5 Magnus Gunnarsson
30/5 Petur Martin Petersen
Hvønn gerandisdag kl.8, kl.9, kl.22 og kl.23, (týsdag tó 2230)
Føroyar mítt land
Leygardagin giftast Joachim prinsur og
Marie Cavallier í kirkjuni í Møgeltønder,
og har hava tey seinastu dagarnar havt úr
at gera við at fríðka um kirkjuna og økið
rundan um.
Forvitin ferðafólk hava eisini lagt leiðina
framvið í Møgeltønder fyri at vita, hvussu
tað sær út har, nú kongalig innrás verður í
morgin.
Møgeltønder verður av álvara í miðdepl-
inum leygardagin, tí bæði DR og TV2 hava
gjørt sær sjónvarpsstudio í býnum, og
haðani fara tey at senda allan leygardagin.
Eisini verður roknað við, at fleiri hundrað
tíðindafólk koma til Møgeltønder at fylgja
kongaligu vígsluni leygardagin.
Kirkja klár til
kongaliga vígslu