Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú hava øll møguleika at ogna sær eitt grundøki á Høgnanesi, sum er ein sera áhugaverd og øðrvísi verkætlan. Tað er økið kring Høganes og oman móti Løkinum, sum Nes kommuna ætlar at útstykkja til sethúsabygging og íbúðarbygging. Økið er 180.000 fermetur til støddar, og ætlanin er, at umleið 800 fólk skulu búgva í økinum. Fyrsta byggistig fevnir um 31 grundøkir. Arkitektarnir Høgni T. Hansen og Anders Abraham hava fingið fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes. Einasta treyt er, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilitetum, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva, m.a. eitt hotel, skúli, ein ítróttarháskúli og svimjihøll. Hetta er eitt náttúruvakurt økið, sum hevur hugtikið arkitektarnar í teirra arbeiði. Teir nevna Toftavatn og umhvørvið runt vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óavmarkaðum møguleikum hjá fólki. Stórur dentur er lagdur á, at varðveita mest møguligt av tí vakra umhvørvinum. Tí eru nakrar treytir gjørdar um, hvussu byggjast skal. T.d. er avmerkt, hvar á grundøkinum byggjast skal og at tað ikki má gerast garður rundanum grundøkið. Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Grundøkini hava 4 støddir, sum eru: Stødd Kostnaður Byggjast íalt við flatamál 335 m2 kr. 200.000 201 m2 67 m2 433 m2 kr. 275.000 260 m2 87 m2 530 m2 kr. 350.000 318 m2 106 m2 650 m2 kr. 400.000 390 m2 130 m2 Ynskir tú nærri vitan um hesa áhugaverdu og nýskapandi verkætlan, kanst tú hyggja inn á heimasíðuna hjá www.skyn.fo Grundøkir á Høganesi í fríðari sølu 19 Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti