Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 97 - 23. mai 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Terry skuldi ikki sparka Reyða kortið til Drogba bar við sær, at Chelsea mátti gera broytingar í brotssparksskjútt­ unum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er altíð lætt at vera eftirklókur. Men sambært hjálarpvenjaranum hjá Chelsea, Henk ten Cate, skuldi John Terry als ikki verið brotssparksskjúttar­ nar, um neyðugt varð við brotssparkskapping fyri at avgera Champions League­finaluna. ­ John Terry var ikki millum teir fimm, sum vit høvdu ovast á okkara lista, men vit máttu broyta ætlan, tá Drogba fekk reyða kortið, sigur Henk ten Cate við enska Sporting Life. ­ Vit høvdu sjálvandi fyrireikað okkum til brotsspørk, og hóast John ikki var ætlaður millum teir fyrstu fimm, so høvdu vit álit á hon­ um. Veruleikin er bara, at hann gleið, tá hann skuldi skjóta, sigur ten Cate, sum framvegis hevur stórt álit á Terry. ­ Hann skal nokk koma aftur, sigur hjálparvenj­ arin um liðskiparan, sum hevði leikutin sum óhepna hetjan miku­ kvøldið. John Terry sparkaði tá fimta brotssparkið hjá Chelsea í finaluni móti Manchester United. Skor­ aði hann, vann Chelsea fyri fyrstu ferð europisku meistarakappingina. Glíðandi avbrennarin bar tó við sær, at fýra brots­ spørk afturat máttu til, og so endaði steypið ístaðin á Old Trafford. Meira enn nakar annar dystur higar til í ár er dysturin á Streymnesi sunnu­ dagin eitt satt odda­ brak. Ein dystur, sum kann fáa heilt avgerandi ávirkan á oddastríðið næstu 19 umførini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fýra sigrar í fýra heimadyst­ um hava higartil borið við sær, at EB/Streymur hevur lagt seg á odda í Formula­ deildini. Og tí er einki for­ gjørt í, at sjálvsálitið er í topp, nú fimti heimadysturin stendur fyri framman. Hóast eingin dystur gevur meira enn trý stig, so skerst ikki burtur, at talan hesa ferð kann gerast um nøkur serstakliga týdningarmikil av slagnum. Saman við HB hevur EB/Streymur at kalla sprongt feltið, og við einum sigri sunnudagin kunnu teir veruliga leggja sjógv mill­ um seg og næstu liðini. Trýstið á HB Og tað er eisini sigurin, sum farið verður eftir, sigur Egil á Bø, sum er liðskipari hjá EB/Streymi. ­ Sjálvandi vilja vit tað. Stemningurin í hópinum er góður, og sum støðan er, so kunnu vit illa vera annað enn í góðum lag. Vit vita væl, at tvey stig ikki eru tann heilt stóri munurin, men sum støðan er júst nú, so leggur hetta kanska størri trýst á HB enn á okkum. Fyri okkum er tað so ikki nøkur vanlukka, um vit ikki vinna dystin,men sjálvandi fara vit eftir einum sigri. Ein sigur kann veruliga skapa eitt hol niður til HB, og sjálvt um tað enn er ótrú­ liga langur vegur eftir á mál – líkamikið hvussu leikur fer, so kann hetta fáa týdning, heldur Egil. Á Streymnesi hevur verið eitt sindur upp og niður við manntalinum seinastu vik­ urnar, men Egil sigur, at tað nú er um reppið, at allir mans eru tøkir. Sorin Ang­ hel hevur verið úti við skaða, men hann er mest sannlíkt tøkur sunnudagin, og so er spurningurin, um Mikkjal Thomassen er til reiðar at spæla, eftir at hann hevur havt trupulleikar við hælsinuni. Vilja vinna Tá Egil sigur, at trýstið kanska er á HB, er hetta eingin lygn. Høvuðsstðarfelagið fekk ein sálarligan upptúr við sigrinum á NSÍ seinasta sunnudag, og hesin í sjálv­ um sær kann gerast heilt nógv verdur. Hinvegin eru teir tvey stig aftan fyri EB/ Streym, og tí hevur HB á ongan ráð at tapa dystin sunnudagin. Men tað er nú heldur ikki tað, sum tosað verður um, stendur tað til venjaran hjá liðnum, Rúna Nolsøe. ­ Sjálvandi vita vit, at talan er um truplan dyst. Men vit fara so ikki inn á vøllin við tí hugburðinum, at vit ikki mugu tapa. Fyrst og fremst, so vilja vit vinna trý stig og harvið odda­ sessin. ­ Hinvegin hevur tað sjálv­ andi verið so, at vit hava havt eina sterka verju sein­ astu dystirnar, har sera fá mál eru farin ígjøgnum. Og tað vilja vit sjálvandi halda fast um. Júst tað hevur kanska verið munurin á HB í ár og undanfarin ár. Men har hava vit so havt trupul­ leikar við at skora, men vónandi varð tann knúturin loystur seinasta vikuskiftið, sigur Rúni. Hann dylur ikki fyri, at lagið í hópinum lyftist nógv av sigrinum sunnudagin, og so er spurningurin bara, hvussu Rúni fer at blanda sær kortini hesaferð. ­ Har stendur hampuliga væl til við fólki. Fróði Benjaminsen hevur tó trup­ ulleikar við lærkrikanum, men vónandi verður hann til reiðar at spæla sunnu­ dagin. Hartil vandu Mortan úr Hørg og Ólavur í Ólav­ stovu ikki við fullari ferð hóskvøldið, sigur HB­venj­ arin. Á stigatalvuni hava EB/Streymur og HB veruliga hug at skræða seg leyst frá restini. Sunnudagurin kann gerast heilt avgerandi fyri, hvussu kapprenningin verður teirra millum komandi 19 umførini EB/Streymur-HB: Brakið er við Margáir