Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 20 Virkisbygningur – Ritivíkshálsur, Rituvík Stórur vinnubygningur á Rituvíkshálsi. Bygningurin er í einari hædd við innskotum dekki í parti av bygninginum, veghæddin 893 fermetrar og innskoti dekk 587 fermetrar, íalt gólvídd 1.480 fermetrar. Grundøkið 5.209 fermetrar. Byggiár 2002. Høllin er vælegna til vørugoymslu, handil og annað vinnuligt endamál, eisini er møguleiki at byggja út upptil 3000 fermetrar. Afturat goymslurúmi er fýrrúm og toilett. Frá veghæddini er galv. stáltrappa upp til innskotnað dekkið. Alt uttanumsøki er javnað og asfalt­ erað. Kring alt økið er uppsett stik úr galv. Stáli og stál­ súlum. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í sera góðum standi, væntar ongar ábøtur. Ognin hevur ein trý ára leigu­ sáttmála. Um hóskandi boð fæst. Sethús – Mýruvegur 14, Norðskála Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er 150 m2 og niðara hæddin 150 m2 – í alt uml. 300 m2. Grundøkið er 890 m2. Byggár: 1980. Húsini hava nýggj vindeygu , nýtt tak, og nógv av gólvunum eru nýggj. Í erva er inngongd, durur, hjallur, baðirúm, køkur, 2 stovur , hjúnarúm, 4 kømur og trappuniðurgongd.. Í neðra er inngongd, gongd, fýrrúm, vaskirúm, baðirúm og 6 rúm. Garður / urtagarður er runt húsini og góð parkeringsviðurskifti. Niðara hæddin er sera væl egnað til skrivstovur ella annað líknandi virksemi, tekniskar innstalatiónir eru innlagdar. Húsini standa væl fyri, har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt , gott útsýni og stutt er til allar hentleikar. Prísuppskot : 1.500.000 Sethús – Høganesvegur 23, Toftir Húsini eru í 3 hæddum – ovasta hædd er 54 m2 ­ miðhæddin 54 m2 og kjallarin 54 m2 íalt uml. 162 m2. Til húsini hoyrur eisini eitt stórt úthús. Grundøkið er 890 m2. Byggár: 1924. Í miðhæddini er durur, gongd stova, køkur, trappuuppgongd og trappuniðurgongd. Í ovastu hædd er baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur. Í kjallarinum er fýrrúm/ vaskirúm og kjallararúm. Urtagarður og terassa er niðan fyri húsini.Øll miðhæddin er renuerað og nýtt baðirúm er á loftinum. Húsini hava nyggjan klædning og nýggj vindeygu. Húsini standa væl fyri, og har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt og gott útsýni. Um hóskandi boð fæst. Sethús – Viðargøta 25, Argir Nýggju, frálíka snøggu og stásiligu sethúsini eru í 2 hædd­ um á 138 m2 – í alt 276 m2 – alt innrættað. Grundøkið er 500 m2. Byggiár: 2007. Einki er spart, tá ið talan er um tilfar og dygd. Í erva er inngongd, gongd / hall / trappu­ gongd, baðirúm, arbeiðsrúm / kamar við klædnarúmi, stova við brenniovni, borðsstova / alrúm / køkur, hjallur, grovkøkur / vaskirúm við útgongd til garagu við inngongd og sjálvvirkandi portri. Í neðra er inngongd, gongd / trappugongd, stova / alrúm – har klárt er at seta upp køk, hjúnarrúm, baðirúm, kamar við klædnarúmi, goymslurúm / teknikkrúm, vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Altanur og garður / urtagarður er ávegis. Húsini standa í náttúru­ vøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Skúli, barnagarður og busssamband er nær við, og nýggjur skúli og ringvegur er á veg. Framúrskarandi panoramaútsýni er inn yvir Havnina og út á fjørðin. Um hóskandi boð fæst Íbuð undir Kongavarða, Tórshavn Nú eru bert 2 eindir eftir av frálíku íbúðunum undir Kongavarða, sum eru 102 m² til støddar. Harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki. Íbúðirnar eru á 4. hædd og hevur panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin. Afturat keypskostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið. Prísuppskot : 1.438.710 Handils – og skrivstovubygningur: Jónas Broncksgøta 40, Tórshavn Bygningurin er í 3 hæddum, veg­ og miðhædd eru hvør uml. 80 m2 og ovasta hædd uml. 10 m2 – í alt uml. 170 m2. Grundøkið er 179 m2. Byggiárið er upprunaliga 1950, men húsini eru høvuðsumvæld við bjálving, klædningi, vind­ eygum, hurðum, gólvum o.ø. Í niðastu hædd er inngongd, handilshøli, skrivstovuhøli, goymsla, fýrrúm og baðirúm. Í ovaru hædd er inngongd, gongd við trappu til loftið, 2 stovur / skrivstovur, køkur, baðirúm, 2 kømur / skrivstovur. Í ovastu hædd er kamar og loftsrúm / goymslurúm, sum til ber at innrætta til íbúð. Sunnanfyri er garður við inngongd til íbúðina. Bygningurin stendur við virkna handils­ / høvuðsgøtu nær miðbýnum í Havn og kann nýtast til handil og umsiting eins og til bústað. Prísuppskot : 2.300.000,00 Sethús – Fútalág 36, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum – samla búvídd er uml. 250 m2. Grundøkið er 586 m2. Byggiár: 1971. Húsini eru so við og við dagførd og eru í besta standi. Í miðhæddini er trappu­ gongd/hall, stova við útgongd til stóra terassu, borðstova / køkur, grovkøkur, bryggers/vaskirúm, skapsrúm, hjallur við útgongd til snóratræ, millumgongd, baðirúm og hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappupallur, stova / alrúm, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm. Í niðastu hædd er inn­ gongd, gongd / trappa / hall, fýrrúm / kjallararúm við egn­ ari inngongd og goymslurúm. Hartil er bilskúrur og góð parkeringsviðurskifti. Húsini standa sera væl fyri mitt í Havn í veðurgóðum, friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinarligum umhvørvi og hava góðan sólargang og sera gott útsýni yvir allan fjørðin. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús Haraldstrøð 12, Tórshavn Stór væl bygd sethús við garajsu ­ mitt í Havnini, 10 min. heim á Vaglið. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør hædd­ in uml.150 fermetrar í alt samlað búvídd á uml. 300 fermetrar. Byggiár 1968, umvæld 1986. Veghæddini: dur­ ur, gong / trappa til kjallara, køkur, spísustova, sjónvarps­ stova og stova, hjúnarrúmvið klædnarrúm og baðirúm við brúsu. Kjallarahæddin: sjálvstøðug íbúð við egnari inngong: durur, gong, køkur, stova, trý kømur, baðirúm við brúsu, trappa upp til veghædd, vaskirúm/kjallararúm við oljufýr. Garagan er innrættað við hjalli og goymslurúm. Húsini liggja sera væl fyri á einum friðarligum blindum vegi, uttast á tromini, við sera góðum útsýni yvir Havnina. Hugnaligur utagaður við runnum og giring kring húsini. Byggiár: 1968 ­ Grundøkið er 400 fermetrar til víddar. Prísuppskot: kr. 2.800.000,00. Sethús – Eystari Ringvegur 3, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er 124 m2 og niðara 73 – í alt uml. 197 m2. Grundøkið er 889 m2. Byggár: 1966. Í erva er inngongd, durur, hall, baðirúm, køkur, borðstova, stova, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við egnari útgongd, hjallur, millumgongd og 3 kømur. Í neðra er inngongd, gongd, 3 goymslu­ og kjallararúm, ið lættliga kunnu innrættast til íbúð. Garður / urtagarður er runt húsini og 4 – 6 bilar kunnu standa í túninum. Húsini standa nær býnum í sera náttúruvøkrum umráði út til friðað øki, og har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt og gott útsýni. Prísuppskot : 2.300.000,00 Sethús – á Signabø 30, Signabøur Snotuligu húsini eru í 3 hæddum., sum hvør er 85 m2 ­ samlað búvídd 255 m2. Í ovastu hædd er hjúnarkamar, 2 kømur, baðirúm og útiloft. Í miðhæddini er durur, gongd, wc, køkur, bryggers og stova. Í niðastu hædd er fýrrúm/kjallararúm, kamar, hobbyrúm, wc og trappurúm. Húsini eru úr timbri, grundin er úr betongelementum við 100mm bjálving og tekjan aluminium. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið og sparkivøllur er tætt við. Bussambandið er sera gott, tað tekur 20 min til Havnar. Og tað tekur bert fáar min til barnagarð, dagrøkt, skúla, skótahús, svimjihøll, handlar o.a Um hóskandi boð fæst. Grundøki í Vesturbýnum Stórt grundøki í Vesturbýnum, 648 fermetrar til víddar. Stykkið er sera slætt og liggur friðaligt og frítt fyri, nak­ að av útsýni. Grundøkið liggur beint við dagstovn og komandi skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt heim í miðbýin. Um hóskandi boð fæst. Sethús – Oyrabakkavegur 41, Oyrabakki Hugnaligu húsini eru í 3 hæddum. Ovasta hæddin er umleið 45 m2 ­ Miðhæddin er umleið 65 m2 ­ Kjallarin er umleið 45 m2. Íalt umleið 155 m2. Grundøkið er 1960 m2. Byggiár 1953. Til húsini hoyrir eisini eitt úthús/garaga. Í ovastu hæddini eru 2 kømur og hjúnarúm. Í miðhæddini er durur, hjallur, gongd, baðirúm, køkur og stova. Í niðastu hæddini er kjallararúm/fýrrúm. Tað er urtagarður rundan um húsini, ið standa væl fyri og hava sera gott útsýnið. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Prísuppskot : hóskandi boð Tvíhús : Lynggøta 5, Norðskáli Í mai mánaði 2008 varð farið undir at byggja eini tvíhús á Lynggøtu við Norðskála, sum verða liðug í septembur mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd ­ samlað búvídd 95 fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði soleiðis : Durur, gongd, baðirúm, forstova , 2 kømur, hjúnarrúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt goymslurúm at hoyra til húsini. Prísur: kr. 1.150.000,00. Tvíhús – Norðskálavegur 17 Í nov. 2007 varð farið undir at byggja húsini, sum verða liðug í mai 2008. Húsini eru í 2 hæddum – samlað bú­ vídd umleið 180 fermtrar. Hava Føroyaprofilklædning, svart alu­tak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar (Finland), og gólvini á vesinum er sveisað vinyl. Í miðhæddini er durur, gongd, stova og køkur í einum við útgongd til altan, baðirúm við brúsu, við møguleika fyri vaskirúmi, hjúnarrúm, 2 kømur og goymslurúm. Niðara hæddin er óinrættað, tað er møguleiki at gera trappuniðurgongd frá goymslurúminum. Sunnara helvtin er seld. Norðara helvtin er nærum innflytingarklár. Prísuppskot : 1.250.000,00 Summarhús – Stykkið, á Stykkinum Hugnaligu summarhúsini eru í 1 hædd – sum er umleið 62 m2 . Grundøkið er umleið 1640 m2. Byggár: 1974. Tey eru soleiðis inrættaði : Durur, gongd, goymslurúm/ vaskirúm/fýrrúm, 2 kømur, stova, køkur og baðirúm. Húsini eru í sera góðum standi, hava nýggj gólv, nýtt baðirúm , nýggjan ketil og oljufýr Tað er stór terassa runt húsini. Tey standa sera væl fyri, í friðaligum umhvørvi og hava panoramaútsýni. Um hóskandi boð fæst. Tvíhús – Gerðisgøta 9, Lamba Húsini verða eftir ætlan liðug á heysti 2008. Húsini verða í 2 hæddum – samlað búvídd 200 fermtrar. Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart alu­tak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar (Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Í ovaru hæddini verður durur, gongd, baðirúm og 2 kømur, hjúnarrúm, goymslurúm, køkur/stova og svali. Møguleiki verður at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Niðara hæddin verður óinrættað. Tapetsering og máling eru ikki íroknað prísin, men møguleiki er fyri at fáa hetta gjørt. Prísur : 1.250.000,00