fríggjadagur 23. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 97 - 23. mai 2008 ]
Trý nýggj dystarmet
Melena Josephesen, Rannvá B. Andreasen og Randi S.
Wardum settu allar nýtt dystarmet á kvinnulandsliðnum í
fótbólti, tá spælt varð í Luksemburg seinasta vikuskiftið.
Undan ferðina hevði Bára S. Klakstein úr KÍ metið við
11 dystum, men hon var ikki við á seinastu
landsliðsferðini. Tað gav hinum trimum møguleika at
vinna seg ovast á listan, har tær allar tríggjar eiga 12
altjóða skrásettar A-landsdystir.
Fá pláss eftir á
fótbóltsskúla
Fótbóltssambandið segði fyri stuttum, at talan í summar
bert verður um tveir fótbóltsskúlar. Nevnliga á Toftum og
í Sandavági. Rættiligur gravgangur hevur verið eftir
plássum á skúlanum, og longu nú er skúlin á Toftum
fullteknaður, verður sagt á heimasíðuni hjá FSF. Enn eru
tó nøkur pláss eftir í Sandavági, verður sagt.
NSÍ-Skála:
Spenn
ingur í
granna
upp
gerðini
Illa hevur gingist
í hond hjá
meistarunum,
men eisini Skála
skal hava stig
í sínum stríði
fyri at sleppa úr
botninum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinasta
vikuskiftið
gjørdi HB-venjarin bart,
tá hann vildi hava meira
ferð á sínar menn.
Og í Runavík eru tey
nú farin at spyrja seg
sjálvan, um Johan Niel-
sen fer at gera nakað av
tí sama, nú NSÍ tekur
ímóti Skála.
Meistararnir hava hig-
ar til verið lítið sannfør-
andi, og seinastu tveir
dystirnar hevur liðið
tapt móti teimum báð-
um, sum tey flestu
mettu, at NSÍ skuldi
kappast við í oddinum.
Tað hevur lagt stórt
trýst á NSÍ, sum als ikki
hevur ráð til at missa
nakað sum helst, nú
Skála vitjar. Hinvegin
kann leggjast afturat, at
NSÍ tíðliga í kappingar-
árinum í fjør var í mein-
líkari støðu, og kann
liðið aftur nú seta eina
langa sigursrøð saman,
er oddurin ikki longur
burtur enn so, at hann
kann vinnast aftur.
Í fjør fór Skála úr
Runavík við stigi, og
kunnu teir aftur tað
hesaferð, er nøgdsemið
ivaleyst í lagi á Skála.
Seinastu tvær ferðirnar
hevur Skála eisini fing-
ið stig við sær, og uttan
iva munnu teir iðra seg
um, at talan ikki gjørd-
ist um trý stig, tá Vík-
ingur vitjaði á stevnuni
seinast.
Hóast góð avrik, so
er B71 í botninum
á stigatalvuni. B36
hevur tó ikki ráð at
missa nakað, skulu
teir fylgja við frammi
í oddinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir javnleik móti Skála og
tap í Klaksvík hevur B36 í
fyrstu atløgu mist samband-
ið við oddaliðini bæði.
Tað ber við sær, at B36
hesa ferð noyðist at vinna,
skulu teir gera sær vónir
um at toga seg uppaftur, har
tað er stuttligt at vera.
Avrikini seinastu dystir-
nar hava víst, at hóast B36
hevur havt bóltin nógv, so
hevur verið trupult at skapt
veruliga opnu málmøguleik-
arnar, og tað er væl hugs-
andi, at talan aftur verður
um mótstøðulið, sum fer at
geva B36 stóran part av
initiativinum, tá dysturin
skal skapast.
So er spurningurin, um
Heðin Askham hesa ferð
velur at nýta fleiri mans
frammi í álopinum. Higar til
hevur
Potemkin
sitið
rættiliga tungt á plássinum
sum einsamallur centerfor-
ward, meðan Patrick Sunday
hevur hitað beinkin, og
spurningurin er tí, um van-
liga 4-4-2 uppstillingin verð-
ur broytt. Verður hon tað, so
skal onkur annar setast á
beinkin, og tað kann verða
trupult við einum hópi, sum
við undantakið av Inga
Højsted er fullmannaður.
Hjá B71 er Rasmuns Niel-
sen ikki tøkur, og spurning-
urin er, um Jóhannus Jensen
er til reiðar at spæla, eftir at
liðskiparin meiddi sær arm-
in í dystinum móti B68.
Sandoyingar hava fyri tað
nógva sýnt sera góð avrik,
men tapið móti B71 var
dyggur smeitur á talvuni,
har sandoyingar nú eru nið-
astir. Tí skulu stig á kontina,
og
so
er
spurningurin,
hvussu Eli Hentze velur at
blanda sær kortini hesaferð.
Tá báðir uppflytar
arnir hittast líkist
ÍF einum greiðum
favoritti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ivaleyst er talan í Fuglafirði
um ein dyst, sum tey flestu
við kappingarbyrjan rokn-
aðu við skuldi telja sum
veruligt botnbrak.
Veruleikin í dag er tó ein
annar. ÍF hevur í nógvar
mátar fingið eina framúr
byrjan upp á kappingarárið,
og higar til eru tað bert
klaksvíkingar, sum eru farn-
ir úr Fuglafirði við einum
stigi. Fyribils hevur tað sett
ÍF á pláss hampuliga trygt
miðskeiðis á stigatalvuni,
og kunnu teir aftur hesa
ferð toga trý stig til høldar á
heimavølli, fer at síggja
heilt ljóst út hjá teimum.
Enn verður tað tó uttan
Bartal Eliasen, sum nú situr
seinna karantenudagin av
sær.
Hjá B68 lætnaði støðan
nakað nógv, tá teir vunnu úti-
dystin á Sandi um viku-
skiftið. Enn er tó langt ífrá
leyst og liðugt hjá teimum,
men bæði avrik og úrslit
hava verið heilt góð hjá tofta-
monnum seinastu tíðina, og
tí er einki at ivast í, at teir
ætla sær at fáa nakað burtur
úr hesum dystinum eisini.
Verður sæð burtur frá lang-
tíðarskaddur van Dooren og
Landing, hava toftamenn
allar sínar mans tøkar.
ÍF-B68:
Tvey’arin er favorittur
B36-B71:
Eingi ráð at tapa
Í fjør argaði B71 B36, tá teir móti kappingarenda tóku seinastu FM-vónina frá havnarliðnum.
Hesa ferð stendur tó munandi meira upp á spæl hjá B71