Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 97 • 23. mai 2008 Heilsurenningar eru væl umtóktar millum fólk. Farna vikuskiftið runnu 300 fólk fyri heilsuni í Klaksvík - teirra millum var landsstýrismaðurin við heilsumálum Ítróttarfelagið Treysti er saman sínum sponsorum farið undir heilsurenningar í Klaksvík. Hetta var roynt í fjørsummar og eydnaðist so væl, at tiltakið verður endurtikið í ár. Leygardagin var fyrsta renn­ ingini í tiltakinum, sum kall­ ast “Renn fyri heilsuna”, og sera nógv fólk var við í fyrstu renningini. Teirra millum var Hans Pauli Strøm, sum umframt at verða landsstýrismaður við heilsumálum eisini er ein íðin rennari. Fólk runnu ella gingu frá SportMaster mitt í býnum í Klaksvík, út á Skarðhamar og heimaftur. Og aftaná rennignina bar til at fáa eitt gott prát í góðveðrinum. Renna fyri heilsuni Nógv fólk var við til heilsurenningina í Klaksvík Summi høvdu fulla ferð á allan teinin Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, var við í renningini, og hann fekk sær eisini okkurt prát í góðveðrinum Fólk vóru í góðum lag, tá ið tey komu aftur á mál Karl Martin Samuelsen var væl nøgdur við tiltakið Eftir renningin bar til at fáa sær eitt prát og okkurt leskandi afturvið Heilsurenning Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo myndir: Guttorm Sørensen