mánadagur 26. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2008
Koyrdi útav við kenning
Leygarnáttina varð løgreglan boðsend til eitt ferðsluóhapp á
vegnum beint norðan fyri Kollafjarðartunnilin. Ein maður hevði
koyrt útav og hevði gjørt skaða á eitt stik. Men tað, sum verri var,
er tað, at tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at hann hevði
kenning, so seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn. Sjálvur
slapp hann frá óhappinum við smærri snuddum. Annars hevur
telefonin hjá løgregluni kimað dúgliga í nátt, men talan hevur
bara verið um smáttarí. Onkur fór til hendurs í miðbýnum, men
tað spældi væl av. Løgreglan mátti eisini rudda ymisk skelti
burtur, sum onkur hevði tveitt út á vegin og fráboðanir vóru
eisini um avdottin fólk, húsaófrið og annað tílíkt
Nýtt felag fyri løgfrøðingar
Tann 22. mai varð stovnandi aðalfundur í felagnum Lóg. Felagið er
stovnað við tí endamáli at skapa eitt forum fyri fakligum kjaki, samstarvi
og íblástri um løgfrøðilig evni. Millum teir 25 løgfrøðingarnar, ið vóru á
fundi, varð ein fimm manna nevnd vald. Í nevndina komu Jóannes Mad
sen, Gunn Ellefsen, Finn Ougaard, Kristina Samuelsen og Katrina Maria
Johannesen. Nevndin skipaði seg aftaná við Kristinu Samuelsen sum
formanni og Finn Ougaard sum næstformanni. Áhugaðir løgfrøðingar, ið
ikki hava fingið kunning um felagið, eru vælkomnir at venda sær til ein av
nevndarlimunum, sigur nýggja felagið í tíðindaskrivi.
Lógmálaráðið í
Tinganesi er so
illa mannað, at tey
fáa ikki havt nóg
gott eftirlit við
lógaruppskotum,
sum skulu leggjast
fyri Løgtingið. Tað er
ómetaliga óheppið
fyri rættartrygdina,
sigur Helena
Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna
RættaRtRygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Lógmálaráðið í Tinganesi
er ógvuliga illa mannað.
Ein uppgáva hjá lógmála
ráðnum er at gjøgnumganga
øll lógaruppskot, sum lands
stýrisfólk ætla at leggja fyri
Løgtingið fyri at tryggjað,
at tey eru ílagi og at tey eru
rætt orðað og ikki í mótstríð
við aðrar lógir.
Men vit eru so illa mann
að, at tað er ein uppgáva,
vit als ikki fáa røkt á nøkt
andi hátt, sigur Helena Dam
á Neystabø, landsstýris
kvinna í lógarmálum.
Hon sigur, at lógardeildin
lógmálaráðnum hevur bara
tveir løgfrøðingar í starvi,
har tann eini eisini er deild
arstjóri og tað er als ikki
nóg mikið til at gjøgnum
ganga øll lógaruppskotini.
Sostatt er tað rættiliga
vónleyst hjá okkum at røkja
okkara eftirlitsskyldu við
lógaruppskotum, sum skulu
leggjast fyri Løgtingið.
Tì er tað ógvuliga átrok
andi at fáa pening til fleiri
lógfrøðingar, so at vit fáa
røkt hendan partin av okk
ara virkisøki nóg væl.
Serliga nú vit hava so
nógvar yvirtøku á skránni
eins og nógv ríkislógartil
mæli skulu lagast til og
setast í gildi í Føroyum, er
tað ógvuliga átrokandi, at
vit uppraðfest sjálva lógar
deildina, so at vit fáa gjøgn
umgingið alt tað lógar
arbeiði á nøktandi hátt.
Hon heldur tí, at tað er
neyðugt at fáa einar tveir løg
frøðingar afturat, men tað
hevur løgtingið ikki játtað
pening til, sum støðan er nú.
Hon heldur, at í einum
rættarsamfelag er tað rætti
liga óheppið, at tey ikki
hava nóg mikið av arbeiðs
orku til at eftirkanna tær
lógir, sum skulu setast í
gildi í Føroyum.
Sum støðan er nú, hava
vit verið noydd at send fleiri
stór lógarverk aftur til tey
ráðini, sum skulu leggja tey
fyri Løgtingið, uttan at hava
havt
møguleikan
at
eftirkanna tey nóg væl.
Hon nevnir nýggju trygg
ingarlógina og lógina um
Fróðskaparsetrið sum dømi
um tvær slík lógaruppskot,
sum tey ikki hava havt um
støður at eftirkanna nóg væl,
men fleiri onnur dømi eru.
Men tá ið trupulleikar
stinga seg upp, er tað ofta
fyrisitingin, sum stendur
fyri skotum. Tí er trupul
leikin ikki bara tann, at okk
um tørvar fólk, Trupulleikin
er eisini, at tað er tórført at
varðveita fólkið, vit hava
sum er nú, tí tað er ikki ser
liga motiverandi at standa
fyri skotum í heilum, tá í
veruligi trupulleikin er, at
tað er trot á fólki.
Óheppið fyri rættartrygdina í Føroyum
Leygardagin verður
ókeypis at koyra við
bussunum Bygda
leiðum og at sigla
við skipunum hjá
Strandferðsluni. Men
fyri at lokka fólk at
brúka almennu buss
arnar, verður tað
ikki ókeypis at koyra
ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar í egnum bili
Ókeypis feRðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin 31. mars ætla
landsstýrið og Strandferðsl
an at gera eina roynd at lata
eyguni á fólki upp fyri
almenna ferðasambandinum
við bussunum hjá Bygda
leiðum.
Tá verður nevniliga ókeyp
is at sigla við Strandferðsl
uni og at koyra við buss
unum hjá Bygdaleiðum.
Men tað verður ikki
ókeypis at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar
í
egnum bili.
Og tað er við vilja at tað
er gjørt so, at tað eisini
henda dagin skal kosta at
koyra ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar í egnum bili.
Ætlanin er gera eina
roynd at lata eyguni á fólki
upp fyri møguleikanum at,
sum almenna bussambandið
hjá bygdaleiðum gevur fyri
at ferðast ímillum bygdir
og oyggjar, sigur Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna í lógarmálum.
Hon heldur, at fólk eru
kanska ikki nóg varug við
hendan møguleikan, sum
tað er at ferðast við bussun
um hjá Bygdaleiðum.
Serliga nú prísurin og
olju og bensini bara ganga
uppeftir, kann tað í allar
mátar verða skilagott at
venja seg til at brúka bussar
nar heldur enn altíð at koyra
í egnum bili.
Tey fægstu brúktu
bussarnar
Strandferðslan fær pening á
fíggjarlógini til at gera tað
ókeypis at ferðast við Strand
ferðsluni og Bygdaleiðum í
tveir dagar um árið.
Í fjør var tað ókeypis at
sigla við Strandferðsluni
sama dag sum undirsjóvar
tunlarnir vóru ókeypis.
Royndirnar vísa, at nógv
størsti ferðafólkastreymurin
var frá útjaðaranum inn á
meginøkið við egnum bili
og at møguleikin at ferðast
ókeypis við bussunum varð
lítið brúktur.
Fyri at fáa fleiri fólk at
koyra við Bygdaleiðum, ser
liga ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar og eisini fyri at
fáa fleiri fólk at ferðast frá
meginøkinum til útjaðaran,
verður tann fyrri ókeypis
ferðingardagurin í ár lagdur
leygardagin, har tað ikki er
ókeypis at koyra gjøgnum
undirsjóvartunlarnar.
Royna at lata eyguni á fólki upp fyri
almenna sambandinum
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, sigur, at
hon fær ikki røkt sínar skyldur
í Landsstýrinum og tað er
óheppið fyri rættartrygdina í
Føroyum
Tá ið tað í fjør var ókeypis at koyra við Bygdaleiðum og at sigla við Strandferðsluni, gekk nógv
størsti streymurin av ferðafólki úr útjaðaranum inn í meginøkið við egnum bili. Møguleikin
at brúka bussarnar var lítið brúktur, men nú verður ein roynd gjørd at gera fólk varug við
tann møguleikan, sum Bygdaleiðis geva og vónirnar eru eisini til, at fleiri fara at ferðast úr
miðstaðarøkinum út í útjaðaran