mánadagur 26. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2008
Tað er bæði við sorgblídni
og lætta at Hjalmar og Tin
na Petersen venda biðjandi
barnaeygum, babydukkum
og bangarum bakið
Handilsmynd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Sum barn droymdi eg um, at mam
ma skuldi gloyma meg eftir hjá
Hjalmari. So kundi eg vera inni
læst har eina heila nátt púra einsa
møll og blíva eftirlýst av politinum
í útvarpinum. Og tá starvsfólkini
komu til arbeiðis morgunin eftir,
lá eg og svav á gólvinum millum
rúgvur av upplætnum leikutoyi,
sum eg hevði spælt við.
Hetta var ein góður dreymur, tí
hvør sum bara átti ein leikutoys
handil – akkurát sum Hjalmar.
Men skjótt eigur Hjalmar ongan
Hjalmar meir, tí “Guli Bókahand
il” letur aftur og er settur á sølu
listan. Fyri eigararnar óivað ein
røtt avgerð, men fyri kundarnar
ein dáragerð, tí fáir handlar eru so
sjálvskrivaðir í býarmyndini sum
bókahandilin við ljóskurvarnar í
Miðbýnum í Havn.
Miðbýarlív
Vit vóna sjálvandi, at onkur upp
finnsamur persónur keypir handi
lin við tí fyri eygað at skapa lív í
miðbýin, siga tey bæði Hjalmar
Petersen (64) og konan Tinna Pet
ersen (58), nú vit sita uppi í erva í
gula húsinum; í íbúðini har mam
ma Hjalmar, Margretha, búði.
Her sita vit nú hendan vakra
summardagin í Havn; í friðarliga
kvistinum oman móti Steinatúni.
Jú, hetta er avgjørt besta útsýnið
fyri eina inkarneraða havnardamu,
hugsi eg, meðan eyguni fylgja
trokandi bilum og bussum, stórum
skúlataskum við smáum skúla
børnum og trillandi barnavognum
við mammum í mai. Her sat Mar
grehta eisini og kikaði, líka til tað
síðsta. Longu áðrenn hon doyði í
september í fjør var avrátt, at tá
hon var farin, skuldi handilin og
húsið seljast.
Fyri okkum er tað bæði við
sorgblídni og við lætta, at vit gev
ast. Vit orka ikki at halda fram.
Tað er so strævið og bundisligt at
reka handil, og tungt at fáa tað at
mæla runt, sigur Hjalmar, sum,
hóast hann er útlærdur timburmað
ur, hevur staðið í handlinum í 40
ár. Hann og Tinna eiga vaksin
børn, sum ikki hava hug at taka
við. So her í 2008 endar søgan
um bókahandilin hjá Hjalmar
Jacobsen, ið Hjalmar Petersen og
systkini hava rikið sum triðja
ættarlið. Í bókini hjá Birgari
Johannesen, “Havnin – fólk og
yrki”, verður greitt frá, at gamli
Hjalmar Jacobsen, bókbindarin,
lat bókahandil upp longu í 1914.
Tann 17. juli 1918, sama dag sum
Hvør sum bara átti