Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2008 H.N. Jacobsens Bókahandil læt upp niðri á Vaglinum, læt Hjalmar Jacobsen upp í “Ullvøruhúsinum” í Niels Finsensgøtu. Í 1927 keypti hann húsini hinumegin vegin, har handilin hevur verið síðani, sjálv­ andi við onkrari um­ og útbygg­ ing. Hugni hjá Hjalmar Fleiri ættarlið av føroyingum hava sostatt keypt leikur, skrivstovuút­ gerð, føroyskar bøkur og donsk vikubløð í handlinum, sum Hjalm­ ar og Tinna hava trivist so væl í. ­ Hóast vit hava havt úr at gera, hava vit altíð glett okkum mest til jólasøluna, sum hevur verið serli­ ga spennandi og hugnalig, sigur Hjalmar. ­ Ja, viðhvørt kundi eg vakna upp mitt um náttina við pínu í fingrunum, tí vit stóðu og pakkaðu inn allan dagin, skoytir Tinna uppí. Tey hava altíð sett eina æru í at veita eina góða tænastu, til dømis við at koyra vøru út til fólk, at ræt­ ta upp á feilir og at pakka gávurnar pent inn. Og her er altíð komið nógv fólk á gátt til eitt lítið prát ella at hvíla seg eina løtu í stóli­ num í horninum. ­ Hvønn morgun um tíggjutíðina fóru vit upp á til Margrethu til kaf­ fi. Hetta var ein sera hugnalig løta, har køkurin var fullur av fól­ ki, sum komu framvið. So har gin­ gu bylgjurnar ofta høgt kanst tú ætla, minnast tey við longsli. Góð børn í dag Tað krevst eitt serligt tol at arbeiða millum ýlandi bangarar, eggjandi Barbiedukkur og grenjandi børn. Tinna fortelur, at fyrr plágaðu børnini nógv meira. ­ Tey blivu fullkomiliga hyster­ isk og skríggjaðu, tá tey vildu hava okkurt. Hetta kemur næstan ikki fyri í dag, sigur hon, og Hjal­ mar er púra samdur við henni. Vit práta eitt sindur um, hví so man vera. Kanska tí tey vóru heima hjá mammuni fyrr? Ella tí tey eiga so nógv í dag og vita, at tey fáa oftast tað, sum tey ynskja sær? Ella duga vit vaksnu kanska betri at lofta børnunum, tá tey plága? Tað er ilt at siga. Spæla politi Hjalmar minnist eisini onkuntíð fyrr, at hann hevur virkað sum uppalari fyri foreldrini. Hann greiðir frá, at tað meiri enn so kom fyri fyrr, at børnini nápaðu okkurt. So komu foreldrini drags­ andi aftur við teimum, so tey kun­ du geva tingið aftur og biðja um fyrigeving. ­ Hetta var ein keðilig støða at vera í, tí børnini skammaðu seg og vóru kedd. Men sjálvandi skul­ du tey onkursvegna hava at vita, at tað var ikki í lagi bara at taka tingini, sigur hann. Fastir kundar Men flestu upplivingarnar vóru stuttligar og positivar. Millum annað var ein mamma, sum plagdi at ringja og spyrja eftir soninum Nikolai. ­ So funnu vit hann inni í króki­ num, har hann sat og hugnaði sær við einari bók, siga tey og flenna. Bæði børn og vaksin vóru dag­ ligir gestir. Millum teir føstu var listamaðurin Hans J. Glerfoss, sum plagdi at biðja Hjalmar keypa sær teknigreiðir í Danmark, til dømis kolstiftir. ­ Hann vildi vísa mær, hvussu tær riggaðu. So stóð hann við diskin og teknaði fleiri fínar tekn­ ingar, sum hann lat meg fáa, sigur hann errin. Tekningar, sum nú hanga heima í stovuni uppi undir á Varða. Bøllar og bíðilistar Gjøgnum árini hava tey hjá Hjalm­ ari fleiri ferðir selt vørur, sum øll knappliga vildu hava. ­ Eg minnist serliga, tá ið bøllar­ nir komu fyrst í 80unum. Teir vórðu seldir, áðrenn vit náddu at pakka teir út. Til endans oystu vit bara alla eskjuna út í vindeygað, so fólk sóu, at nú vóru teir aftur at fáa, sigur Tinna. Eisini Master Mind var sera vælumtókt í 70unum, og síðstu árini hava trampolinirnar gingið sum heitt breyð. Føroyska spælið Landa­ strok var so eftirspurt, at fólk settu seg á bíðilista til aftaná jól, tí kanska kom onkur inn aftur við einum spæli, um tey fingu tvey í jólagávu. ­ Hetta hevur alt verið vørur, sum fólk hava kimað okkum niður eftir, flenna Hjalmar og Tinna. Kappingin Hjalmar og Tinna halda ikki, at marknaðurin broyttist so nógv, tá BR lat handil upp á Hálsi. ­ Kundarnir hava altíð verið sera trúgvir, og tað vísti seg, at pláss var fyri báðum, sigur Hjal­ mar. Hann vísir á, at fleiri leiku­ toyshandlar hava verið gjøgnum ár og dag, millum annað gamli bókahandil, Griffilin, Maria Poul­ sen og í Handilskjarnanum. ­ Tað hevur ikki ávirkað okkara sølu, at aðrir handlar vóru. Men tá teir seldu út, ávirkaði tað søluna í eitt stutt tíðarskeið aftaná, siga tey. Miðbýurin Tá veðrið er gott, er miðbýurin hugnaligur, tí tá eru fólk til gongu. Men nógv er broytt hesi seinastu árini, og tað nívir tey bæði at sígg­ ja. ­ Miðbýurin er deyður. Síðani Konditaríið lat aftur, koma færri fólk oman í býin. Her eru ov nógv­ ar skrivstovur og lagursølur, og Miðbýarfelagið er óvirkið. Hand­ larnir áttu at drigið somu línu og samstarvað millum annað um upp­ og afturlatingartíðir, siga tey við ein munn. Onkrir áhugaðir keyparar hava longu ligið framvið gula húsinum. Sjálvi krevja Hjalmar og Tinna ikki, at ein møguligur keypari skal reka eitt ávíst virksemi fram­ yvir. Heldur ikki hava tey sjálvi tikið støðu til, hvat tey skulu gera framyvir. ­ Nú skulu vit fyrst hava okkum eina tiltrongda summarferiu fyri fyrstu ferð í mong mong ár, sigur Tinna. Sløknað býarmynd “Øll vøra ­ 75 %” stendur á gulu skeltunum í stóru handilsgluggun­ um. Uttanfyri í dagsljósinum eru stórar litfagrar leikur drignar út úr goymsluni. Inni er tómligt, á hill­ unum liggur okkurt hissini sløð: eitt skiftispor til ein tokbana, eitt koppað sminkuhøvd, kassar av pennum, stakkar av pappírum í óseljandi litum og gratulatiónskort við danskari áskrift. Nú Hjalmar er farin, er enn ein býarmynd horvin. Vónandi fer guli bókahandil framyvir eisini at hýsa livandi virksemi, sum lokkar fólk í øllum aldri inn á gátt. ein leikutoyshandil - Vit vóna sjálvandi, at onkur uppfinnsamur persónur keypir húsini við tí fyri eyga at skapa lív í miðbýnum, siga Hjalmar og Tinna Petersen, nú ein hin besta adressan í landinum er til sølu Ein kundi segði, at nú Hjalmar letur aftur, er Havnin sum føroysk klæði, har silvurið er tikið burtur