mánadagur 26. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2008
Fiskurin komin aftur
Fiskimenn, sum royna í Limfjørðinum, hava havt sera
vánaligt fiskarí tey seinastu árini, men nú er broyting
komin í. Formaðurin í fiskimannafelagnum har, Benny
Andersen, sigur við DR, at bátar hava fingið nógva
tungu, og at teir, sum royna eftir hummara, hava eisini
havt gott fiskarí. Tey seinastu árini hevur Benny Andersen
roynt eftir øðu, tí eingin fiskur var, men nú umhugsar
hann at leggja umaftur, sigur hann við kringvarpið.
Krevja størri koyri-
frádrátt
Danir, sum koyra langan veg til arbeiðis, vilja nú hava
størri koyrifrádrátt í skattinum, tí benzinið og oljan eru
vorðin so dýr. Tey misnøgdu vísa á, at frádrátturin er ikki
broyttur síðani seinasta heyst, sálvt um eitt nú dieseloljan
er dýrkað 19 prosent síðani, og at tað sæst aftur hjá
teimum umleið 850.000, sum koyra til og frá arbeiði
hvønn dag.. Felagið hjá donskum bileigarum, FDM, tekur
undir við kravinum um størri frádrátt.
Nú verður arbeitt við
eini ætlan um at seta
Ternuna í sigling um
Skopunarfjørð afturat
Teistanum
StrandferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fáa sandoyingar kanska
betri ferðasamband.
Í øllum førum er tankin
farin at spøkja í politisku
skipanini um at seta strand
faraskipið Ternuna í sigling
ímillum Gomlu Rætt og
Skopun afturat Teistanum.
Sandoyingar hava ferð
eftir ferð fýlst á, hvussu
long bíðitíðin er at sleppa
við Teistanum, tí hann nøkt
ar verri enn so tørvin á tí
stríða streymi av ferðafólki,
bilum og farmi, sum er um
Skopunarfjørð.
Tað er so galið, at sandoy
ingar hava sagt, at teir noyð
ast mangan oman á ferjuleg
una við morgunmatinum í
hondini í tímar áðrenn
Teistin siglur, fyri at tryggja
sær pláss og ein bíðitíð upp
á tveir, tríggjar tímar, ella
meir, er ikki óvanlig.
Og tað halda teir ikki er
hóskandi, nú vit eru farin
um gáttina til 21. øld.
Tað er eisini ein høvuðs
grundgeving fyri at fáa
undirsjóvartunnil, tí teir
siga, at vánaliga ferðasam
bandið forðar fyri menning
ini í oynni.
Men nú kannar politiski
myndugleikin so møguleik
an at seta Ternuna í sigling
ina afturat Teistanum.
Strandferðslan
hevur
roknað út, at tað kostar góð
ar 600.000 krónur um mán
aðin at seta Ternuna í sigl
ing um Skopunarfjørð og
fyri ta upphæddina fáast
sjey túrar afturat úr Skopun
um dagin og sjey túrar aftur
at av Gomlurætt afturat
teimum níggju túrunum,
sum nú eru yrkadagar.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í lógmál
um staðfestir, at sum er, hev
ur hon ikki fígging til at seta
Ternuna í sigling, so skal
nakað henda á hesum øki,
má Løgtingið játta peningin
og tað fáa vit onki at vita
um, fyrrenn Løgtingið hevur
samtykt fíggjarlógina.
Spurningurin er eisini,
hvussu leingi Løgtingið vil
játta pening til Ternuna og
um hon sostatt skal sigla alt
árið, ella um tað bara vera í
summarmánaðunum.
Helena Dam á Neystabø
sigur eisini, at kann verður
eftir, hvussu ferðslumynstrið
er um Skopunarfjørð og
endamálið við tí er at vita,
um tað ikki ber til at javna
flutningin av farmi soleiðis,
at Teistin verður betri útnytt
aður og so at farmurin ikki
trokar seg saman um ein
stakar fráferðir við teirri
avleiðing, at bilar koma at
standa eftir.
Sandoyingar fáa kanska pendulfart
- Eg eri ómetaliga
kedd av tí, sum er
hent, men eg fái onki
gjørt, segði ein kvinna
lágmælt á málinum,
beint áðrenn hon í
morgun fekk dóm fyri
skilaleysa koyring og
óviljað manndráp, tá
ið ein familjuveitsla
endaði í sorgarleiki
Óviljað Manndráp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tíggju mánaðir í fongsul
og onki koyrikort í seks
mánaðir.
Tað er prísurin, sum ein
kvinnuligur bilførari skal
betala fyri púra skilaleysa
koyring, sum endaði við, at
tvey fólk doyðu og eitt ann
að fólk fekk álvarligt mein.
Kvinnan sjálv meiðslaði
seg so illa í vanlukkuni, at
hon lá leingi á sjúkrahúsi.
Málið hevur nú verið fyri
í Føroya Rætti og har kom
fram, at kvinnan sjálv ikki
minnist nakað frá vanlukk
uni og tí kundi hon ikki
taka støðu til um hon var
sek ella ikki.
Tá ið blóðroynd varð tik
in av henni, hevði hon 1,5
promillu í blóðinum, tá ið
vanlukkan hendi.
Kvinnan var ákærd fyri
óviljað manndráp, skila
leysa koyring, rúsdrekka
koyring og fleiri onnur lóg
arbrot í sambandi við hesa
ferðsluvanlukkuna,
sum
hendi á Sandvíkahjalla.
Í hesum sambandi varð
hon eisini ákærd fyri at sett
lív og heilsu hjá fleiri fólk
um í vanda, umframt tey,
sum doyðu.
Tað gjørdi hon við fyrilit
arleysari yvirhálingum og
skilaleysari koyring annars.
Kvinnan var á veg norður
eftir Hvítanesvegnum, men
vitni hava greitt frá, at hon
koyrdi sikksakk og hon
yvirhálaði ein bil høgrumeg
in og ein annan vinstrumeg
in, men tá rendi hon beint á
ein bil, sum kom suðureftir.
Eini hjún í suðurgangandi
bilinum doyði og ein vaksin
abbasonur, sum eisini var í
bilinum, fekk so álvarsligan
skaða, at tað síðani hevur
verið tórført hjá honum at
røkja arbeiðið.
Tey trý fólkini vóru á veg
til Havnar í familjuveitslu,
tá ið vanlukkan rakti tey.
Kravdi 10 mánaðir
Tað er óvist hvat tað var,
sum fekk kvinnuna at koyra
so fullkomiliga skilaleyst,
men vitni høvdu sæð hana
niðri í býnum í stórari sinn
isrørslu, har hon sat í bilin
um og floytaði og dukaði
nevarnar niður í róðrið.
Tað var týðiligt, at hon
var sinnisrørd, helt ákærin
Kravdi 10 mánaðir
Ákærin vísti á álvarsemi í
málinum og helt, at ein
hóskandi revsing var at
døma kvinnuna fongsul í
10 mánaðir og at missa
koyrikortið í seks ár.
Ákærin helt ikki, at tað
eigur at føra mildari revsing
við sær, at bilførarin sjálv
meiðslaði seg illa í van
lukkuni.
Verjin helt at tað var nak
að hart at døma hana 10
mánaðir í fongsul og at
missa koyrikortið í seks ár,
tí hann metti, at helvtin av
hesum var ivaleyst.
Verjin helt, at tað eigur
eisini at koma henni til góð
ar, at hon ongantíð áður er
revsað. Og so helt hann eis
ini, at kvinnan longu varð
revsað nóg mikið og at hon
verður revsað restina av
lívinum.
Men dómarin gav ákæran
um fult viðhald í sínum kravi
og dømdi kvinnuna eftir tí.
Hann helt, at tær álvars
ligu avleiðingarnar av van
lukkuni átti at síggjast aftur
í revsingini.
Áðrenn dómarin tók støðu
í málinum, fekk ákærda
høvi at taka orðið, men hon
fekk ikki sagt so nógv.
Lágmælt á málinum for
taldi hon familjuni hjá teim
um, sum lótu lív, at hon var
ómetaliga kedd av tí, sum
varð hent
Men eg fái onki sagt og
eg fái onki gjørt, legði hon
afturat.
Seinni skal so støða tak
ast til um kvinnuligi bilfør
arin eisini skal betala endur
gjald fyri vanlukkuna.
Tíggju mánaðir í fongsul
fyri óviljað manndráp
Ein kvinna fekk harða revsing eftir føroyskum viðurskiftum, tá ið hon varð dømd fyri óviljað
manndráp, skilaleysakoyring og rúsdrekkakoyring í morgun. Àðrenn hon fekk dóm, bað hon tey,
sum sita eftir um umbering.