Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2008 Kirkjan á Kirkju 75 ár 28. mai eru 75 ár liðin, síðan kirkjan á Kirkju varð vígd. Dagurin verður hildin sunnudagin 1. juni. Á middegi verður hátíðargudstænasta, har biskupur prædikar. Seinnapartin kl. 17 verður gudstænasta við altargangi og tá prædikar dómpróstur. Eftir gudstænastuna á middegi bjóðar kirkjuráðið máltíð í lærarahúsunum, har øll eru vælkomin. Heldur sama veðrið sær, vera góðir møguleikar hjá fólki at sleppa út til Fugloyar henda dagin. Og kirkjufólkið á Kirkju bjóðar gestum hjartaliga vælkomnum at vera við at hátíðarhalda henda merkisdag. Bíligar ferðir til Reykjavíkar Frá 2. juni til 24. oktober ber til at flúgva einvegis til Reykjavíkar fyri einans 995 kr. Ferðaseðlarnir verða seldar frá 26. mai til 31. mai á www.atlantic.fo, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi og vísir á, at Ísland altíð er ein bergtakandi uppliving. Náttúran er heimskend fyri sínar glóðheitu keldur og ísakøldu jøklar.. Í Reykjavík merkist væl, at býurin liggur mitt í millum Evropa og Amerika. Matstovurnar og kaféirnar eru fjølbroyttar, og mentanarlívið er ríkt. Tú kanst uppliva bæði opera, rokk og sjónleik á høgum stigi. Eisini kanst tú vitja Kringluna, Tjóðleikhúsið, Hallgrímskirkjuna, Norður­ landahúsið, Perluna og ein íslendskan djóragarð við íslendskum djórum Nakað síðani kundu vit fortelja, at eitt tjaldur hevði bygt sær reiður beint uttanfyri Clinton svituna í Hot­ el Føroyum. Leygar­ morgunin komu ungarnir út, og tað hevur vakt miklan ans bæði heima og úti í stóru verð Fuglalív Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið náttarvørðurin á Hotel Føroyum tíðliga leygarmorg­ unin fór at vita, hvussu stóð til við sjáldsamasta gesti á Hotel Føroyum í longri tíð, gjørdi hann stór eygu. Herfyri vistu vit at for­ telja, at eitt tjaldurspar hevði bygt sær reiður bent uttanfyri vindeyga í Clinton svituni á Hotel Føroyum. Leiðslan á Hotel Føroyum gjørdi beinanvegin av at seta vevmyndatól upp, so at allur heimurin kundi eyg­ leiða tjaldursreiðrið og síð­ ani er hetta tjaldursparið blivið millum teir sermerkt­ astu gestirnar á hotellinum. Og leygarmorgunin vórðu so øll trý eggini klakt og ungarnir komu út. À Hotel Føroyum siga tey, at øgiliga nógv fólk hava síðani gjørt vart við seg og fortalt, at tey hava eygleitt hetta lítla tjaldurs­ húski í vevmyndatólinum, sum tekur eina nýggja mynd fimta hvørt sekund. Í hesum sambandi hava tey fingið teldurbrøv bæði úr Týsklandi, Noregi og Danmark, umframt úr Før­ oyum frá fuglavinum og øðrum áhugaðum. Nú vóna tey bara, at rov­ fuglarnir ikki fáa eyga á teir tríggjar ungarnar, sum síð­ ani hava hugnað sær á flag­ tekjuni uttan fyri reiðrið undir neyvum eftirlitið av teimum gomlu. Vinstrumegin her á Port­ alinum ber til at klikkja seg beinleiðis inn á vevmynda­ tólið at eygleiða tjaldurs­ húskið. Tjaldursreiður vekir ans Sjóvinnudepilin flutti fríggjadagin í nýggj høli. Tað gevur teimum møguleika at víðka um virksemið, og nú ætla teir sær eisini út í heim Trygd á sjónum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjadagin var hátíðardag­ ur á Vestaru Bryggju í Havn. Sjóvinnudepilin, sum varð stovnaður í 2006, flutti fríggjadagin í nýggj høli á fjórðu hædd í bygninginum hjá Saltsøluni. Í nýggju hølunum eru fleiri undirvísingarhøli, mat­ arhøli, og skrivstovu. Í alt er talan um einar 350 fer­ metrar Sjóvinnudepilin, kann bjóða 22 ymisk skeið, tey flestu í trygd umborð á skip­ um og skeiðini geva øll prógv. Harumframt eru eis­ ini onnur skeið á skránni. Í løtuni starvast seks mans hjá felagnum og teir eru allir gamlir sjómans­ skúlalærarar, og haraftrat eru tveir sjúkrarøktarfrøð­ ingar knýttir at felagnum. Lassi Borðoy, sum er stjóri í felagnum, hevur eis­ ini góða barlast við sær sum stjóri í Atlantic Supply Base í trý ár. Ætlanin er nú at stíga út í heim við virkseminum og ætlanin er at hava tríggjar mans úti nakrar mánaðir, meðan hinir tríggir arbeiða heima, og so skifta teir um. Sjóvinnudepilin hevur longu hildið skeið umborð á Strandferðsluskipunum og Norrönu, umframt nøkr­ um fiskiskipum. Samstundis sum depilin flytir í nýggj høli, taka teir eisini eina bjargingabátastøð í brúk, hon liggur úti á nýggju keiini á Viðarnesi. Bjargingabátastøðin umfatar tríggjar bjargingabátar og tríggjar davidar. Eini báturin er innilokað­ ur, og er einasti av sínum slag til venjingar í Føroyum. Vit fara at fáa fleiri undir­ vísingarhølir, kantinu og sjálvandi skrivstovu. Í alt er talan um einar 350 fermetr­ ar, sigur Lassi Borðoy. Hann heldur, at tørvur er á einari slíkari fyritøku, sum Sjóvinnudeplinum. Eini 25% av allari manningini umborð á skipunum hjá Mærsk eru føroyingar, og í øllum danska farmaflotanum eru eini 15­ 20% av manningunum føroy­ ingar, vísir Lassi Borðoy á. Hann er tí spentur upp á, hvussu hendan fyrsta roynd­ in at sleppa inn á útlendskar marknaðir fer at hepnast. ­ Stóru reiðaríini eru var­ in at binda seg til smáar fyri­ tøkur, og tí vilja tær fyrst royna seg fram. Men tað er eyðsæð, at fáa vit eitt stórt reiðarí sum kunda, verður skjótt brúk fyri fleiri starvs­ fólkum, segði Lassi Borðoy við Sosialin í farnu viku. Um so verður, væntar hann ikki tað fer at gerast trupult at fáa fólk, serliga við kombineraðu skipanini, har fólk er úti eina tíð og so heima eina tíð. ­ Serliga útisiglarar hava hug at fáa eitt slíkt starv, heldur Lassi Borðoy. Hava fingið nýtt tak yvir høvdið Lassi Borðoy, stjóri í Sjóvinnudeplinum, í skjúrtu og slipsi, sigur, at teir hava 22 ymisk skeið, serliga í trygd umborð á skipum. Teir hava eisini nýggja bjargingarbátastøð og í henni eru tríggir bjargingaqrbátar og tríggir davidar Útoyggjastevnan í ár verður í Mykinesi um eina mánað. Har verður ymiskt á skránni fyri bæði børn og vaksin, og nú skulu tey eisini royna at vinna ferðasteypið í togtogan aftur frá fugloyingum ÚToyggjasTevna Áki Betrtholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at í ár verður útoyggjastevnan í Mykinesi tann 28. juni. Útoyggjafelagið sigur, at fyrireikingarnar ganga væl og nú verður arbeitt við góðum treysti við at gera alt klárt til at taka ímóti gestum. Felagið sigur, at størsta avbjóðingin verður kanska samferðslan til og frá og tá ið talan er um so avbyrgda oyggj, er veðrið sjálvsagt sera avgerandi. Skráin er fjølbroytt og tað er okkurt á skránni fyri bæði børn og vaksin og tað eisini bæði til gam­ ans og álvara. Á stevnuni verður sjálv­ andi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum, men av øðrum tiltøkum kunnu nevnast, at listaframsýning verður í kirkjuni og tey fara at vísa gamlar filmar úr Mykinesi. Annars verður bæði ríð­ ing, traktortúrar fyri børn, tombola, bingo og ymisk spøl, og tað verða eisini fyri­ skipaðir túrar runt í bygdini, Ein túrur eftir fornum leið­ um og ein listarligur túrur. Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy fer at halda fyrilest­ ur og kjak um fuglaveiði í Mykinesi og annars verður útimøti, fólkafundur og sangur á skránni. Og alt endar við føroyskum og enskum dansi um kvøldið. Ein kapping er eisini á skránni og tað er afturvend­ andi togtoganin ímillum útoyggjarnar og her skulu tey royna at vinna ferða­ steypið aftur frá fugloying­ um, sum vunnu tað í fjør. Og sjálvandi fara tey eisini at selja mat, so at ongum nýtist at ganga svangur. Tað verður bæði heitur matur, smurt breyð og grillmatur at fáa. Inntøkurnar av tiltakin­ um skulu brúkast til vøll og spælipláss í bygdini. Hittast til gamans og álvara í Mykinesi Heilt nógv fólk eygleiða tjaldurshúskið á flagtekjuni á Hotel Føroyum. Her sæst annar av teimum vaksnu fuglunum saman við tveimum av ungunum