Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2008 Eftir at bátarnir høvdu lagt til bryggju í Vestmanna seinna­ partin leygardagin, sótu eini 1200 fólk til borðs – bæði inni og úti ­ og fingu feska suppu. ­ Stevnan setti øll met, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Vestmanna Ítróttarfelag Bátastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sigur, at báta­ stevnan í Vestmanna leyg­ ardagin eydnaðist serstak­ liga væl. Tá vit prátaðu við hana í morgun, helt hon fyri, at stevnan sum heild kann lýsast við einum orði: Fantastiskt! ­ Veðrið hevur alt at siga á eini slíkari stevnu, og hesaferð vórðu vit so vælsignaði væl góðum veðri. Jóngerð sigur, at undan­ farnu tvey árini vóru tey ikki heppin við veðrinum, og serliga í fjør vóru ring líkindi hjá bátunum, sum stevndu norður á Vestmanna. ­ Tá bátafylgið um 14.30­ tíðina leygardagin við gamla sluppunganum Ólavi á odda stevndi av Fútakletti og inn á Vestmanna, var veðrið av tí allar fagrasta. Sólin skein, og bert eitt lítið lot var. Hon sigur, at tey, sum taldu bátarnar, ið stevndu inn á Vestmanna, siga, at hesir vóru millum 210 og 230 í tali. ­ Hetta er met gjøgnum tey sjey árini, vit hava skipað fyri bátastevnu. Jóngerð vísir á, at størsta talið av bátum, tey áður vita um at siga, er 180­190. ­ Nú veðrið sá út til at fara at roynast, samstundis sum ætt og streymur vóru til vildar, væntaðu vit nógv fleiri bátar enn undanfarnu tvey árini. Hon sigur, at fyrireik­ ararnir kortini gjørdust ov­ farnir av, at undirtøkan gjørdist so stór. ­ Alt teknaði seg væl hesaferð, og vit fingu eina fram úr góða bátastevnu, leggur hon aftrat. Tað setti eisini sín dám á, at sluppin Jóhanna var við. Sum skilst, var hon farin úr Suðuroy fríggjakvøld, steðgaði á Havnini og kom síðan upp í bátafylgið, sum savnaðist undir Fútakletti á veg inn á Vestmanna, seinnapartin leygardagin. Væl fyriskipað Jóngerð sigur, at eftir bátastevnuna seinasta ár skipaði VÍF, sum stendur aftanfyri stevnuna, eina bátastevnunevnd, og hon heldur, at hetta hevur havt sín stóra týdning fyri, at alt gekk upp á stás, sum hon tekur til. ­ Ein hópur av fólki hava tikið hond í og hava hjálpt til, har á hevur staðið, bæði undir fyrireikingunum, men eisini undir sjálvari stevn­ uni, har brúk var fyri nógvum góðum kreftum. Nú stevnan er løgd aftur um, ynskir forkvinnan í VÍF at takka øllum, sum brúktu tíð og orku upp á, at alt skuldi sampakka. ­ Tá teir mongu bátarnir løgdu til bryggju, høvdu vit fólk, sum vegleiddu báts­ fólkið um, hvussu bátarnir skuldu liggja, hvar teir fingu landstreym og vatn. Jóngerð sigur, at tá bátatalið var so stórt, noyddust fleiri bátar úr Vestmanna at liggja Inni á Fjørð, soleiðis at vitjandi bátarnir fingu pláss við brúgvarnar og aðrastaðni. ­ Vit royndu at tryggja bryggjuøkið sum best, og her kom stuðulin hjá Reyða Krossi væl við, eins og fólk hjá Vestmanna Sløkkiliði veittu sín stuðul við at halda eyguni við bátum og fólki á bryggjuni. 1200 borðiskar Eftir at allir bátarnir høvdu lagt til bryggju, varð bjóðað til heita suppu í einum stórum tjaldi á bryggju­ økinum. Jóngerð Nielsen sigur, at í fyrsta lagi vóru tað bátsfólkini, sum fingu suppu, men onnur, sum vóru á bryggjuni hesa løtu, sluppu eisini at smakka frálíku fesku suppuna. ­ Fólk kundu sita bæði í tjaldinum og við borð, sum vit høvdu sett upp uttanfyri tjaldið, og eg haldi, at eini 1200 fólk sluppu at smakka suppuna, sigur forkvinnan í VÍF. Á bátastevnuni í Vest­ manna vóru nógv ymisk tiltøk, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum í morgin, tá vit eisini fara at prenta fleiri frálíkar myndir. Fantastisk bátastevna Veðrið hevur alt at siga á eini bátastevnu, og hesaferð vóru veðurgudarnir blíðir og gávumildir Mynd: Jens Kr. Vang Bátastevnan í Vestmanna setti met í bátatali hesaferð. Veðrið var gott, og tað var hýrurin eisini Mynd: Jens Kr. Vang AP missir undirtøku Var stórtingsval í Noregi í dag, hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 26,8 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur stjórnarflokkurin ikki havt síðani á heysti í 2006, skrivar NTB. Harafturat kann nevnast, at so seint sum í apríl gav ein onnur kanning flokkinum 29 prosent. Hinir báðir stjórnarflokkarnir, SV og Miðflokkurin, hava hinvegin framgongd og høvdu fingið umleið átta prosent í part, var stórtingsval nú. Sviar leita í Grønlandi Grønlendska landsstýrið hevur nú latið tað seinasta loyvið at leita eftir olju og gassi í hesum umfari. Valið fall á svenska felagið PA Resursces AB, sum skal leita saman við tí grønlendska Nunaoil undir havbotninum úti fyri Disko í Vesturgrønlandi. Kanningar í økinum benda á, at olja og gassu kunnu vera har, men feløgini vænta ikki, at nakað úrslit kemur fyrr enn um fýra ár. Svenska felagið er frammanundan virkið í Tunesia og í Noregi.