Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2008 - Ferðslutrygdin gjøg- num bygdina má í hásætið, sigur borg- arstjórin í Runavíkar kommunu, Hans J. Lamhauge. Sum veg- urin er í løtuni líkist hann meiri eini deyðs- fellu SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Skálafirði: - Hetta vega- strekkið gjøgnum bygdina er heilt við síðuna av!, stað- festir borgarstjórin. Hann skýrir vegin gjøg- num bygdina sum lívshættis- ligan, har garðarnir hjá fól- ki koma heilt út ímóti veg- jaðarinum og har nógv tung ferðsla fer hvønn einasta dag. Fyri fólkið í bygdini er tí av størsta týdningi, at okk- urt verður gjørt fyri at betra um ferðslutrygdina, áðrenn nakar álvarsamur skaði stendst orsakað av hesum. Í Runavíkar býráði hava tey ikki beinleiðis viðgjørt málið um vegaføringina gjøgnum bygdina í Skála- firði. Tað hevur hinvegin allatíðina verið ætlanin at ein vegur skuldi gerast út um bygdina. - Spurningurin er bara nær peningur verður játtað- ur til eitt slíkt arbeiðir, sigur Hans J. Lamhauge. Nógv ferð – nógv ferðsla Í tveimum greinum fyrr í mánaðinum vístu vit á umstøðurnar ella trupulleik- arnar hjá fólkinum í Skála- firði, orsakað av teirri nóg- vu og tungu ferðsluni gjøg- num bygdina. Hvønn einasta dag koyra í minsta lagi 1700 bilar gjøgnum bygdina. Og tað verður ikki altíð koyrt eftir umstøðum ella lógum. Ein sum harmaðist um hetta var skálafjarðarmaður- in, Almfinn Jacobsen. Við Sosialin tók hann millum annað soleiðis til: - Vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80, hóast mest loyvda ferð er 50. Og so møtast teir eisini á hesum vegnum, sum í roynd og veru ikki er stórt breiðari enn ein lastbil- ur, segði hann. Ynskið hjá fólkinum í Skálafirði er at fáa lands- vegin lagdan út um bygdina, í eini leinging av breiða vegnum millum Strendur og Skála og víðari í lands- vegin Millum Fjarða. Hóast eingin peningur er játtaður á fíggjarætlanini fyri 2008, so eru kortini útlit fyri at ein játtan verður á fíggjarlógini næsta ár. Vegurin í Skálafirði MÁ gerast Sjey mió. fólk eru helst ávirkað av nátt- úruvanlukkuni í Burma. Hesi fáa nú hjálp, eisini frá føroy- ingum. Neyðhjálp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Burma/Føroyar: 41.000 krónur! So nógvur peningur er higartil komin inn frá føroy- ingum, sum við hjartanum á røttum staði vilja stuðla teimum neyðstøddu í Bur- ma. Herviliga náttúruvanlukk- an hevur longu kravt minst 100.000 mannalív, og um hjálp ikki verður veitt teim- um skjótt, kann støðan ger- ast enn verri. Hetta hava fólk í Reyða Krossi kring allan heimin sæð, og hetta hevur eisini tann føroyska deildin av felagsskapinum sæð. Í eina tíð hevur felags- skapurin tí heitt á fólk um stuðla arbeiðinum við at veita neyðhjálp til tey harð- ast raktu. Og ikki kann sig- ast annað, enn at føroyingar hava tikið væl undir við hesi áheitanini. Mánadagin í farnu viku vóru komnar inn slakar 20.000 krónur, og tá kassa- meistarin, Líggjas Joensen í morgun taldi upp, var talið vaksið við ikki færri enn 21.000 krónum! - Hesin peningurin kemur sera væl við í Burma, tí tað serliga eru børn og ung sum eru harðast rakt, verður sagt úr Reyða Krossi. Til fólkið Tað tók sína tíð, men fríggja- dagin bórust boðini um, at stjórnin í landinum hevði latið landamørkini upp fyri fólkum frá neyðhjálpar- felagsskapunum. - Vit fegnast um, at okk- ara fólk nú kunnu koma inn. Hetta ger sítt til at vit fáa meiri neyðhjálp út til fólkið, segði Anders Lade- karl, aðalskrivari í Dansk Røde Kors henda dagin. Serliga stóran týdning hevur tað at sleppa inn í tey ringast raktu økini við áar- ósan, har tey flestu neyð- støddu eru at finna. Ein herviliga melduródn rakti Burma 2. mai, og er enn eitt stórt arbeiði eftir at gera, fyri at fáa landið á føt- ur aftur. 41.000 føroyskar krónur til Burma Neyðhjálpin er harðliga tiltrongd í Burma - Vegurin gjøgnum bygdina í Skálafirði varð mestsum lopin um. Men hann má gerast, tí ferðslan er alsamt vaksandi, sigur Hans J. Lamhauge, borgarstjóri í Runavík (innsett mynd) Ynskja gøtunøvn í Oyndarfirði Á fundi í staðbundnu nevndini í Oyndarfirði (myndin) í farnu viku vóru ymisk mál tikin fram. Eitt av hesum var ætlanin at fáa sett gøtunøvn upp í bygdini, sum er ein partur av Runavíkar kommunu. Limirnir í nevndini, har borgarstjórin, Hans J. Lamhauge er formaður, heittu á býráðið um at fáa sett hesi skeltini upp í bygdini. Samstundis varð heitt á teknisku deildina um at kanna málið at gera ábøtur á bygdavegirnar. Runavík stuðlar nýggjum Blákrossheimi Á fundi í Runavíkar býráði komandi hósdag er eitt av málunum ein umsókn frá Bláa Krossi um fíggjarligan stuðul til bygging av tí nýggja Blákrossheiminum á Nesi. Søkt verður um 300.000 krónur frá kommununi til bygging av hesum heiminum sum er mett at kosta 10 mió krónur. Sosiala nevnd og fíggjarnevndin hava havt málið til viðgerð og viðmæla umsóknini, og heita á býráðið um tað sama.