mánadagur 26. mai 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 98 - 26. mai 2008 ]
Amager nærri uppflyt-
ingini
Talan var um rimmar túr, tá ið Fremad Amager við Toda
Jónsson sum nevndarformanni og trimum føroyingum í
hópinum – Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Rókur
Jespersen – seinnapartin vann 5-1 í Værløse. Sigurin gjørdist
eyka søtur, tá ið Børnshøj, sum er á triðja plássi, á
heimavølli tapti 3-0 á heimavølli ímóti Greve. Oddaliðið í
2. deild eystur, Roskilde, hevur ikki spælt í dag. Roskilde
hevur 55 stig fyri 25 dystir, Fremad Amager hevur 54 stig
fyri 26 dystir, og Brønshøj hevur 48 stig fyri 26 dystir.
Laudrup vil í
Champions League
Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup gevst sum
venjari í spanska felagnum Getafe, og hann vil nú
starvast fyri eitt felag, sum skal spæla við í Champions
League næsta kappingarár. Tað siga spanskir fjølmiðlar. Í
farnu viku vóru venjarar settir í Valencia og Benfica, men
Laudrup gjørdist ikki venjari har. Sambært sponskum
fjølmiðlum eru feløgini CSKA Moskva, Panathinaikos og
Galatasary upp á tal sum nýggir arbeiðsgevarar hjá
Laudrup.
Eftir sannførandi
fyrstu umfør hjá
teimum báðum fel
øgunum í Suðuroy,
eru tað nú AB og 07
Vestur, sum í summar
veðrinum hava mesta
undanvindin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er um at venda í toppin-
um í næstbestu deildini. Í
fyrstu umførunum vóru tað
tey bæði feløgini í Suðuroy,
sum vóru mest sannførandi
og høvdu størstu úrtøkuna.
Nú tykist tað sum um, at
tað eru 07 Vestur og AB,
sum gongdin er best hjá, og
munurin frá VB/Sumba og
aftur til hesi bæði er tódn-
aður til eitt stig.
Leygardagin
fór
VB/
Sumba fyri fyrstu ferð í ár
av vøllinum uttan at hava
vunnið stig. Eitt sindur
óvæntað var tað, at tapið
skuldi verða í Leirvík, har
næstbestu víkingarnir vóru
ov boysnir hjá oddaliðnum.
Talan var um undirhald-
andi og tætta uppgerð við
hampuligari leikferð. Einsa-
malla málið skoraði Víking-
ur í síðstu løtu. Málskjúttin
Meinhard Joensen var rætti-
liga í brennideplinum. Eftri
at hann var skiftur inn, sá
hann gult, tí skiftingin ikki
var fráboðað til dómaran.
Og so skoraði hann sigurs-
málið. Martin Olsen legði
frísparkssending fram úr
høgru, Bjarni Johansen í
VB/Sumba málinum hálv-
bjargaði stútaranum á stólp-
an, og tá ið bólturin fór
tvørtur við málstrikuni, var
Meinhard Joensen fyrstur á.
Onkrir aðrir málmøguleik-
ar vóru. Tann størsta mis-
nýtti heimaliðið, tá ið Bjarni
Johansen bjargaði brots-
sparksroynd í 1. hálvleiki.
TB var á odda tvær ferðir,
men tað endaði 2-2 á Sev-
mýri ímóti teimum næstbestu
hjá HB, sum stríddust væl í
hampuliga væl spældum
dysti við høgari leikferð.
Málmøguleikarnir vóru
ikki so nógvir, og trý av
fýra málum vórðu skorað í
sambandi við deyðbólts-
støður. Johan Eyvind Rest-
orff Mouritsen legði heima-
liðið framum miðskeiðis í
1. hálvleiki við brotssparki,
sum varð dømt eftir at Dan
Mortensen
varð
feldur
dygst innanfyri brotsteigar-
markið.
Ingvard Vang javnaði til
1-1, tá ið tað restaðu fýra
minuttir av 1. hálvleiki.
Hann setti bóltin framvið
málverjanum, eftir at Jóan
Petur Holm eitt sindur úr
høgru hevði stungið bóltin
fram um verjuna.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
legði Óli Johannesen TB
framum aftur við dundur
skoti av brotsteigarmarkin-
um. Eftir TB horna varpaði
HB bóltin út frá, og har
stóð veteranurin og smekk-
aði til.
Fimm minuttir fyri leik-
lok javnaði Janus M. Joen-
sen við brotssparki til 2-2,
sum gjørdist úrslitið. Dómar-
in bríkslaði, tí Thomas Hans
Rubeksen
varð
togaður
niður, tá ið HB fríspark varð
lagt inn fyri úr vinstru.
07 Vestur og AB vunnu
trivaligar heimasigrar ímóti
teimum næstbestu hjá ávika-
víst NSÍ og KÍ. 07 Vestur
legði fyri sum ódnarveður
ímóti á pappírinum hampu-
liga væl mannaðum NSÍ
liði, sum mundi kenna bein-
ini púra sligin undan sær.
Jovan Panic skoraði tvey
framúr mál úr støðum uttan-
fyri brotsteigin.
Sama søgan var á Argjum,
har KÍ ikki var so væl mann-
að, sum næstbestu klaksvík-
ingarnir onkra ferðina fyrr í
ár hava verið. Einsamalla
KÍ málið skoraði 17 ára
gamli Rani Jacobsen. Hetta
var fyrsta ferðin, at hann
skoraði í 1. deild.
Lyklauppgerðina í Streym-
nesi vann heimaliðið sann-
førandi á B68, sum nú er
greitt niðast og seks stig
aftanfyri EB/Streymi, ið er á
8. plássi. Merkisvert var tað í
Streymnesi, at Marcell Bal-
ok, sum leingi hevur verið
skaddur, aftur hesa ferð var
tvífaldur málskjútti. Hann
hevur leingi verið skaddur,
men man við málunum á
næstbesta liðnum seinastu
ferðirnar ikki vera langt
burtur frá besta liðnum.
Suðuroy hevur
mist flogið
UEFACup, Íshokki
HM, Melodi Grand
Prix, og ein væleydn
að Champions League
finala. Russar hava
nógv at smílast um í
hesum døgum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Flestu russar ganga við ein-
um stórum smíli í hesum
døgum. Mikukvøldið 14.
Mai vann Zenit Sankta Pæt-
ursborg UEFA-cup kapping-
ini, har teir vístu seran góð-
an fótbólt í allari kappingini.
Sunnudagin 18. Mai vann
Russland HM í íshokki í
sjálvum upprunalandinum
hjá íshokkiítróttini, Kanada.
Aftaná umdyst vann Russ-
land 5-4 á vertstjóðini, Kan-
ada. Um vikuskiftið vann
Russland
Melodi
Grand
Prix. 3 ymisk ting, sum russ-
ar munnu fegnast stórliga
um. Fíggjarliga munnu teir
smírast mest um Champions
League finaluna millum
Chelsea og Manchester Uni-
ted, sum var spæld á Luzniki
Leikvøllinum í Moskva.
Nógvir pengar
847 miljónir rublar fekk
Luzniki Leikvøllurin frá
býarstýrinum í Moskva til
allar fyrireikingarnar, sum
skuldu gerast. Í okkara pen-
ingi svarar tað til uml. 170
miljónir kr. Ensktmælta
tíðindablaðið,
Moscow
News hevur gjørt nógv burt-
urúr øllum peninginum,
sum moskovittar hava vunn-
ið burtur úr Champions Lea-
gue-finaluni. Mett verður,
at gjøgnumsnitts-fótbólts-
fjepparin hevur brúkt 1.330
amerikanskar dollarar uppá
túrin til Moskva, haraftrat
koma 160 dollarar fyri flutn-
ing, og 240 dollarar uppá
mat og drekka. Simon Chad-
wick frá lærda háskúlanum
í Coventry í Onglandi metir,
at Moskva, sum vertsbýur
hevur vunnið 69 miljónir
dollarar, uml. 300 miljónir
dollarar uppá hetta stóra
einstaka tiltakið. 413 milj-
ónir dollarar eru hjá teimum
ymisku pørtunum at vinna
uppá finaluna. Chelsea og
Manchester United, og tá
serliga vinnarnir úr United
fáa eisini sín stóra part av tí
lagkøkuni. Manchester Uni-
ted fær heilar 167 miljónir
dollarar burturúr stóra ævin-
týrinum. Meðan Chelsea
má ”noyðast” við 59 miljón-
ir dollarar. So neyðardýrið,
John Terry kostaði Chelsea
108 miljónir dollars. Simon
Chadwick metir, at tað er
bara ein einstøk ítróttar-
hending, sum verður hildin
á einum ávísum degi árliga,
sum kann kappast við evro-
peisku Champions League
finaluna í fótbólti. Talan er
um ”Superbowl”, sum er
stóri finaludagurin í amerik-
onskum
fótbólti.
Stóru
Champions League-spons-
orarnir, Heineken, Sony og
MasterCard hava goldið 13
miljónir dollars fyri at
verða nevndir og prentaðir í
øllum tilfarinum, sum er
framleitt og prentað í sam-
band við tað stóra tiltakið í
Moskva.
Gagnnýttu støðuna
Tó er ikki frítt, at summir
moskivittar hava útnyttað
tað stóru mongdina av fót-
bóltsfjepparum, sum eru
komnir til Moskva. Ein hýru-
vagnstúrur frá Reyða Torgin-
um til gongugøtuna, Arbat,
sum vanliga kostar 150
rublar, kostaði 1.000 rublar
hjá summum hýruvagnsfør-
arum. Summi gistingarhús
smurdu eisini tjúkt uppá.
Kømur, sum vanliga kosta
7.500 rublar vóru bíløgd fin-
aludagin fyri heilar 96.000
rublar. Summi gistingarhús
vóru enntá so grísk, at tey
duppultbókaðu øll kømurini
fyri ikki at ”missa” nakað í
samband við avlýstar bók-
ingar. Trupulleikin var bara,
at tað endaði við, at nógvir
fótbóltsfjepparar høvdu eitt
bíleggingarprógv tey høvdu
goldið fyri, men einki kam-
ar at sova í, orsaka av dup-
ultu bíleggingunum. Altjóða
fyritøkur, sum satsa stórt
uppá russiska marknaðin
løgdu nógv fyri, fyri at bjóða
møguligum
komandi
samstarvsfólkum til Cham-
pions League-dystin. Bil-
framleiðarin Ford hevði 880
gestir til dystin, og Vodafone
hevði góðar 400 gestir. 25
føroyingar vóru eisini til
dystin, og teir løgdu heldur
ikki so lítið eftir sær!
Argjamenn hava undanvind í
løtuni. Um vikuskiftið gjørdist
talan um tryggan sigur á KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
Champions League var feit forrætning fyri Moskva