Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Við tveimum málum sýndi Rodrigo sín stóra týdning fyri KÍ. Men tá hann hálvskaddur noyddist av vøllinum, gjørdist týdningurin enn sjónligari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Víkingur og KÍ tjóvstartaður 8. umfarið av Formula- deildini longu fríggjakvøld- ið í góðveðrinum, sum hev- ur verið kring landið seinas- tu tíðina. Um heimamenninir høv- du sólað sær ov nógv, skal tó vera ósagt, men teir fingu í øllum førum kalt brúsubað alt fyri eitt, tá John Hammer kundi leggja KÍ á odda. Og fram um alt,s o syrgdi skjó- ta málið fyri, at talan gjørd- ist um ein dyst, sum í spæli gjørdist mest sum víðopin. Skuldi steðgast Stóran part av dystinum gjørdist talan nevnliga um spæl, sum gekk skjótt úr enda í annan á vøllinum. Við einum støðugt vanda- miklum Rodrigo, sum í góð- veðrinum sýndi sannar samba-taktir, hótti klaksvík- ingar alla tíðina Víkinga- málið, meðan heimaliðið hinvegin legði nógv fyri í royndunum at stríða seg aft- ur í dystin. Tað tóktist tó, sum skuldi Rodrigo gerast munurin. Víkingur javnaði, tá Jákup Mikkelsen sá ógvuliga pass- ivur út eftir hornaspark, soleiðis at Símun Louis Jacobsen sera bleytt kundi stúta í málið, men so tók Rodrigo um endan. Eftir fleiri ávaringar gjør- di hann bart, tá hann smoyg- di sær millum tveir verju- spælarar, áðrenn hann flatt smekkaði í netið til hálv- leiksleiðslu, og hann var ikki liðugur. Eftir steðgin gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn bras- iliumaðurin aftur gjørdi um seg. Hesa ferð fekk hann frí- spark í vinstru, og tá tað varð sent innfyri, sneiddi Rodrigo hegnisliga bóltin- um í síðunetið til 3-1. Tað ljóðaði, at Rodrigo undan dystinum hevði lítlan vøddaskað. Og í so máta verður helst óhugnaligt at vera mótstøðumaður, tá skaðin er burturi. Hinvegin skerst ikki burtur, at KÍ- venjarin hevur rætt, tá hann sigur seg bera ótta fyri heilsustøðuni hjá spælara- num. Tað var í seinna hálv- leiki púrasta greitt, at Vík- ingur hevði sett sær fyri, at maðurin skuldi steðgast. Og so vóru midlarnir mest sum undirordnaðir. Fleiri ferðir varð hann tikin harðli- ga, og ta einu ferðina hevði verið bilsin, um ostaskorpan varð drigin úr lummanum. Bardu seg aftur Og tá so Rodrigo varð tikin av vøllinum, gjørdist heima- trýstið mest sum púrasta massivt. KÍ var ógvulgia tannleyst, men tað gekk tó sera striltið hjá Víkingi at fáa javnvág í málskjótingina. Og var tað ikki fyri Andreas Lava Olsen, eydnaðist hetta kanska als ikki. Leirvíkingurin gjørdist tó stóri maðurin í Gøtu. Fyrst høgdi hann eitt dreymaskot upp í málhornið. Hann átti eisini sín stóra lut í møgu- leikunum, sum í tveimum førum noyddu Jákup Mikkelsen til tær heilt stóru bjargingarnar, men heldur ikki landsliðsmálverjin kun- di gera nakað, tá Andreas í yvirtíðini skoraði sítt seinna mál. Hesa ferð kundi Jákup bara hálvbjarga drønstútara, og so bankaði Andreas ret- urin í meskarn.ar Umframt Lava-mannin hjá Víkingi, so vóru tað gomlu GÍ-dygdirnar, sum bóru stig við sær. Tað sá ikki altíð vakurt út, og harð- liga viðferðin av Rodrigo festi eisini eld í klaksvíking- arnar, sum ikki smæddust við at svara skitið aftur. Kanska kundi tað spælt øðrvísi av, um neyðbremsa móti John Hammer hevði kostað reytt, men Víkingar- nir hildu fram við ellivu á vøllinum, og so kundi sein- asta trýstið setast inn. Eitt trýst, sum í seinasta enda bar stig við sær. Fimta pláss til Joan Joan Bláfoss tók um vikuskiftið lut í kapping á hálvum ironman-teini í Eysturríki. Undan kappingini hevði Joan sett sær sum mál at enda millum fimm tær bestu kvinnurnar, og við einum 5. plássi náddi hon hesum máli. Men hóast hetta, so var Joan ikki heilt nøgd eftir kappingina. Tað var ein dagur, har alt ikki eydnaðist líka væl. Fyrsti partur av kappingini, sum er svimjing, gekst væl, men úti á súkkluni merkti Joan, at hon ikki hevði tey bestu beinini. Hon kom av súkkluni sum nummar sjey og fekk arbeitt seg fram á fimta plássið undir 21km langa rennitúrinum. -Eg eri glað, at eg náddi mínum máli, sjálvt um eg hevði ein dag har ikki alt gekk eftir ætlanini. Hetta er gott at hava í tonkunum til komandi kappingar, segði hon eftir kappingina Endaðu við sigri AaB staðfesti rimmar kappingarárið, tá ið tað í síðsta umfari á heimavølli ímóti OB endaði við 2-0 sigri. Jón Rói Jacobsen var ikki í hópinum, tá ið AaB í síðsta umfarinum frammanfyri stúgvandi fullum stadion í Aalborg vann 2-0 á OB. Hetta var síðsta avbjóðingin í Aalborg hjá svenska venjaranum Erik Hamrén, sum frá 1. juni verður venjari hjá norska Rosenborg. Við 2-0 sigri á útivølli ímóti FCN tryggjaði FCM sær silvurmerkini. FCK vann 3-1 á heimavølli ímóti Lyngby og vann harvið bronsumerkini. Hóast tapið í Aalborg endaði OB á fjórða plássi. AC Horsens vann 2-1 í Århus og endaði á fimta plássi. AGF endaði á 9. plássi. Randers FC vann 2-1 á heimavølli ímóti Brøndby. Tað ber við sær, at Randers endaði á sætta plássi, og at Brøndby endaði á 8. plássi. Hetta er vánaligasta endastøða hjá steypavinnarunum í Brøndby í 26 ár. Esbjerg vann í dag 2-1 á heimavølli ímóti Viborg. Viborg flytir niður saman við Lyngby, og Esbjerg endar á 7. plássi. Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS-boð frá lurtar- unum. Í tann mun at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsút- gávuni av Sosialinum. »Hví vann B68 ik 7-1 i dag? Tí ÍF hevur ein fan- gango málmann« »Grát, grát HB! Vit hvítu eiga Havnina!« »FSF roynir at líkjast FA i Onglandi, og nú er bara at vóna at teir fara at geva karanterur vid at hyggja at upptøkum fra dystunum. Hetta tí at domarinir eru ik førir fyri at geva spælarun- um tey kortini, teir hava uppiborið. Dømi: Høgni Madsen bleiv bevíst knall- aður frammaná í dag, men.....bara fríspark og einki meira. Tí er mínáa- heitan hendan: straffi teir leikarar sum gera slíkar ónollir, teir hava einki at gera á einum fotboltsvølli. P.S. Annars rós til B71 venj- aran fyri at siga sina hugs- an um dómarastandin i landinum.« »Viðmerkingarnar frá ÍF verða í Tíðindum fyri deyv í SvF« »Keita er tann nyggi Sylla x2 - hansara einmansavrik søkti okkum fuglfirðing- ar... Útvega Keita FO ríkis- borgaraskap, og vit hava aftur ein málskjútta a lands- liðnum! hansara avrik var í heimsflokki í dag« »Góð og vælvald orð ELI. Púra samd. Koyr á B71« »Einglakórið hjá Eyðun og Eli« »Eg eri ik í iva um, at tá toppliðini spæla moti lægri liðum sum t.d. B71, har Clayton Soares næstan skapar alt, leggja teir eftir teimum við vilja fyri at faa teir út úr dystinum« »Eli skal vera tann síðsti sum sigur hattar.... Vit vita øll hvat hendi vid arnbjørn i fjør!« »Go ELI, EYÐUN og BARTAL « »Í 93 min gav Sigfridur C. Arnbjørn ein slurk av sin- um (Poul Hansen) trylle- drykki, ja so vann Eb- Streymur..« »Hvat man Niclas a Liðar- enda nú siga um úttalilsini hja Eli og Eyðun ?« »Taklingar aftanifrá á ein leikara eiga at geva reytt kort. Dómarar eiga at ansa eftir hesum « »Gott Eli Hentze. Endiliga onkur sum dugir at úttala seg sum ein rættur maður! Heilsan ein B68'ari « »Ingi Højsted er dømi uppá, at ein leikari ikki verður vardur« »Fyrr i tidini ræddust fólk vikingar. Skilji tey væl...« »Heilt fenomoalt fantaskur innsatsur. Koyr á Skála. « »Tann klárt besti Strikarin i longri tíð legdi Margáir fyri føtur sínar tá ið hann sendi HB heimaftur við ongum..!:-) Arnbjørn GO...:-) « »Vil bara takka HB'arinum vi trummunum fyri dystin. Hopi tit halda orð og koma at rópa a okkum ì steypafin- aluni. Koyr á eb/str.« »Eli er heilt flottur. Sigi ikki at hann lýgur, men stuttligt var tað. Hann má bara gera seg kláran til 2- daga leikbann. Hø hø.« »Hvem var det der vandt i dag! Det var dem fra Tofte' a, B68 jeyhh!! ìf buhh - Sera flott dreingir, heilsan ein glaður áskoðari av Toft- um« »Í dag bleiv best leikandi liðið í Føroyum niðurspælt - tað var nærri 7-1 enn 3-2 - Super B68« Sagt í 3. hálvleiki Víkingur-KÍ 3-3 (2-1): Megin hvarv við Rodrigo Nærdystirnir gjørdust heilt nógvir – til tíðir kanska ov – tá Víkingur og KÍ longu fríggjadagin settu hol á áttanda Formula-umfarið Mynd: Álvur Haraldsen KÍ Víkingur