Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Alexandur hevði mist mótið Tá ið NSÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði lagt seg á odda 2-0, var lagið einki serligt í Skála leguni: -Tá kendist tað sum um, at tað fór at verða ógvuliga tungt at koma aftur í aftur. Men vit royndu, og tá ið vit høvdu fingið eitt mál, stríddust vit nógv fyri at fáa eitt afturat, og vit fegnast um, at tað eydn- aðist, sigur Alex­andur Johansen, sum var ein tann eyðsýndasti Skála spælarin í Runavík. -NSÍ liðið var heilt nógv umskipað, og tað vóru vit ovfarnir av. Men í 2. hálvleiki minti liðið meiri um soleiðis, sum tað plagar at vera. Skála hevur verið part- ur av trimum javnleikum á rað, og Alex­andur fegn- ast um úrtøkuna: - Okkara lutur verður at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og í tí stríðnum koma hesi stigini væl við. --- Tveittu tvey stig burtur NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, var ógvuliga vónsvikin, eftir at dóm- arin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og støðan eftir lítlari løtu var broytt frá 2-0 NSÍ leiðslu og til 2-2. - Eg kenni tað soleið- is, at vit hava tveitt tvey stig burtur. Vit høvdu dystin í okkara hulu hond og kundu havt skorað uppaftur fleiri mál, so hetta var stórt vónbrot, staðfesti Óli Hansen. Í 1. hálvleiki var Óli Hansen fremsti álops- spælari, men tað var ikki nakað, sum hann kendi seg serliga væl við. - Áður havi eg verið álopsspælari. Seinastu fimm árini havi eg ver- ið verjuspælari, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað er í tí leik- lutinum, at eg nú trívist best, staðfesti Óli Hansen. At marginalirnir ikki spæla við á sama hátt, sum teir gjørdu í fjør, varð enn eina ferð staðfest, tá ið NSÍ hevði vitjan av grannunum á Skála Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at NSÍ í fjør mest sum var flúgvandi er tað aftur rættiliga vorðin gerandis- dagur við Løkin. Í fjør megnaði NSÍ ferð eftir ferð í síðstu minuttunum at skjóta málini, sum tryggjaðu teimum í Runavík fulla úrtøku, og tað bar at enda fyrsta meistaraheitið nakrantíð við sær. At gongdin er øðrvísi í ár, var sunnudagurin við Løkin staðfesting av. Skála vitjaði, og sum 2. hálvleikur leið, bendi einki á, at tað skuldi eydnast gestunum at fara yvir um aftur fjørðin við úrtøku. Jónhard Frederiksberg setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Miðvallarin Bogi Løkin legði frísparks- sending í Skála brotsteigin, og eftir eitt sindur av aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Jónhardi Fred- eriksberg, sum smekkaði bóltin í málið. NSÍ hevði inntil leiðslu- málið verið leikliga eitt sindur omaná, men síðsta stóra korterið undan steðgi- num var Skála omaná. Skálamenn spældu seg í fleiri góðar støður, og Alex­andur Johansen, sum var ógvuliga væl upplagdur, hevði besta møguleikan eftir langt útspark frá mál- verjanum. Alex­andur gjørd- ist leysur í høgru, tamdi og setti beina kós ímóti málinum. Tá ið Tórður Thomsen kendi seg noyddan at fara út ímóti, lyfti bóltsnillingurin bóltin upp um málverjan, og lukkutíð fyri NSÍ brast bólturin í tvørtræið. Tað sást á uppstillingini, at NSÍ venjarin hevði ikki verið nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki var spælið hjá heimamonn- unum væl betri, enn tað hevði verið. At tað kortini ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, tænir skálamonnum til rós, men tað sigur eisini, at NSÍ hevur ilt við at fáa úrtøku burturúr góðum møguleikum. Óli Hansen var í 1. hálvleiki fremsti maður hjá NSÍ. Í 2. hálvleiki var hann aftasti verjuskansi, meðan Pól Jóhannus Justinussen var fluttur út á vinstra vongverja. Øssur Dalbúð fekk møguleikan sum fremsti álopsspælari, og tað var hann, sum økti um munin til 2-0. Filip Jacob- sen, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan á høgra vongverja, legði innfyri, Bogi Løkin snittaði bóltin longri innfyri, og har tamdi Øssur Dalbúð bóltin og skoraði. So tóktist spurningur vera, hvussu stórur heima- sigurin skuldi verða. Eftir horna og Óla Hansen stút bjargaði Predrag Markovic framúr væl, og løtu seinni seinni kundu ungu menninir á NSÍ liðnum heilt havt tikið spenningin úr upp- gerðini: innskifti Jann Mart- in Mortensen spældi snilt inn um verjuna, men Skála málverjin vann tvídystin við Øssur Dalbúð. Og so var tað, at tað koppaði hjá NSÍ. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraðin Alex­andur Johansen av brotsteigarmarkinum eftir innlegg úr høgru frá Bárði Danielsen, og í yvirtíðini var Skála úrtøkan burtur úr tveimum hornaspørkum útjavnandi málið. Arnhold Berg var fyrstur við fremra stólpan, og við høvdinum syrgdi hann fyri 2-2. Skála NSÍ NSÍ-Skála 2-2 (1-0): Alt er vent á høvdið í Runavík Leingi fegnaðust runavíkingarnir, men í seinasta enda fekk Skála so sanniliga eisini sítt at siga Mynd: Jonhard Hammer Viborg tapti seinasta dystin Súni Olsen var ikki við á liðnum hjá Viborg, sum spældi sein- asta superligadystin í hesi syftu. Liðið flytir nú niður í næstbestu deildina at spæla. Dysturin um vikuskiftið var á útivølli ímóti Esbjerg, og úrslitið gjørdist 2-1. Líkt var til, at Viborg hevði bjargað sær eitt stig við einum máli seint í dystinum, men tríggjar minuttir inn í yvirtíðina skoraði Esbjerg sigursmálið. Eriksson upp á tal í Chelsea Chelsea hevur sagt venjaranum Avram Grant úr starvi, og nú ganga nógvar søgur um, hvør avloysarin hjá honum verður. Ein av teimum, sum verður nevndur, er sviin Sven-Gøran Eriksson, sum er fyrrverandi enskur landsliðsvenjari. Eriksson vandi farna kappingarár Manchester City, og hann skal hava eitt gott samband við Chelsea-eigaran Roman Abramovic.