mánadagur 26. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 98 - 26. mai 2008 ]
Gamli sannleikin um,
at eingin vinnur nak
að uttan eitt sindur av
hepni slapp at standa
sína roynd, tá EB/
Streymur fekk trý stig
sunnudagin, hóast
teir í longum løtum
vóru sera hart kroyst
ir av HB. Men hepni
kemur sjáldan av sær
sjálvum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað mundi kennast sum eitt
stórt paradoks í HB-leguni
sunnudagin. Seinasta mán-
aðin hevur spælið hjá FM-
biðlunum verið meira enn
eitt sindur trilvand, men
tann knútin tóktist sigurin á
NSÍ at hava loyst.
Ístaðin spældi HB sín
helst besta dyst hetta kapp-
ingarárið, tá teir vitjaðu við
Margáir, men fyri fyrstu
ferð í ár kom einki stig við
heimaftur.
Steðgaðu eftir málið
Skal rætt vera rætt, so vóru
heimamenninir tó ikki heilt
fyri ongum. Fyrsta lítla
korterið á dystinum prógv-
aðu teir veruliga, hví teir á
stigatalvuni liggja sum reitt.
Á miðvøllinum høvdu Bárð-
ur Olsen og Mikkjal Tho-
massen tamarhald á tí mes-
ta, og so gekk ofta skjótt, tá
bólturin varð spældur upp í
borðunum.
Leiðslumálið var eisini
ein sonn perla, tá HB-verjan
varð tagað sundur av 2-3
skjótum sendingum, áðrenn
Hans Pauli Samuelsen, sum
sjálvur var miðdepil í álopi-
num, smekkaði flatt av
brotsteigarmarkinum.
Trupulleikin í spælinum
hjá EB/Streymi var kanska,
at teir so tíðliga komu fram-
um. Eftir leiðslumálið løg-
du teir seg longur aftur á
vøllin. Og tá hælsinan hjá
Mikkjali Thomassen skjótt
mátti geva upp, mistu teir
eisini takið á miðvøllinum.
Og so kom HB veruliga
ígongd. Fyrstu løtuna var
talan tó um tannleyst trýst,
har spælið í alt ov stóra
mun varð trokað eftir miðás-
ini, og har heimaverjan tí
ikki hevði teir heilt stóru
trupulleikarnar.
Men spakuliga komu eisi-
ni nakrir bóltar, ið vórðu
spældir djúpt, og tá gjørdist
tað heilt skjótt vandamikið.
Serliga hevði Andrew av
Fløtum sínar møguleikar,
men nærri enn einum dund-
urskotið á stólpan kom
hann tó ikki fyri steðgin.
Í hinum endanum royndi
EB/Streymur at dúva upp á
kontra, og løtuna undan
steðginum riggaði hetta
væl. Ikki minst, tá talan var
um trífaldan møguleika.
Leikaði hart á
Og dystargongdin helt fram
eftir steðgin. Kanska við
undantaki av, at EBS/treym-
ur tók seg enn longur aftur
á vøllin. Men longu eftir 10
minuttum gekk galið. Jákup
á Bog varð sendur avstað í
vinstru, og tá hann legði út
frá til Andrew, ivaðist mað-
urin við 10-talinum ikki,
áðrenn hann smekkaði bólt-
in í netið.
Og HB var á ongan hátt
nøgt við javnleikin. Takið
og trýstið á EB/Streymi
varð als ikki slept. Men hin-
vegin raknaði EB/Streymur
eisini av álvara við. Og við
kvikum spælið skaptu teir
fleiri ferðir heilt álvarsligan
vanda framman fyri HB-
málið.
Hjá HB var tað serliga
ein fragd at síggja, hvussu
Christian Høgni Jacobsen
fleiri ferðir skræddi djúpar
foyrur í verjupartin hjá EB/
Streymi, men hóast vanda-
støðurnar vóru nógvar, so
eydnaðist ongan tíð hjá HB
at fáa avgerandi fótin inn í
einum dysti, har liðini vístu,
hví júst tey eru tey fremstu
Eitt spæl um mál
Deyðbóltarnir hava verið
eitt tað vandamiklasta vápn-
ið hjá EB/Streymi í ár, og
tað lá kanska í lutini, at
skuldi heimaliðið vinna, so
var ein slíkur neyðugur.
Tað eydnaðist eisini inn-
skifta Hanus Eliasen at fáa
nøkur fríspørk í borðinum.
Kanska var tað tilvitaður
partur av innskiftinum, at
tað skuldi dyrgjast eftir júst
hesum, og í yvirtíðini gav
hetta eisini úrslit. Eftir stutt
fríspark til Levi Hanssen
varð bólturin lyftur inn í
brotsteigin, og so prógvaði
Arnbjørn Hansen, at hann
hevur betri máltev enn teir
flestu.
Rættvíst mundi tað ikki
kennast hjá HB. Og teir høv-
du alla orsøk at vera mis-
nøgdir. Men fyrst og fremst
mundu teir iðra seg um egn-
an vantandi effektivitet.
Tað kundi EB/Streymur
hinvegin ikki gremja seg
um. Men fótbóltur er nú
eina ferð eitt spæl um mál.
Tann, sum skjýtur tey flestu
av hesum, vinnur dystin.
Og so ræður um at hava
hvassar menn í fremstu røð.
Í so máta hevur EB/Streym-
ur helst tann hvassasta í
landinum.
Og so slepst illa undan at
rósa ungu monnunum hjá
oddaliðnum. Hóast ungan
haldur, so teljast Bárður
Olsen, Marni Djurhuus og
Hans Pauli Samuelsen lon-
gu millum veteranarnar.
Men líka so imponerandi er
tað at síggja næsta ættarliðið
av spælarum, sum veruliga
hava tikið kjansin. Tá hugs-
að verður um, at oddaliðið
stóran part av árinum hevur
verið royndar og berandi
kreftir fyriuttan, er odda-
sessurin eitt sjónligt prógv
um, at grundarlagið er fyri
tí heilt stóra í felagnum.
EB/Streymur-HB 2-1 (1-1):
Málini telja
Liðið vinnur
Við sínum máli í yvirtíðini
bjargaði Arnbjørn T. Hansen
trý virðismikil sti gtil EB/
Streym,
sum
soleiðis
skræddi seg púrasta leyst í
oddinum.
Umframt
stigunum
bjargaði Arnbjørn eisini
sínum egnu hagtølum, sum
framvegis
sýna,
at
vandamikli áleyparin skorar
eitt mál fyri hvønn dystin,
men hetta var ikki nakað,
sum hann hevði hug at
leggja stórvegis dent á eftir
dystin.
- Fótbóltur er nú einaferð
so, at tað er eitt lið, sum
spælir. Onkur skal so skjóta
málini, og tann leiklutin
havi eg havt nakrar ferðir.
Meira enn tað liggur ikki í
tí, sigur hann.
Men
tað
skerst
ikki
burtur, at hann var fegin um
málið og ikki minst stigini,
sum hetta gav. Ikki minst tí
hann helt, at HB var betri á
degnum.
- Teir vóru betri í dag,
men mann má vera heppin
viðhvørt, og tað var vóru
vit kanska í dag. Teir spældu
væl, og teir fluttu seg væl,
so tað var trupult hjá
okkum. Hinvegin eru vit
enn á odda, og tey stigini
eru altíð góð at hava, segði
Arnbjørn eftir dystin.
Høvdu uppi
borið meira
Fróði Benjaminsen var alt
annað enn fegin um, at hann
og liðfelagarnir ikki fingu
meira enn tað sama burtur
úr dystinum við Margáir
sunnudagin.
- Vit eru so klárt betra
liðið í dag. Og at vit kortini
tapa dystin 2-1, er heilt
ótrúligt.
Og tit eru fimm stig
aftanfyri. Kann tað ikki
vera tungt at heinta aftur?
- Sjálvandi. Fimm stig,
tað eru tveir dystir, so vit
mugu bara arbeiða hart, um
vit skulu vinna tað aftur.
Hinvegin er nógv positivt,
sum vit kunnu taka við
okkum úr dystinum, og so
mugu vit bara brúka tað
positivt,
heldur
Fróði
Benjaminsen.
HB
EB/S
Tá seinasti bólturin varð sendur inn fyri HB-málið, vísti Arnbjørn T. Hansen enn einaferð, hví
hann verður mettur sum vandamiklasti áleyparin í landinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
Høgni breyt beinið
Hóast EB/Streymur fegnaðist um stigini sunnudagin, so
vóru eisini rivur í gleðini. Mikkjal Thomassen hevur
verið úti í tríggjar vikur, og tað vísti seg skjótt, at
hælsinan ikki enn er til reiðar til Formula-fótbólt. Og hjá
Høgna Zachariassen endaði dysturin heilt keðiliga.
Einsamallur uttan mótstøðumann í nær námind traðkaði
hann púrasta skeivt, og úrslitið var eitt brot í einum beini
í fótinum. So uttan iva ganga nakrar vikur, áðrenn hann
aftur kann venja.
Helt í 451 minuttir
Hóast HB hevur havt sínar trupulleikar í álopspartinum,
so hevur verjan staðið seg heilt væl. Undan dystinum í
Streymneis hevði Tróndur Vatnhamar soleiðis staðið 445
“reinar” minuttir í HB-málinum. Men tá hevði HB so
heldur ikki spælt móti mest skorandi liðnum í deildini.
Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn EB/Streymur
setti hol á. Hetta hendi longu eftir seks minuttum, og
gjørdist talan soleiðis um 451 málleysar minuttir hjá HB í
verjupartinum.