Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Benitez vil hava vinnaramentalitet Liverpool-venjarin Rafael Benitez heldur, at hansara lið manglar vinnarametalitet, og tí skal liðið styrkjast við nýggjum spælarum. - Tað er avgerandi fyri okkum at fáa teir røttu spælararnar til felagið. Vit skulu hava spælara við vinnaramentaliteti. Spælarar, sum eru desperatir eftir at vinna okkurt, sigur Benitez. Nygaard við í øllum Hálvi føroyingurin Marc Nygaard var blandaður upp í tað mesta, tá Randers vann seinasta dystin í hesum kappingarárinum í superliguni. Randers spældi í Brøndby og vann 2-1. Marc Nygaard skoraði fyrra málið hjá Randers, og hann legði upp til tað seinna. Hann hevði eisini aðrar naskar royndir. Sigurin hevði við sær, at Randers endaði sum nummar 6 í superliguni – millum annað frammanfyri Brøndby. Munurin var, at vit skoraðu - Hetta var ein javnur dystur, men eg vil siga, at munurin var tann, at vit skoraðu. Vit høvdu eisini yvirtakið á spæl- inum, men kanska tú kanst siga, at vit vóru hepnir. Eg plagi jú ikki at skalla mál, segði ein flennandi sigursharri, Hanus Thorleifsson, sum tó álvarsligari legði afturat, at innleggið frá Alex dos Santos var fantastiskt. B36 vísti ikki nakað stórspæl í gjár, og Hanus saknar framvegis okkurt. - Vit mugu vera neyvari, tá ið vit koma heilt fram á vøllin. Vit eru øgiliga ofta langt frammi, men ofta vantar seinasta avleveringin. Eitt sindur meiri konsentrtión, so koma fleiri mál. Vit hava jú avgjørt leikararnir til tað, segði Hanus. - Eitt lið sum B36 fer altíð eftir Føroyameistara- heitinum, og vit fara framvegis eftir at liggja so ovarliga sum tilber, segði Hanus Thorleifsson at enda. Ikki stórur munur á liðunum Høgni Midjord, B71-áleypari, fekk bóltin í B36-málið, men hetta varð kolldømt. Hann heldur ikki, at stórur mun- ur á liðunum. - Tað var als ikki stórur munur á liðunum. Teir vóru kanska eitt lítið sindur betri, og kempaðu betur. Vit kunnu vera betri enn í dag, men vit royndu okkara besta, segði Høgni eftir dystin. Vit spurdu hann, um vónirnar til B71 at arga stórfeløgini aftur í ár leggja trýst á B71-liðið. - Ja, tað er møguligt. Í fjør vóru vit uppflytarar, og vit skuldu vísa, at vit vóru komnir fyri at vera. Í ár hava vit ikki eins nógv at prógva, og hetta tyngir okkum eitt vet, heldur ungi B71-áleyparin. - Vit trúgva framvegis uppá at blíva verandi í Formuladeildini. Mikukvøldið møta vit Víkingi, og vit fara sjálvandi at geva alt vit eiga, segði Høgni Midjord at enda. FÓTBÓLTUR Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Liðið, sum í fjør tók nógv topplið á bóli, hevur ikki rættiliga funnið stevið í árs- ins útgávu av Formuladeild- ini. Sunnudagin skuldi B71 á vitjan hjá B36 í Gundadali, har B36 í ár er ósigrað. B36 hevur tó ikki verið serliga sannførandi í ár, og hevur havt trupult við at skapa dystir. Høvdu yvirtakið B36 kom tó út til dystin sum favorittur, og tað vóru eisini teir, ið høvdu meginpartin av spælinum. Karoly Potemkin varð settur á B36-beinkin frá byrjan, og eingin føddur áleypari var á vøllinum. Álopssinnaði miðvallarin, Tamás Nagy, leikti í álopinum hendan dystin, og hann hevði lyndi til at luttaka nógv í spælin- um á miðvøllinum. B36 hevur yvirvágina, men ser- liga vandamikið gjørdist tað ongantíð. B71 hevði tó eisini nøkur væl spæld álop, og serliga var Gudmund S. Nielsen á vinstra vongi ein garpur. Í 17. minutti fekk B36 eitt málgevandi álop. Alex dos Santos sendi eitt av mongum innleggum úr vinstru, og hesuferð var Hanus Thorleifsson hægst- ur, og skallaði bóltin í netið til 1-0 til heimaliðið. B71 aftraði seg als ikki við royna ímóti málinum, og løtu eftir málið fekk Høgni Midjord bóltin í netið. Málið varð tó kolldømt vegna rangstøðu. Minuttirnir til hálvleiks vóru óáhugaverdir fyri utt- anveltaða fótbótsfjepparan, og einki av liðunum var tætt við at broyta hálvleiksstøð- una, sum harvið gjørdist 1- 0 til B36 Sama søgan Í seinna hálvleiki helt sama leikgongdin fram. B36 sat framvegis við róðrið, men B71 lá væl framvið og var kanska vandameira liðið. B36-álopini endaðu ofta við forkølaðum langskotum, meðan tað var lítið at ringla um hjá B71, sum var meira avgjørt og fór málrættað eft- ir málinum. Leikferðin var sera lág, og nógv fríspørk vórðu dømd. Sum dysturin gekk, byrj- aði B71-verjan at síggja heldur tunn út, og B36 fekk lættari við at koma ígjøgnum. Tættari enn tætt við komu teir tó ikki. At renna heimaftur í verj- una var kanska ein trupul- leiki hjá B36, tí B71 slapp ofta í opin mótálop. Hesi endaðu tó oftast uttan at vera vandamikil, men tað var serliga eftir horna og frí- sparksinnlegg, at B71 var tætt við. Eitt nú fáir minuttir fyri leiklok vóru bæði Clayt- on og Flavio tætt við at javna, men tættari enn tað sama kom B71 ongatíð, og harvið tryggjaði B36 sær øll trý stigini. B71 er framvegis niðast í Formuladeildini, meðan B36 hongur í oddastríðnum. B36 mátti veruliga stríðast fyri sigrinum, men trý stig vórðu fingin til høldar móti B71, ið mest sum hevur brent seg fast í botnin Mynd: Álvur Haraldsen B71 B36 Liðið av Sandoynni hevur brent seg fast í botninum av For­ muladeildini, eftir at teir í gjár taptu 0­1 fyri B36 í Gundadali B36-B71 1-0 (1-0): B71 fram- vegis í tómgongd