Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Jónas nærri bjargingini Í gjár vitjaði SønderjyskE í Køge, har Jónas þór Næs er fastur høgri vongverji. Um SønderjyskE hevði vunnið, so høvdu suðurjydarnir tryggjað sær uppflyting í superliguna. Køge er í tungum sjógvi, og tí høvdu venjarin, Henrik Larsen, og spælararnir brúk fyri øllum tí, sum teir kundu vinna. Og tað eydnaðist Køge at fáa eitt stig burturúr. Úrslitið var 1-1. Køge hevur 31 stig og er trý umfør undan kappingarenda trý stig frá niðurflytingarplássi. Finalurnar eru fram- skundaðar Kappingarnevndin í FSF hevur gjørt av, at finalurnar í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum skulu spælast leygardagin 14. juni og ikki sunnudagin 15. juni, sum tað annars hevur verið ásett. Fyrsta bríkslið í kvinnu- finaluni verður klokkan 15, og fyrsta bríkslið í mansfinal- uni verður klokkan 18.15. Tað er greitt, at B36 og EB/ Streymur skulu spæla finaluna um Løgmanssteypið. Enn er tað ikki greitt, hvørjar fara at spæla kvinnufinaluna. Hjá summum hevur spælið verið gott og úrtøkan lítil, og hjá øðrum hevur úrtøkan verið góð, hóast avrikini ikki hava verið so sannførandi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er í hesum døgum huga- ligt at fylgja við fótbóltskapp- ingini. Veðrið er so fagurt sum sjáldan, og hvat úrslitun- um viðvíkur gongur tað ikki altíð, sum prestur prædikar. Mikukvøldið verður 9. umfar á skránni, og so verður farið undir nýtt umfar, har tað hjá liðunum fer at bera til at siga takk fyri seinast. Óstøðugt Gongdin higartil hevur ver- ið rættiliga nógv upp og nið- ur. Hjá summum hava leik- ligu avrikini verið góð og úrtøkan minni góð, og hjá øðrum hevur tað ikki gingið so væl at fáa glið á spælið, men kortini hevur úrtøkan ikki verið so galin. Millum tey, sum tað hevur verið undirhaldandi at hyggja at, hevur verið ÍF. Hjá fugl- firðingum hevur úrtøkan ikki staðið mát við avrikini. Hesa ferð hekk tað ikki væl saman hjá ÍF, sum rudduliga tapti ímóti B68. Mikukvøldið skal ÌF í Gundadal at hitta HB, sum leikliga tykist vera um at koma seg eftir vánaligt tíð- arskeið, men sum ikki megn- ar at finna vegin til mesk- arnar nóg ofta. Bæði fyri HB og ÍF verður talan um sera týdningarmikla uppgerð. Við sigrinum í Fuglafirði hava uppflytararnir av Toft- um fimm tær seinastu ferðir- nar vunnið úrtøku. Á støðu- talvuni eru B68 og NSÍ lið um lið. Tað er heilt øðrvísi, enn tey flestu mundu rokna við undan kappingarbyrjan. Í Fuglafirði varð enn eina ferð staðfest, at senegales- isku B68 spælararnir eru sonn plettskot. Toftamenn mugu bera skjótt at og tryggja sær undirskriftirnar fyri komandi kappingarár. Um tað fer at verða, sum tað plagar, so fara stóru feløgini at vísa áhuga fyri Ndende, Keita og hinum B68 spælar- unum úr Senegal! Fríggjakvøldið endaði tað 3-3 millum Víking og KÍ, sum enn eina ferð var á odda, og enn eina ferð ikki megnaði at halda tørn. Hóast hetta var fimta ferðin á rað, at klaksvíkingar fóru av vøllinum uttan at hava tapt, so er fjarstøðan niður til botnin framvegis lítil. Tølini siga, at tað lekur ov nógv í KÍ verjuni. Men hóast tað er stutt frá KÍ og Víkingi og niður á botn, so er fjarstøðan fram til fjórða plássið bara tvey stig! Ein av kappingarneyt- unum hjá Víkingi og KÍ er NSÍ, sum mikukvøldið fer at vitja í Klaksvík. Úrslitini hjá meistarunum hava ikki verið nakað serlig, og tað hava avrikini heldur ikki. Hesa ferð var spælið í longum løtum kanska betri enn nakrantíð fyrr í ár. Men tað eydnaðist ikki at vinna. Marginalirnir eru ikki á somu síðu, sum teir vóru í fjør! Hepnið við oddinum Triðju ferð á rað fór Skála av vøllinum við úrtøku. Trupul- leikin er tó, at javnleikirnir bara bera eitt stig við sær. Um tað skal muna nakað, so er neyðugt viðhvørt at vinna. Mikukvøldið verður uppgáv- an ivaleysa stór. Men Skála plagar at standa seg væl í grannauppgerðunum ímóti EB/Streymi. Oddaliðið hevði ímóti HB hepnið, sum ofta eyðkennir tey, sum eru omaná. Nú er EB/Streymur fimm stig frammanfyri HB. Tað er helmingurin av tí, sum í sluttspurtinum í 2006 vísti seg ikki at vera nóg mikið. B71 er niðast, og tað tykist tungt hjá sandoyingum, sum fyri fjórðu ferð á rað fóru av vøllinum við ongum. Víking- ur fer at vitja á Sandi miku- kvøldið. Tað tykist vera ein av uppgerðunum, sum sand- oyingar eiga at vinna, um teir skulu hugsa um at toga seg longri upp á talvuna. Men enn eru meiri enn tveir trið- ingar eftir at kappingarárinum, og sandoyingar kunnu ugga seg við, at tað higartil hevur víst seg at ganga upp og nið- ur hjá teimum flestu. Møgu- leiki eigur at vera fyri, at tað skal fara at ganga upp eftir hjá B71! Tað gongur nógv upp og niður Við sigrinum á HB legði EB/Streymur seg fimm stig framum argastu kappingarneytarnar. Men minnini frá 2006 syrgja helst fyri, at hetta ikki verður nakar koddi hjá oddaliðnum Mynd: Sofus Debes Johannesen – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 320500 Superdekkservice/ Firststop Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið v/Neinbjørn Nattestad Miðvágur, tel 332727