mánadagur 26. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 98 - 26. mai 2008 ]
Fult í fyrstu
royndunum
Undan kappingarbyrjan
søgdu toftamenn seg
vera
misnøgdar
við
kappingarskránna, sum
segði, at teir skuldu
spæla tvær ferðir á úti
vølli ímóti ÍF, Skála og
B71. Hetta vóru liðini,
sum tað varð roknað
við, at B68 skuldi kapp
ast við fyri at sleppa
undan
niðurflytingar
plássunum.
Nú hevur B68 spælt
eina ferð á útivølli
ímóti øllum hesum trim
um. Á Skála vann B68
10, á Sandi vann B68
10, og nú vann B68 3
1 í Fuglafirði.
Í sjey teimum fyrstu
umførunum
skoraði
B68 fimm mál. Tey trý
málini í Fuglafirði í gjár
bera við sær, at tað løgd
ust 60 prosent afturat
málrúgvuni ella túgvuni
hjá toftamonnum.
Símun aftur
í ÍF verjuni
Fuglfirðingar vóru sjálv
andi ikki nøgdir við
teirra avrik hesa ferð.
Fyritreytirnar vóru held
ur einki serligar. Bartal
Eliasen var leikbannað
ur, og hin miðverjin,
Knút
Vesturtún,
var
skaddur. Jonn Thomsen
og Fritleif í Lambanum
vóru miðverjar.
Eftir eitt korter noydd
ist Debes Danielsen at
fara skaddur av vøllin
um. Tá varð veteranurin
Símun Eliasen skiftur
inn, og liðið var umskip
að: Dánial Pauli Høj
gaard varð fluttur av
vinstra vongverja og
fram í høgra borð, Frit
leif í Lambanum varð
fluttur úr miðverjuni og
út á vinstra vongverja,
og Símun Eliasen fór í
miðverjuna at spæla sam
an við Jonn Thomsen.
Tá ið ÍF mikukvøldið
fer at vitja HB í Gunda
dali, verður Bartal Elia
sen leysur av leikbann
inum, sum tvær tær
seinastu ferðirnar hevur
hildið hann uttanfyri.
Eitt fullfíggjað róðrarfelag
Í gjár var sermerktur dagur hjá kappróðrarfelagnum Knørri í Havn.
Tey sjósettu eitt nýtt fimmmannafar og eitt nýtt 10 mannafar, so nú
hava tey eitt fullfíggjað kappróðrarfelag. Fimmmannafarði eitur
Tambar, meðan Ormurin Lagni er navnið á nýggja
tíggjumannafarinum. Magnus Gaard í Knørri sigur, at hetta er ein
sermerktur dagur hjá felagnum, tí nú kann felagið lata seg umboða í
øllum bátastøddum í kappróðrinum. Nú kunnu vit lutaka í øllum
bátastøddum sum eitt fullfíggja kappróðrarfelag.
Tosa mikukvøldið
Síðani FSF gjørdi av, at Bartal Eliasen skuldi fáa leikbann
í tveir dagar, hava spælarar, venjarar og leiðsla hjá ÍF ikki
vilja gjørt viðmerkingar av nøkrum slag í fjølmiðlunum.
Hetta tí tey søgdu seg óttast enn fleiri leikbann frá FSF.
Mikukvøldið er Formulabóltur aftur á skránni, og tá
hevur Bartal Eliasen aftur loyvi at spæla. Og sambært
formanninum í felagnum, Dan Petersen, verður
sjálválagda talubannið hjá ÍF tá avtikið.
Senegalesisku spælar
arnir vístu vegin, tá ið
óvuliga væl upplagdir
toftamenn vóru sann
førandi ímóti ÍF,
sum ikki livdi upp til
avrikini fyrr í ár
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað hevur verið í Fuglafirði,
at bestu leikligu avrikini
hava verið higartil í ár. ÍF
hevur fleiri ferðir víst fínt
spæl, uttan at tað hevur giv
ið uppibornu úrtøkuna.
Og í góðveðrinum sunnu
dagin vóru tað toftamenn,
sum vístu hugflogsríkt og
sannførandi fótbóltsavrik í
Fuglafirði. Serliga sannfør
andi var avrikið fyrra partin
av 1. hálvleiki, tá ið B68
legði
seg
framum
við
tveimum málum.
Hetta var avgjørt besta
løtan hjá okkum higartil í ár,
og tað man vera langt
ímillum, at fótbóltur á hes
um støðinum er at síggja her
á okkara leiðum, helt væl
nøgdi B68 venjarin, Bill
Jacobsen, eftir lokið stríð.
Tað var hesa løtuna, at
tað so rudduliga var stað
fest, hvussu góðir senegales
isku spælararnir hjá B68
eru. Tað plagdi at verða
sagt um suðurafrikanska
Zuma, tá ið hann var lið
felagi hjá Toda Jónsson í
FCK, at hann spældi betri
og betri, sum dagarnir
longdust
og
hitastigini
hækkaðu, og at tað sást á av
rikunum, tá ið heystið kom,
dagarnir fóru at styttast, og
kuldin kom í luftina.
Um hetta er soleiðis hjá
senegalesisku B68 spælarun
um fer tíðin at vísa. Men í
góðveðrinum í Fuglafirði
dusaðu teir sær. Teir hava
góðan bóltførleika, og teir
arbeiða fult og heilt fyri søk
ini. Teir flyta seg nógv, og
teir eru ærukærir. Hvør ein
asti nærdystur kennist sum
at vera alt avgerandi, teir eru
skjótir, og teir hava gott eyga
fyri at spæla saman við
føroysku viðspælarunum.
Eftir tap í trimum teimum
fyrstu umførunum hevur
tað gingið sum eftir ánni
hjá B68, og tað kann fara at
gerast heilt spennandi hjá
Bill Jacobsen og hansara
monnum, sum ivaleyst hava
meiri í sær, tá ið liðið verður
meiri samanspælt. Niklas
Joensen gerst alt tryggari á
høgra
vongverja,
Jóhan
Dávur Højgaard er stinnur
og avgjørdur undir liðini á
skilagóða veteraninum Arn
birni Danielsen í miðverjuni,
og hóast venjingarstøðan
ofta hevur verið betri, man
Øssur Hansen framvegis
vera ein tann besti vinstri
vongverjin í landinum.
Jann Ingi Petersen er á mið
vøllinum við at finna stevið
aftur, sum í síni tíð bar lands
liðsúttøku við sær, Kristian
Anton Andreasen og Jóan
Símun
Edmundsson
eru
ágrýtnir og evnaríkir, og so
eru tað ágrýtnu, arbeiðssomu
og evnaríku útlendingarnir,
ið binda sloyfuna saman.
Hesa ferð skoraðu sene
galesarnir øll málini: Ndende
setti hol á, tá ið hann vann
luftdyst og síðani lyfti upp
um Andres Gango, sum vardi
ÍF málið væl og heilt víst var
besti heimamaðurin. Keita
økti til 20, tá ið hann fangaði
langa sending, sneiddi seg
leysan og setti bóltin framvið
málverjanum,
og
Keita
staðfesti 31 sigurin, tá ið
hann í høgru streyk avstað,
legði alla verjuna aftur um
seg og setti bóltin fram við
málverjanum. Trý fín B68
mál, og serliga í 1. hálvleiki
kundi B68 havt skorað tvey
ella trý mál afturat, tá ið teir
raktu bæði stólpa og tvørtræ.
ÍF svaraði aftur í 2. hálv
leiki. Spenningur kom í, tá
ið Høgni Madsen eftir
horna minkaði um munin. Í
eitt korter reið tað um snar
ið, tá ið álopini fóru báðar
vegir, men tá ið Keita hevði
skorað til 31 var tað greitt,
at øll stigini skuldu út á
Toftir.
Eg kendi tað sum um, at
tað var vandi fyri, at vit eftir
fínu byrjanina skuldu missa
sigurin. Tað var avgjørt ikki
tilvitað, men tað vísir seg
ofta, at tá ið leiðslan er 20,
so hava spælararnir hug at
toga í bremsuna. Teir høvdu
fleiri vandamiklar deyðbólts
støður, men tíbetur eydnaðist
tað at varðveita leiðsluna,
eisini tí at fremstu menninir
hjá okkum alla tíðina lógu
frammarlaga og hóttu í
snarálopum, viðmerkti B68
venjarin.
ÍF-B68 1-3 (0-2):
B68 er orduliga í hopla
B68
ÍF
Toftamenn hava veruliga
fingið glið á. ÍF var
annars favorittur undan
sunnudegnum, men tað løgdu
gestirnir líka í