Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Bæði Eyðun Klakstein og Eli Hentze rópa varskóð, tí kreativu spælararnir fáa ov harða viðferð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri dystin var tað avgerandi, at KÍ-venjarin gjørdi av at taka Rodrigo av vøllinum nakað inn í seinna hálvleik. Við tveimum málum hevði brasilski framherjin sín stóra lut í 3-1 leiðsluni, sum KÍ tá hevði, men eftir útskift- ingina gjørdust klaksvíkingar alt meira tannleysir. Rodrigo hevði ein lítlan skaða at dragast við undan dystinum, og við viðferðini, sum spælarin fekk á vøllinum, segði KÍ-venj- arin, Eyðun Klakstein, at hann tordi ikki at lata spælaran halda fram á vøllinum. - Eg føldi eisini tað, at dómarin í dystinum kláraði ikki ordiliga at verja okkara spælarar. Teir fóru somikið illa við honum (Rodrigo), so eg valdi at taka hann av vøllinum, so vit eisini kundu brúka hann næstu ferð. - Tað haldi eg er nakað, sum tú sært meira og meira í ávísum dystum og á ávísum vøllum. Nevnliga at dómararnir klára ikki at verja spælararnar nóg væl, segði Eyðun Klakstein. Og Eli Hentze, venjari hjá B71 var á ongan hátt ósamdur, tá hann gjørdi sínar viðmerkingar til dystin hjá B71 í Havn. - Eg havi eitt lítið hjartasuff. Og tað er ikki eitt slíkt, sum gevur leikbann frá FSF, tí eg ætli mær ikki at siga, hvussu dómarar síggja út, ella hvussu teir renna. - Men teir spælarar, sum æstetiskt eru við til at ríka fótbóltin, verða alt ov lítið vardir. Og teir, sum vit kalla bissarnir, fáa alt ov langar teymar. Vit spældu ímóti HB í øðrum umfari, og eitt tað størsta talentið í føroyskum fót- bólti, Rasmus Nielsen, varð fyrilitarleyst sparkaður niður. Og í dag síggja vit, at Clayton Soares verður sparkaður niður aftanífrá, uttan at tað gevur nakað. Tað sama sóu vit í fjør við tí úrsliti, at Clayton spældi lítið í seinnu hálvu í fjør, og hann hevur í næstan ongan mun verið við í tilgongdini til hetta kappingarárið. - Snøgt sagt, so haldi eg, at teir dómarar, sum vit hava – líkamikið um teir eru nógvir ella fáir – í nógv størri mun skulu verja spælararnar á vøllinum. - Tað, sum eg serliga hugsi um, er tá spælarar standa við ryggi- num til mótstøðumann, og tí ongan møguleika hava at verja seg, verða sparkaðir niður. Tað var nakað, sum stórt fokus var á fyri nøkrum árum síðani, men í dag er nógv størri fokus á spælarum, sum brúka seg. - Tað er sjálvandi í ordan, at spælari fær leikbann, um hann ikki uppførir seg ordiligt. Men skuldi eg valt ímillum ófólka- ligheitina og tað, sum er markinum til harðskap, so vildi eg heldur valt ein, sum brúkti seg eitt sindur for nógv, segði Eli Hentze. Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Reinert, er púra samdur í, at spælarar eiga at verjast. Men hann hevur samstundis hug at spæla bóltin retur til venjararnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Petur Reinert er ikki púrasta ósamdur, tá Eli Hentze og Eyðun Klakstein báðir rópa varskóð um, at spælararnir verða vadir ov lítið í føroyskum fótbólti í dag. - Reglurnar á økinum sum so eru annars púra greiðar. Metir dómarin, at ein tackling setir heilsuna hjá mótspælara í álvarsligan vanda, eigur reyða kortið at togast fram. Og hagtølini vísa, at tað er hampuliga langt ímillum tey beinleiðis reyðu kortini í Føroyum. Hinvegin er hetta altíð ein metingarspurningur, og dómarin hevur ikki alla tíð at umráða seg í. Ikki tí at tað skal vera nøkur umbering, men ofta er tað so, at ivast tú í gulum og reyðum, so verður tað gula aloftast nýtt. Og so kann tað væl vera, at tú seinni á sjónbandið sært, at hatta kanska skuldi verið reytt, sigur Petur Reinert. - Og so er tað sjálvandi eisini so, at vit skulu viga fyri og ímóti. Eg veit væl, at teir spælarar, sum eru dugnaligir, mangan fáa harða viðgerð. Men ofta eru tað somu spælarar, sum detta fyri eitt gott orð, og tí ivast tú ofta sum dómari, sigur Petur. Keane sat ikki á beinkinum Petur Reinert viðgongur eisini púrasta blankt, at er tað so, at føroysku dómar- arnir ikki eru nóg dugnaligir til at umsita tann partin av fótbóltsreglunum, so skal hetta strammast upp. Men samstundis hevur hann eisini hug at sparka bóltin aftur til venjararnar. - Vit skulu sjálvandi ikki renna undan ábyrgd. Men eg havi hug at koppa tingunum eitt sindur á – ella hyggja at tí stóru heildar- myndini, um tú vilt. - Eg veit væl, at fótbóltur ikki er nakar sunnu- dagsskúli, men eg havi so ongan tíð biðið nakrar spælarar fara út á vøllin at sparka hvønn annan niður. Eg skal ikki ákæra nakran venjara fyri tilvitað at fáa spælarar sínar at sparka mótstøðumann niður. Men eg havi heldur ikki sæð nakran venjara sett ein spælara á beinkin, tí hann hevur spælt ov harðliga. Tað er eitt sindur sum at hoyra Alex Ferguson, tá hann tosar um, at Ronaldo verður ov lítið vardur. Ronaldo fær harða viðferð, men samstundis var Ferguson í fleiri ár venjari hjá Roy Keane, og hann varð ongan tíð settur á beinkin vegna ov hart spæl, so hatta vendir báðar vegir. - Og støðan hjá venjarun- um er kanska eisini skilj- andi. Teir vilja vinna fyri nær sagt ein og hvønn prís. Hagtølini í fjør staðfesta so dyggiliga, hvat hendir, um teir ikki vinna, og tí verður nógv lagt fyri. Kanska ikki við boðum um, at mót- støðuspælari skal skaðast, men hevur mótstøðuliðið ein spælara, sum gevur trupulleikar, so verða boð givin um at steðga honum. - Sjálvandi kanst tú tá siga, at tað er dómarans ábyrgd at ansa eftir hesum. Og kanska er hetta ein keðiligur tendensur, sum er í ferð við at sníkja seg inn í føroyskan fótbólt. Men standa vit í eini støðu, har hetta er partur av spæli- ætlanini, so er hetta nakað, sum fótbólturin í felag má viðgera. Og í øllum førum skal eg taka hattin av, um nakar venjari torir at taka í egnan barm í so máta, sigur Petur Reinert. Ov langt til leikbann Nakað annað, sum Petur Reinert heldur kann hjálpa í so máta, er, at um reglurnar fyri gul kort vórðu herdar. - Tú sært í dag, at spælarar skulu hava fimm gul kort, áðrenn fyrsta leikbannið fellur. Og tað er ov nógv. Ikki fyrr enn tey fyrstu trý eru komin, fer ein spælari at hugsa um hetta, og tað merkir, at virðingin fyri hesum verður ov lítil. Fyri tveimum árum síðani førdi eg sjálvur hetta fram á fundi við venjararnar, men tað fall ikki í serliga góða jørð. Venjararnir vilja jú helst ikki, at spælararnir hjá teimum skulu hava leik- bann, og tað prógvar aftur, at tað vendir báðar vegir fyri venjaran. Vil hann síggja sínar bestu spælarar vardar betur, so merkir tað kanska eisini, at harðastu spælarar hansara sita meira uttanfyri. So kunnu vit væl fáa ábyrgdina, men vit eiga hana ikki einsamallir, sigur Petur Reinert. Venjarar eiga eisini ábyrgd Petur Reinert er ikki ósamdur í venjarum, sum siga, at bestu spælararnir verða vardir ov lítið. Men hann heldur samstundis, at venjarar mugu taka í egnan barm Neyðarróp frá venjarunum Atli og teir eru hóttir Danska 1. deildarfelagið Frem hevði í gjár vitjan av Herfølge, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við 4-3 sigri. Frem legði seg á odda longu í 7. minutti, men fyri hálvleik var Herfølge frammanfyri 2-1. Frem javnaði bæði til 2-2 og 3-3, men í síðstu løtu skoraði Herfølge sigursmálið. Nú tað resta trý umfør sær støðan hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum ikki sørt hættislig út. Frem er nummar ellivu við 29 stigum. Nummar 14, 15 og 16 flyta niður. United mundi keypt Henry Sambært blaðnum The Sunday Mirror var enska felagið Manchester United fyri tveimum vikum síðani nær við at keypa franska álopsspælaran Thierry Henry úr Barcelona. Henry er misnøgdur við, at hann hevur spælt sum vinstri vongur í Barcelona, og hann var til reiðar at rýma úr felagnum. Men í evstu løtu eydnaðist tað nýggja venjaranum hjá Barcelona at sannføra Henry um at verða verðandi í felagnum.