Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 98 - 26. mai 2008 ] Fingu fyrsta javnleikin Eftir ein sigur hós­ kvøld­ið og javnleik leygard­agin, liggur ÍF Føroyar nú á einum sætta plássi – seks stig aftanfyri od­d­aliðið ÍF FØROYAR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo ÍF Føroyar spældi leygardagin móti Rød­ ovre Bk. Dysturin var sum ikki einaferð á Kløvermarkini, og endaði við javnleiki 1­ 1. ÍF Føroyar kom annars á odda við máli frá Erling Fles, men seint í seinna hálvleiki javnaðu gestirnir, tá føroyska liðið eina løtu spældi við níggju monnum. Liðini fingu ikki meiri enn eitt mál hvør, og javnleikurin er ársins fyrsti hjá ÍF Føroyum. ÍF Føroyar var eisini á vøllinum hóskvøldið. Mótstøðuliðið var ØKF, sum eisini hevur heima­ vøll á Kløvermarkini. Pætur Dahl og Erling Fles syrgdi fyri eini tryggari 0­2 leiðslu, men dreingirnir frá Oyrasundi minkaðu um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Men við tveimum málum syrgdi innskifti Henry Petersen fyri, at før­ oyska liðið vann ein tryggan 1­4 sigur. Tvey týdningarmikil mál, har serliga tað seinna var ein perla. Sjúrður H. Petersen í málinum hevur fleiri megnar bjargingar, og gjørdist eisini uppiborið dagsins leikari. Sigurin og javnleik­ urin hava við sær, at ÍF Føroyar nú liggur á sætta plássi eftir átta dystum. Tårnby hevur eins og ÍF Føroyar 13 stig, og fremstir eru KFUM og Bk. Fix við 19 stigum. ­ Ein av mínum upp­ gávum er at menna og hjálpa smáu ítróttar­ greinunum, men einsamallur megni eg í øllum førum einki, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum leygar­ morgunin var vald­ur sum nýggjur forseti í Ítróttarsamband­i Føroya ÍtRóttuR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo ­ Eg haldi ikki, at nakað skal broytast sum so. Men tað sigur seg sjálvt, at nýggj fólk koma við nýggjum hugskotum. Sølvi Reinert Hansen var leygarmorgunin valdur sum nýggjur forseti í Ítróttar­ sambandi Føroya. Tað verð­ ur helst saknur í Heðini Mortensen, sum eftir drúgt tíðarskeið á 28 ár í starv­ inum, takkaði fyri seg. Tað tykist tó ikki sum, at nývaldi oddamaðurin í føroyskum ítrótti ræðist avbjóðinga. Á sín hátt fer hann nú undir at stjórna ÍSF, og sum hann sjálvur leggur stóran dent á, so verður hetta gjørt í samráð við sersambondini og feløgini kring landið. Øll eru líka Sølvi Reinert Hansen royndi seg í fleiri ár sum rennara, og tað var í hesu ítróttargrein, at hann fekk sítt gjøgnumbrot. Hann hevur eisini framt stórt arbeiði fyri frælsan ítrótt, og hann millum annað var við til at seta á stovn frælsufelagið Roysni, sum heldur til í Eysturoynni. Hóast hann leingi hevur roynt seg í einstaklinga­ ítrótti, so er Sølvi Reinert Hansen sannførdur um, at hesar greinarnar ikki skulu fáa betri sømdir enn aðrar. ­ Ein av mínum uppgávum er at menna og hjálpa smáu ítróttargreinunum. Ætlanin er eisini at fara undir elitu­ arbeiði ella ungdómslands­ lið, soleiðis, at avbjóðing­ arnar eru fleiri. Í felag skulu sersambondini og feløgini menna føroyskan ítrótt, staðfestir nývaldi ÍSF­ forsetin. Sølvi Reinert Hansen er ikki heilt ókendur í felags­ skapinum. Seinnu árini hevur hann roynt seg sum ítróttarráðgeva í Ítróttar­ sambandinum, áðrenn hann bjóðaði seg at stjórna føroyska ítróttinum. Oyggjaleikirnir Á seinastu Oyggjaleikunum vóru Føroyar einaráðandi í fleiri av ítróttargreinunum. Serliga gjørdu svimjararnir bart og vunnu fleiri gull­ heiðursmerki. Spurnartekin var skjótt sett við, um vit framvegis skuldu luttaka á hesum leikunum, orsaka av, at fleiri av kappingin­ neytunum bara runnu aftaná. Men Sølvi Reinert Hansen, hvat metir tú? Eru Oyggjaleikirnir framvegis aktuellir fyri føroysk ítróttarfólk? ­ Avgjørt. Tað er alt eftir hvørjari ítróttargrein talan er um. Tað er millum annað stórt fyri súkklingina og reiðskapsfimleikin at luttaka. Føroysk svimjing hevur verið í stórari menning seinnu árini, og hetta er eisini eitt tilboð fyri tey. Ein kundi bólka støðið í hesu grein, soleiðis, at tey bestu fóru til sterkari kappingar, meðan Oyggja­ leikirnir vóru eitt tilboð fyri aðrar svimjarar. Aktuelt er tað heilt vist, sigur ÍSF­ forsetin. Sum formaður í Oyggjaleikanevndini hevur Sølvi Reinert Hansen ynskt leikirnar til Føroya í 2015. Sambært oddamanninum í føroyskum ítrótti er fram­ vegis langt á mál, um hetta skal gerast veruleiki – men ógjørligt er tað ikki. ­ Eitt ávíst arbeiði er byrjað, men tað er ikki ein sjálvfylgja, at nú skulu Føroyar verða vertir. Spurningurin er, hvat vit hava at bjóða fram um aðrar oyggjar. Her verður serliga tosað um prísir, hotel, umstøður og ikki minst samansetingin av ítróttar­ greinum. Vit skulu sjálvi velja, hvat verður við og ikki, og tá má tilboðið verða so útbreitt sum gjørligt. Nú vit fáa at síggja, staðfestir Sølvi Reinert Hansen. Ikki einsamallur Tú ert nú nýggjur forseti í ÍSF, og væntandi er arbeiðið longu byrjað. Men hvør verður tín fyrsta broyting í starvinum? ­ Ja, hatta er ein góður spurningur. Einki skal broytast fyri at broytast. Vit fara nú at tosa við stjórnina í Ítróttarsambandinum, ser­ sambondini og feløgini um, hvussu vit fara at gera. Tey fáa stóran týdning í avgerðunum, sum verða tiknar. Einsamallur megni eg í øllum førum einki, staðfestir Sølvi Reinert Hansen, nývaldur forseti í Ítróttarsambandi Føroya. Einsamallur megni eg einki Holst legði upp í Parkini Lyngby spældi í seinasta umfari av superliguni ímóti FC Keypmannahavn í Parkini. Dysturin endaði við 3­1 sigri til FCK, sum hevði silvurmerkini at stríðast fyri. Christian Lamhauge Holst byrjaði á vøllinum, og hann legði upp til málið hjá Lyngby. Hin føroyski landsliðs­ spælarin í Lyngby, Tem Hansen, kom á vøllin í seinna hálvleiki. Lyon vil vinna Champions League Franska felagið Olympique Lyon hevur í hesum kappingarárinum vunnið bæði meistaraheitið og steypakappingina, og felagið setir sær nú nýggj mál. ­ Eftir at vit hava vunnið alt í ár, hava fólk tosað um, at nú skulu vit skapa eitt lið, sum kann vinna Champions League. Og eg kann bara siga, at tað verður málið næsta kappingarár, sigur Jean­Michel Aulas, forseti í felagnum, við L’Equipe. Nýggi ÍSF-forsetin hevur ikki broytingar sum eitt mál í sjálvum sær. Og hann leggur dent á, at feløgini og sersambondini fáa stóra ávirkan á, hvørjar broytingar verða framdar