Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 26. mai 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg ætli mær ikki at siga, hvussu dómarar síggja út, ella hvussu teir renna Eli Hentze, B71 Í eini roynd at fáa eitt avgerðandi gjøgnum­ brot í spurningum um føroyskan olymp­ iskan limaskap, er Kristina Háfoss sinn­ að at bjóða sjálvum olympiska forsetan­ um til Føroya næsta ár Olympisk viðurkenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyingar hava leingi stríðst fyri at fáa okkum oylympiska viðurkenning, so at føroysk ítróttarfólk kunnu vera við á OL leikun­ um á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Men tað hevur verið eitt rættilig kanossaferð, sum hevur kravt ótrúliga nógva tíð og orku, uttan at framstig av týdningi eru gjørd Tað nýggjasta í málinum nú er, at tað er komið upp á hægsta politiska stig í bæði Danmark og Føroyum, segði fráfarandi ÍSF for­ setin, Heðin Mortensen í seinastu ársfrágreiðing síni, áðrenn hann legði frá sær á aðalfundi í ÍSF í dag. Hann upplýsti, at fyri tveimum mánaðum síðani sendi danski mentamála­ ráðharrin, Brian Mikkelsen, føroyska starvsfelaga sín­ um, Kristinu Háfoss, upp­ skot um at skipa fyri fundi millum altjóða olympiska felagsskapin, IOC, donsku olympisku nevndina og føroysku olympisku nevnd­ ina á heysti næsta ár. Hugskotið er komið í lag av tí at stór IOC­ráðstevna og fundur eru í Keyp­ mannahavn í oktober 2009 Men í hesum sambandi hevur Kristina Háfoss skotið upp, at sjálvur fundurin við olympiska forsetan, Jacques Rogge, verður í Føroyum, so at hann kann koma higar og sjálvur upplivað landið og fáa gjørt sær eina mynd av ítróttini her. Á hesum fundi er ætlanin, at fyrst og fremst at føroyska olympiska nevndin sleppur at greiða IOC forsetanum frá føroysku støðuni og hvussu Føroyar í altjóða ítróttarhøpi virka sum sjálvstøðug tjóð. Tað gongur illa at fáa politikarar at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum ítrótti og tí hevur játtanin til ítrótt staðið í stað í nógv harrans ár, hóast prísirnir annars eru nógv hækkaðir Ítróttur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyskir politikarar virða ikki ítróttin nóg høgt. Tað heldur Heðin Morten­ sen, sum nú hevur lagt frá sær sum ÍSF forseti, eftir at hava røkt starvið í samfull 28 ár, sum er tað longsta, nakar ítróttarforseti hevur sitið í øllum Norðurlondum. Í seinastu heilsan síni, áðrenn hann legði frá sær, staðfesti hann, at politikarar hava ikki nóg stóra virðing fyri tí stóra og sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum ítrótti og sum er øllum samfelagnum til stórt gagn. ­ Í mong harrans ár hevur Ítróttasamband Føroya gjørt vart við, at tað ikki ber til, at játtanin á løgtingsins fíggjarlóg til ítrótt verður standandi í stað, sigur hann í síni seinastu ársfrágreiðing. Hann sigur, at ímeðan prísirnir eru hækkaðir, hevur játtanin frá landsins myndugleikum til ítróttin ikki flutt seg eitt oyra. Aftur í ár er játtanin til ítróttin 6.350 milliónir tilsamans og tað hevur hon verið í mong ár. Játtanin til sjálvt ÍSF er tvær milliónir. ­ Einasta broytingin er, at árliga játtanin til Fótbólts­ samband Føroya, sum hevur verið 900.000 krónur í fleiri ár, nú skal flytast til Ítrótta­ sambandið í staðin ístaðin fyri til Fótbóltssambandið so at tað hereftir verður ÍSF, sum umsitur alla játtanina til øll sersambondini. ­ Tað merkir sjálvandi á pappírinum, at í ár hækkar játtanin til Ítróttasambandið úr tveimum milliónum, upp í 2,450 milliónir krónur og næsta ár hækkar hon so aftur upp í 2,9 milliónir krónur. ­ Men hetta er ikki ein hækking, bara ein um­ flokking, sigur Heðin Mortensen. ­ Tí mugu vit bara staðfesta, at politiski viljin ikki er batnaður nakað sum helst, hóast tað sjálvandi er greiðari fyri allar partar, at øll játtanin til ítrótt nú er á einum stað, heldur enn at landsstýrið skal gera av, hvør skal hava hvat. Studningurin til ferðir innanoyggja er eisini fram­ vegis tann sami, 3.250.000 krónur, og Ítróttasambandið fyri brekað fær framvegis játtaðar 200.000 krónur til ítróttaráðgeva. ­ Sostatt er altso einki broytt, hóast óteljandi áheit­ anir frá Ítróttasamband­ inum á politiska myndug­ leikan um at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum gjørt verður í ítróttinum, øllum sam­ felagnum til stórt gagn. Men Heðin Mortensen sigur, at hóast tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, fer Ítrótta­ sambandið vónandi áhald­ andi at minna politiska myndugleikan á fíggjarliga tørvin, ið verri enn so er nøktaður. ­ Hóast játtanin til mentan sum heild er vaksin, hevur tíverri eingin vilji verið til at lívga ítróttin, ið átti at verið raðfest nógv hægri, nú fólkaheilsa tykist vera blivið tað nýggjasta politiska lyklaorðið, segði Heðin Mortensen. Bjóða olympiska forsetanum til Føroya Ov lítil politisk virðing fyri ítrótti Heðin Mortensen sigur, at ímeðan prísirnir eru hækkaðir, hevur játtanin frá landsins myndugleikum til ítróttin ikki flutt seg eitt oyra