Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 98 - 26. mai 2008 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri pápi, sonur og beiggi Torkil Kamban Tórshavn andaðist í heiminum mikudagin 21. mai, 43 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mánakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju týsdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Marin, Bartal og Petra Johild og Wentzel Brynhild, Sólrun og Ingibjørg Tey, ið vilja minnast Torkil, kunnu lata børnunum eina peningagávu. Konta í Eik. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæra kona, mamma, vermamma og omma Anna Gardar Hansen Klaksvík gjørdist sjúk, andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkið á deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Takk til Absalon og Øssur fyri troyst úr Guds orði. Takk til prest og kirkjutænarar. Takk fyri vakran sang og spæl í kirkjuni. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og peningagávu til Emmaus. Hjartaliga takk øll somul og Gud signi tykkum. Kalle og børnini við familju Takkarkvøða Hjartaliga takki eg øllum, sum við vitjan, blómum, fjarritum og uppringingum gjørdu mær 75 ára dagin so hugnaligan. Blíðar heilsanir Poul í Garði Niclasen, Vágur Hóast vælvitandi at heilsan hjá Oddvaldi var farin at bila, vardi tað meg ikki, at hann nú skuldi doyggja einans 66 ára gamal. Oddvald gjørdist sjúkur fyri longu nógvum árum síðan. Hann var í Dan­ mark og fekk sær læknaliga hjálp, har hann var lagdur undir skurð. Hann kom seg skjótt aftur og tók sítt yrki uppaftur, sum var á sjónum. Kom at kenna Oddvald í Grønlandi, har hann sum mangir aðrir góðir før­ oyingar, førdi rækjutrolara. Oddvald førdi rækjutrolarin ’Natsek’. Hetta var um tað mundið, tá grønlendingar fingu sínar egnu rækjutrolarar. Minnist kappingina sum var mill­ um skipini. Skal bert nevna teir tríggjar skopuningarnar sum vóru skiparar: Oddvald við Natsek, Arthur við M. Rakel og Jens Ingolf við Kip­ orkak.Har vórðu eisini aðrir rok­ skiparar við øðrum skipum. Hóast eina harða kapping, var sam­ arbeiðið ímillum bátarnar fyri­ myndarliga gott. Var ein bátur frystur í ísinum, varð hálað og siglt beinan­ vegin til hjálpar ­ um so rokfiskarí var. Minnist tá tað leið út á várið, og ísurin viknaði. Tá plagdi Oddvald at koma niður til mín, spentur sum eitt barn!” Meistarin, vit skulu verða fyrstir í eystur/vestur kantin”. Slapp man har, var bara at koyra trolið í sjógvin, so var fult. Minnist eisini eina heimferð við flogfari, hvar vit vórðu veðurfastir í Narsassuaq. Á hesi sokallaðu ligg­ ingarferð, var millum gestirnar táver­ andi grønlandsministarin Tom Høj­ en. ­ Oddvald kom í prát við hendan mannin, og fortaldi um rækjufiski­ skapin, og hvussu havið rundan um Grønland háttaði sær tær fýra árstíðirnar. Ráðharrin sat sum í andakt og lýddi á! Tá Oddvald var liðugur at siga frá, sigur Tom Høj­ en.”Du er en meget interesant person, kaptajn Juul. Det var som at læse en spændede bog.” Minastarin hevði jú bara hoyrt søguna um rækjufiski­ skapin á einum akademiskun støði. Oddvald spardi ongan umborð, og minst seg sjálvan. Hann plagdi at siga: ”tað stendur ikki á avrokningini, at skiparin er fittur.” Sum prestur segði á kórsgáttini. Sjógvurin var alt hjá Oddvaldi.­ Minnist, tá vit komu heim. Ikki gingu nógvir dagar, so ringdi hann. ”Eg komi til Miðvágs á beding ella at gera onkra umvæling á Harðabergi, vælsignaður kom og hjálp mær.”’ Tá var hann longu klárur at rógva út. Eftir at Oddvald gavst við grøn­ lendska trolaranum, fór han at føra ’Hviltenni’, sum Kjartan í Lorvík átti. Oddvald og Kjartan arbeiddu saman líka til Oddvald gavst at sigla. Ta seinastu tíðina, sum sjómaður, førdi hann trolbátin ’Norð Leiv’. Veit frá Oddvaldi sjálvum, at hann treivst væl í tí samarbeiðinum, tí hug­ burðurin hjá Oddvaldi og Kjartani var og er at ’tað skal ganga’. Odvald kundi verða sera skemting­ arsamur og hittinorðaður. Men hann kundi sanniliga eisini verða álvar­ samur. Verið noyddur at citera Jákup prest enn einaferð, sum segði at Odd­ vald var eitt stórt menniskja, bæði so og so. Og har kunnu vit, sum kendu Oddvald verða púra samd. Oddvald var ógvuliga góður við síni nærmastu. Hann tosaði nógv um síni børn, sum tá vóru smá. Tíbetur upplivdi hann øll trý at vaksa upp og fáa útbúgving og arbeiði. Hansa góða, tit hava mist ein góð­ an mann og pápa. Orð eru so fátøk í hesum høvi. Mítt ynski til tykkara er, at Harrin má styrkja tykkum nú og í framtíðini. Vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Oddvald. Oddvald Juul til minnis Sum hvassur líggi summardagar bjartar sær grøs og summardáar kvetti av so týndist lív títt, dagar dimmu, svartar Tað førdi okkum út á sorgarhav Frá byrjan longu harðan byr tú kendi Til signing komst tú inn í hesa verð Men lívsins ódnarleikir brot tær sendu og kaldir vindar fylgdu tíni ferð Títt ljósa yvirbrá vit meir ei síggja og lætta lyndið, einaferð so frítt Tær ognaðist tá tilveru so nýggja langt burtur frá tí heimi, sum var títt So gævi ferð tín heim til himna salar tær gevur frið og gleði allan veg Um teg nú minnið mær í huga talar sum summardáa lívið títt sá eg Ímóti ljósi endurfødda blóman sítt vakra andlit lyftir alla tíð Hon vón um ævigt lív ei bara hómar men vissu gevur, fyrimynd so blíð Fastir Jens Eli Lauritsen til áminningar 16.09.1974 – 10.05.2008 nøvn Dagurin 27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906. Brúdleyp Mánadagin 26. mai kl. 15.00 giftast í Sýsluskrivstov­ uni í Keflavík, Noreidis Cecilia Bolivar, Arcier í Bar­ ranquilla, Columbia og Dan Knudsen, Glyvrar. Adr. Framnesvegur 12, 230 Keflavík.