Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 26. mai 2008 17 nøvn ið kom hann eina ferð til Havnars seint eitt kvøld sam­ an við konu síni. Hann visti sær ongastaðni at gista. Hot­ ellini vóru full. So kemur hann í tankar um ta gomlu arbeiðsgentuna hjá teimum, Margretu, og leitar hana upp. Her vóru tey móttikin við opnum ørnum. Hermann var eisini ”hangandi”, um tað kann sigast so. Jens Petur arbeiddi hjá Poul Hansen, og Hermann kom at arbeiða har. Tá ið Jens Petur fór til Suður­ oyar at skipa ein deild hjá Poul Hansen, fylgdi Her­ mann eisini við her. Tað var sera ófriðarligt í Havn undir krígnum. Í sein­ asti Miðviku greiddu vit frá, tá ið Johan Norðfoss sá arm­ eraða trolaran Lincoln City verða bumbaðan og søktan. Hetta eygleiddi Jens Petur úr teirra køksvindeyga, meðan mamman var á veg oman í kjallaran. Jens Petur sá bumbuna fara niður við skipinum. Hann tekur til, hvussu kvikir næmingarnir á sjómansskúlanum vóru, tá ið teir lupu avstað at bjarga teimum, sum bjargast kundu. Eftir hesa hending ásann­ aðu fólk, at tað var ov vanda­ mikið av búgva í Havn. So Margretha fór saman við Jens Petur vestur til Mið­ vágs, har tey vóru í tvey ár. Petur plagdi so at koma vestur at vitja tey. Gott samband við familjuna Annars tókst Margretha við nógv. Hon hjálpti Herthu, systir Petur á matstovuni, sum hon rak í Tungugøta. Her man kunnskapurin frá danska húsarhaldsskúlanum vera komin til nyttu. Hon plagdi eisini at hjálpa Helenu í hennara arbeiði sum jarðarmóður. Jarðarmøður høvdu vanliga álitiskvinnur at hjálpa sær. Tað verður annars sagt um Helenu, at hon hjálpti tveim­ um av sínum yngstu systkj­ um til verðina. Tað er kent, at tað eru góð viðurskifti millum hesa Egholmfamiljuni. Tey vit hava tosað við láta eisini framúr væl at Margrethu. Hon var altíð fitt og blíð og eisini skemtingarsom. Tað er eisini gott samband millum hesa Egholmarar og ættina hjá Onnu Sofíu, mammu Petur. Hon var ætt­ að úr Funningi, og nógv av teimum hava greitt frá, hvussu tey hava verið í Funningi og ferðast, har tey altíð vóru væl móttikin. Jens Petur minnist eisini, at tey eina ferð vóru tríggjar vikur í Funningi. Tá búðu tey hjá Osvaldi og mostrini Karolinu. Anna Sofía átti tvær systk­ in í Havn. Annað teirra var Petronella, gift við Vilhelm Tórsheim. Hon doyði longu í 1910. So var tað gamli Knút skómakarin, sum var giftur við Isalinu, systir Djóna í Geil. Tey/vit kenna okkum øll sum skyldfólk. Nú eru ikki nógv eftir av ættarliðnum hjá Margrethu. Umframt Margretha er tað bert Gunhild, sum býr í Danmark og Steingrím Joensen, sum býr á Argja­ boga á Argjum. Margretha fekk sonin Jens Petur. Hann fekk sítt lívsstarv hjá Poul Hansen, har hann arbeiddi í 46 ár. Hann er nú 75 ár, so Mar­ gretha kann gleða seg um, at sonurin er undansloppin! Kona Jens Petur er Sólrun. Jens Petur eigur tvey børn, Petur er giftur við Jónu f. Jacobsen úr Sørvági og Hanna Margretha er gift við Trónda við Á av Velbastað. Margretha eigur sjey lang­ ommubørn. Sum tað liggur í kortunum verður hon eisini olduromma fyrsta dagin. Hvat hendi í 1903 Tað kann sigast, at Margretha hevur upplivað stórt sæð allar broytingar í samfel­ agnum. Tá ið hon var fødd var eingin bilur, einki rav­ magn, eingin motorur í skipunum, eingir vegir fyri at nevna nøkur dømi. Tað var heldur ikki partapolitikkur. Men í 1903 verður Jóann­ es Patursson fyrstu ferð valdur á fólkating við 10 atkvøðum í meiriluta. Inntøkurnar hjá tinginum tvífaldast av einum avgjaldi uppá kr. 50 fyri hvønn stórhval. Kirkjumálaráðharrin gev­ ur loyvi til, at føroyskt kann nýtast í kirkjunum í serligum førum. Løgtingið er ímóti. Tað verður kjakast um at fáa ein mola í Havn. Hann kom kortini ikki fyrr enn nógv ár seinni. Niels Finsen fær Nobel­ virðislønia fyri fyri sína ljósviðgerð. Skonnartin Cyklone úr Vági hvørvur við 16 monn­ um. Eingin kundi skilja hetta, tí veðrið var av tí besta. Greitt verður frá hes­ um í fyrstu Dimmalætting eftir at Margretha er fødd. Trúboðarin Daniel J Dani­ elsen úr Havn luttekur í eini kanningarferð í Congo sam­ an við bretska konslinum Roger Casement. Frágreið­ ing frá hesi ferðini er byrj­ anin til endan hjá privata stýrinum hjá belgiska Leo­ pold kongi í Congo. Tað verður opið hús á Lág­ argarði føðingardagin kl. 15­ 17. Vit ynskja Margrethu og hennara hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum. ó. Starvsfólk á Lágargarði sum hava tikið so væl hond um Margrethu. Myndin er tikin á hundrað ára degnum, og tær eru framvegis um hana Margretha og Petur Margretha sum ung Foreldrini hjá Margrethu, Henrietta og Jóannes saman við soninum Harald