Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 98 - 26. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin 28. mai er ein stórur føðingardagur í Havn. Hetta er størsti føðingardag­ ur, sum er hildin í býnum, nevniliga heili 105 ár. Tað eru bert tveir føroy­ ingar, sum frammanundan hava rokkið hendan aldur, nevniliga Johannes Tauser, sum tá búði í Danmark og Drikka á Fløtti frá Gjógv. Vit hava fingið eitt prát við sonin Jens Petur um lív­ ið hjá mammuni og fara vit eisni at umrøða pápan Petur Egholm, sum doyði í 1954. 11 systkin í Miðvági Margretha er ættað úr Skála­ lonini í Miðvági. Foreldrini hjá henni vóru Henrietta f. Joensen og Jóannes Niclas­ sen. Hetta var eitt stórt hús, heili 11 børn frá tveimum giftum, og Margretha var fimta barnið í røðini. Margretha var bert 12 ár, tá ið hon misti mammuna, og tá vóru tey níggju systk­ in. Hetta hevur ikki verið lætt tá í tíðini. Tað gingu fleiri ár til pápin giftist aftur við Frederikku, sum var av Slættanesi. Pápin sigldi tey fyrru árini, men seinni gjørdist hann fiskavrakari. Hann var eisini kendur sum góður fleygamaður. Tað var fast, at á hvítusunnu fór hann í bjørgini við seyði og kom aftur við lunda, sum gjørdist hvítusunnudøgurðin. Í einum so stórum húsi var nóg mikið at gera hjá øllum. Her mátti Margreta eisini taka sítt tørn. Hon minnist væl, tá ið tey dyrk­ aðu korn undir 1. veraldar­ bardaga. Hetta varð neyðugt hjá teimum flestu, tí vegna bardagan kom lítið av korni til landið. Korndyrking var eisini arbeiðskrevjandi frá tí kornið varð sáað og inntil tað var malið á kvørnini. Allir møguleikar at fáa mat á borðið máttu troytast. Ein av hesum møguleikum var, tá ið nógv brim var. Tá fóru tey inn á sandin at heinta kúfisk. Hann varð stoyktur og smakkaði óføra væl. Eisini dugdu tey væl at gera mat burtur úr tara. So dugdu tey eisini so sera væl at gera knettir, sum smakkaðu so framúr væl. Jens Petur greiðir frá, at eina ferð nógv ár seinni kom hann á gátt hjá systk­ inabarninum Marnu úr Konoy, sum búði við Gøtu­ gjógv. Hon var dóttir mammubeiggjan Harald. Tá fekk hann júst somu knettir, sum hann kendi frá sínum barndómi, tá ið hann plagdi at vera í Miðvági. Út at tæna Sum ung fór Margretha til Hvalbiar at tæna í Stórstov­ uni. Hetta var hjá Niels Nattestad, abbi Natta. Her var hon í eini tvey ár. At hon er farin hagar kann hava samband við, at Nattestad­ navnið kemur upprunaliga úr Miðvági, so her kann hava verið kennskapur. Margretha hevur sum nógvar ungar gentur, eisini tá í tíðini, havt útlongsul og hevur viljað upplivað nak­ að, áðrenn hon giftist. Tískil fór hon sum ung á kenda húsarhaldsskúlan Haraldsborg í Roskilde. Leiðari her var Anna Bran­ sager Nielsen, sum var ein merkiskvinna. Hon gjørdi sín húsarhaldsskúla til ein tann fremsta í landinum. Her var strangt, men læru­ ríkt. At tað var læruríkt kom eisini til sjóndar hjá Margrethu seinni í lívinum. Margretha kom aftur til Føroyar og fekk ymisk hús­ pláss. Millum hesi vóru hjá Lenu og Sofus Højgaard. Hann var kendur skipari, ætt­ aður úr Rituvík, og hon var ikki minni kend sum jarða­ móður í Havn. Hon var systir Petur, sum Margretha giftist við. Her plagdi seinni presturin Johan Weihe at koma sum smádrongur. Sofus var mammubeiggi hansara. Margretha plagdi at fortelja, at tað undraði ikki hana, at hann gjørdist prestur. Longu sum trý ára gamal plagdi hann at stilla seg á eina stól og halda talu. Margretha va eisini í húsi hjá Evu og Tummas Arge. Í 1928 giftast Margretha og Petur Egholm. Hann var sonur Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Hetta er ikki eini minni familja enn hjá Margrethu, tí her vóru eisini 11 systkin. Jens Petur hevur átt ikki færri enn 96 systkinabørn. Fyri nøkrum árum síðan var ættarstevna hjá ættini hjá Onnu Sofía og Johan Hendrik. Her vóru um 300. Í næstum skal móð­ urættin hjá Jens Petur hava stevnu, og her væntast nak­ að sama tal. Her skal eitt gott høvd til at halda skil á allari familjuni! Petur var merkismaður Petur doyði knappliga í nov­ ember 1954, bert 56 ára gamal. Her kann verða endurgivið nakað av tí, sum Kjartan Mohr skrivaði um Petur í Dagblaðnum: ”Við Peturi hava vit mist ein hollan Havnarmann. Hann vaks upp í einum teimum mest arbeiðssomu heimum, ið verið hava her á landi. 16 ára gamal kom hann á Müllers kantór til Søren Müller. Hetta var ein tann størsta fyritøkan í Havn. Skjótt sást, at hesin ungi drongur hevði framúr­ skarandi evnir og var sera arbeiðssamur, og kom hann at vaksa upp saman við virk­ inum. Hann bleiv at enda ein av teimum leiðandi á kontórinum, eftir at sovæl Søren sum sonur hansara Hans Christoffer andaðust. Hann kom tá til sín doyggj­ andi dag at starvast saman við fru Müller. Petur var eisini tann leið­ andi maðurin í okkara elsta tryggingarfelag Færøernes Gensidige Forsikringsforen­ ing, sum hann hevði stóran áhuga fyri. Sum limur í havnanevndini hevur hann sitið eitt tíðarskeið. Nú tá ið Sjóvinnubankin skifti nevnd varð heitt á Pet­ ur, og legði hann sína orku í at fáa bankan á rættan kjøl aftur. Hann var nevndarlimir 1951­1954. Tað sum eyðkendi Petur eina mest var hansara lyndi, altíð blíður og stillur í sinna­ lagi, vinsælur og góður at heita á, tá á stóð, serstakliga til at gera okkurt, ið kom Havnini til góðar. Mong eru tey virkir, ið hann hevur verið við til at stuðla.” Umftamt hetta kann verða nevnt, at Petur var ein av stovnarunum av Uvak, sum var ein stór trolarafyri­ tøka frá 30­ini og fram til 50­ini. Saman við beiggja sínum Alfred átti hann eis­ ini Sonju Egholm. Tá ið Pet­ ur doyði var hann eisini í leiðsluni á Tryggingarsam­ bandi Føroya.” Dimmalætting skrivar m. a., at Petur ”vendte sig fra alting, som havde karakter af hasard, politisk som i enhver anden henseende.” Tað verður eisini sagt um Petur, at hann var ein góður fótbóltsspælari sum ungur. Hevði neyt At vera havnarkona, tá ið Margretha var ung, var nak­ að heilt annað enn í dag. Tey búðu úti í J. C. Svabos­ gøtu, beint við gamla sjó­ mansskúlan, sum skipa­ smiðjan nú eigur. Tey høvdu tvær kýr, og hvønn dag gekk Margretha niðan á Egholmstrøð, hetta er trøðin hjá verpápanum, at mjólka. Eisini seldu tey mjólk. Kundarnir settu spannina við hoyggjhúsið, og tá ið liðugt var at mjólka, varð spannin fylt, og fólkini komu eftir henni aftur. Tá var mjólkaprísurin 65 oyru liturin. Eisini skuldi hoyggjast, og stórur partur av sumrin­ um fór til tað. Trøðin var stór, einar 9.300 fermetrar. Ein partur av trønni var so nýtt til heimabeiti. Tey høvdu eisini torvheið­ ar, har sum Hoyvíksgarður er í dag. Torvið var gott, og tað var ein einfaldur máti at leita eftir góðum torvi. Pot­ að varð niður í jørðina við stongini av eini súklupumpu. Hekk móra í, tá hon var tikin upp aftur, var torvið gott. Sum eitt hotell Sum sagt búðu tey við sjó­ mannsskúlan. Her var sum vera man nógv lív, serliga av ungfólki. Margretha plagdi hýsa næmingum, ser­ ligum slíkum sum vóru í ættini, sum jú var sera stór. Men nógv fleiri komu inn til teirra. Tað var vanligt, at næmingar, sum tey annars kendu, lupu um garðin og inn til Margrethu, tá ið tað var kaffistøðgur. Hetta kundu vera skyldmenn, men eisini slíkir sum tey kendu frá skipunum, sum til dømis Sonju Egholm, sum Petur átti saman við beiggja sínum Alfred. Hesir føldu seg eis­ ini sum ein part av familjuni og vóru eisini vælkomnir. Blíðskapur var eisini í aðrar mátar. Tá ið skyldfólk komu av bygd í ørindum sluppu tey ikki sum í dag heim aftur sama dag. Hvat var so meira náttúrligt enn at halda til hjá skyldfólkun­ um í J C Svabosgøtu? Jens Petur minnist, at tað var sum at búgva á einum hotelli. Jens Petur greiðir frá ein­ um dømi um tað samband, sum mamman skapti sær í Hvalba. Ein sonur har í húsin­ um æt Herman. Aftaná krígg­ Margretha Egholm 105 ár Margretha saman við soninum Jens Petur og ommubørnunum Petur og Hanna Margretha, tá ið hin var 101 ára gomul. Mundin er úr Fólkakalendaranum 2006 við myndum av 12 teimum elstu føroyingunum. Myndatakari Anna Katrina Højgaard