mánadagur 26. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 26. mai 2008
15
viðmerkingar
Herfyri fingu nýggju leik
vøllirnir norðan fyri Ring
vegin í Havn, heitið Tórs
breyt. Navnið er samansett
av tveimum orðum: ’Tórs’
og ’breyt’. Fyrri orðliður
møguliga fyri at gera tað
serliga havnarligt, alt
meðan heilhjartað havnar
ligt útiletur fyrra orðlið í
’Tórshavn’.
Tað er kanska ein roynd
at fríggja yvir um vegin,
har alt, ið bara hevði nakað
sum helst við breyt at gera
fyri nøkrum árum síðan,
var ónevniligt. Jú, við
politikki og myndugleika
nýtslu kann nógv blak vera
borið fólki fyri eyguni.
Ella kanska er tað eitt
tema, ið Havnar kommuna
er farin í holt við? Lovaða
fimleikahøllin norðan fyri
Tórsvøll skal kanska eita
’Tórshøll’, og ’Tórskjall
ari’ verður niðast í eystara
enda millum hornafløgg og
sláimaskinur. Um hon ikki
kemur, tað er tað sumt, ið
bendir á, so kann hon fyri
tað fyrsta brúkast sum
vallyfti eina ferð enn, og
navnið ’Tórshøll’ skal so
heldur brúkast til høllina á
Hálsi, sum viðhvørt eitur
’høllin á Nabb,’ millum
børn eitur hon ’grøna høll’,
men almenna navnið er
Tórshavnar Ítróttar og
Samkomuhøll. Tað er óivað
hóskandi, tí seinastu árini
er tað ikki tað gildið við
virðing fyri sær sjálvum,
sum ikki hevur staðið í
høllini á Hálsi, og soleiðis
kann ein alment sameina
ítrótt og drykkjumentan.
Breyt við plássi fyri øll
um, men ikki fyri vøllum
Síðan er tað seinni orðliður
’breyt’, ið merkir vegur
ella steinsett geil til neyt,
sum Føroysk Orðabók
(1998) hevur sum aðru
merking. ”Eg búgvi á
Tórsbreyt 4” – ”Ja, og
omma mín býr á Heygs
breyt 18.” Vit kenna orðið
frá gøtunøvnum, t.d. Løg
mannabreyt og Sandáar
breyt, og so fólkaskúlan
um, har framhaldsnæm
ingar velja sær ávíst evni at
arbeiða nærri við, teir
hava avmarkað seg at fara
neyvari til verka innan valt
øki. Júst eina avmarking,
okkurt snævurt, eins og ein
avrættaður vegur, hvørt tað
veri geil ella jarnbreyt,
haldi eg orðið ’breyt’ vera.
Navnið er úrvalskent og
sostatt í andsøgn bæði við
tað margfeldni, sum frælsu
ítróttirnar umboða, og
samhaldsfesti, sum øll
ítrótt sigur seg hava sum
vørumerki. Tað er ivaleyst
komið við íblástri frá
orðinum ’rennibreyt’, men
’rennibreyt’ er ikki alt –
verri enn so. Har eru so
ótrúliga nógvir aðrir leik
vøllir til alskyns kapping
argreinar! Summar greinar
hava breyt loðandi uppi við
sær, t.d. fløtu lopini, annað
av teimum høgu og spjót
kast, men tað mest áhuga
verda við trístøkki og
longdarlopi er pettið
millum bjálkan og lending
ina í gryvjuni, í spjótkasti
frá marki til lendingar
merki og í stangarlopi er
tað pettið frá jørðini til
yvirliggjaran. Restin at
greinunum hava einki við
breyt at gera, men allar
hava við leikvøll at gera.
”Tungu” kastararnir fara í
ringin – aldrin á nakra
breyt! Hvat er galið við
’leikvølli’ ella bara ’vølli’?
’Leikur’ snýr seg um spæl,
rørslu og kapping, og
’vøllur’ um nakað grønt,
grasvaksið uttan serliga
nógv grót. Um tað ikki
kann setast í samband við
leikvøllirnar norðan fyri
Ringvegin, so fati eg ikki
ein metur av tí heila. Tað
kann eita ’sparkivøllur’. Er
orðið ’vøllur’ av mál
myndugleikum kannað
fótbólti og ongari aðrari
uttanduraítrótt? So er orðið
elitert. Um tað bara hevur
við rennibreyt at gera, so
er tað eisini úrvalskent. Á
enskum eitur tað track &
field, á føroyskum svarar
heitið til track. Ella kanska
traðk? Hvar er field í hesi
navnagávuni? Hevði tað av
øllum illum verið eitt
fleirtalsorð sum eitt lítið
tekin um virðing fyri
fjølbroytni, men nei. Bretar
siga ’athletics’ og íslend
ingar brúka fleirtal um
sama orð, nevniliga
’frjálsar íþróttir’.
Eg skal ikki siga, at
Tórsbreyt er kiksað heiti,
men óheppið er tað, og
’leikvøllir’ man vera tað
frægasta at brúka, tí tað í
besta og sunnasta ítróttar
anda fevnir um allar frælsu
ítróttirnar uttan at
virðismeta eina hægri enn
aðra.
Við havnarheilsan!
Navnið spillir ongan, men tað útihýsir og skerjir onkran
- Tórsbreyt eitt óheppið navn?
Randi
KúRbeRg
Eg hevði ætlanir um, at
hetta lesarabrævið skuldi
vera blaðnum í hendi fyri
døgum síðani, men av
tíðartroti kemur tað so
nústani.
Eg taki so dyggiliga
undir við íbúgvunum við
Streymin, sum herfyri tóku
stig til at samla undirskrift
ir í móti Eiði 2 verkætlan
ini, ið SEV nú er í gongd
við at fremja, og sum ber í
sær, at Stórá har norðuri
verður turrløgd.
Og til fólkið við Norð
skála vil eg siga: "Tað er
gott, at tað glógvar í
onkrum".
Hendan vatnorkuútbygg
ingin, sum kommunurnar
og friðingarnevndin í Eyst
uroy so óskiljandi hava giv
ið loyvið til, er ein so óbóta
lig neyðtøka av náttúruni, at
tað finst ikki orð fyri tí.
Og eitt vita vit. Er sárið
fyrst lagt opið, aftur
grøðist ikki.
Vit hava jú sjón fyri søgn
í tí fyrru útbyggingini av
Eiði 3, ið varð framd frá
1997 og fram til 2000. Tá
vórðu tær flestu norðastu
áirnar suður til Vesturdalsá
millum Fjarða tiknar.
Hettar førdi millum ann
að við sær, at í dag rennur
millum lítið og einki vatn í
tí fyrr so tignarligu og
vøkru Stórá, sum býtir
heimbygd mína Funning
sundur í tvíningar.
Sjálvt um eg nú búgvi í
høvuðsstaðnum, so vitji eg
norður í heimbygdina, og eg
vil siga, at tað verður bara
sjónskari og sjónskari fyri
hvørja ferð eg komi norður
at síggja, hvørjum missi
bygdin hevur verið fyri.
Meg minnist sum barn,
hvussu nógvar tímar vit
brúktu í Stórá, har vit vass
aðu í tí grøna og tjúkka
mosanum. Og ikki at for
gloyma tey stóru sílini,
sum smugu sær millum
steinarnar.Vit byrgdu
svimjihyl og fiskaðu síl.
Ja, áin var okkara spæli
pláss, okkara paradís.
Vøkru summardagarnar
liggur nú áin brún,
upptornað og steindeyð.
Børnini, sum koma norð
ur at ferðast, standa mitt á
hesum brúnu berunum í
løriftsskóm og hyggja
niður fyri seg.
Stóru ferðafólkabussar
nir fara strúkandi framvið
Funningi til Gjáar. Enn
hava tey har ta vøkru ánna,
men hvussu leingi?
Nú um dagarnar er eisini
so hugaligt at hoyra arki
tektin Albert Isfeldt í út
varpinum meta um hvørjar
dygdir bygdirnar í Føroy
um hava reint arkitekton
iskt. Ein ógvuliga áhuga
verd sending, sum gevur
"stof til eftertanke".
Eitt er, hvussu tú handa
liga kanst fríðka um heim
bygdina hjá tær, og gera
hana ásýniliga fyri gestsins
eyga, hitt má so vera,
hvussu tú dugir at síggja
og verja um tey virðini,
sum heimbygdin hevur frá
Harrans hond.
Hvør tosaði um at lívga
um tær smáu bygdirnar og
gera tað vakurt og liviligt í
teimum?
Eg vil enda hesi orð míni
við at taka uppaftur tað,
sum stigtakararnir við
Streymin so inniliga siga
tað. "Vælsignaðir vísið
hógv!" Ikki bara SEV, men
so sanniliga eisini komm
unurnar í hvørjari bygd ,og
yvirfriðingarnevndirnar.
Tað eru jú tit, sum hava
síðsta orðið, ella hvussu?
Orku hava vit fyri neyð
ini, men hon má kunna
fáast upp á onkran annan
máta enn at skemma okk
ara vøkru náttúru so meint.
Tá ið orkupolitikkur er náttúruneyðtøka
Jacoba
Funding
Uttan himpr sminkaðu
loysingarflokkarnir blokkin
við 365 milliónum um árið
frá 2002, umframt fram
haldandi prístalsviðger av
eftirverandi blokkstuðuli,
sum m. a. er til sjúkrahús
verk, fólkapensjón og
sosialar tænastur.
2,4 milliardir færri krón
ur at brúka til vælferðaræn
astur og partsgjald av
hesum.
Prístalsviðgerðin svarar
til um arðar 50 mill um
árið, sum eisini eru burtur.
Mín áheitan er at seta
pristalsviðgerina av blokki
num at virka aftur, tá fariå
verður aftur til samráðingar
um blokkin.
Lyftini halda ikki:
Tær lovaðu nýggju vinn
urnar og inntøkurnar –
hvar blivu tær av?
Tann stóri skapanarhug
urin – er hann blivin størri
uttan blokkin?
Er Føroyar blivið eitt betri
land at livað í?? Spyr pen
sjónistin, sjúklingin,
sjómanini og skúlanæmingin
Er okkara fiskiflotin
voråin meira inntøkugev
andi ella okkara fiskivinna
sum heild
Hava vit fingið betur
marknaðaratgongd til
okkara útflutningsvinnu?
Tey kreativu evnini, sum
blokkurin eisini skapti
mentala blokering fyri, eru
tey blivin ment??
Svarast kann neyvan
játtandi til nakran av
hesum spurningum.
Alt meðan vinnan og
samfelagið stendur framm
an fyri ovurstórum avbjóð
ingum, tosa hesir somu
menn við hjálp frá Javn
aðarflokkinum, Gud hjálpi
mær, um enn fleiri yvir
tøkur um skerjan av enn
meira blokki komandi árini.
Ørkymlandi má tað
verða hjá øllum sum
standa á síðulinjuni og
skoða hetta Sirkus Tinga
nes, sum leikar í løtuni og
hetta show er ikki gratis,
um onkur heldur tað, prísin
koma vit øll at gjalda
seinni í ár, tá avgjalds og
skattahækkingarnar fara at
koma.
Blokkurin er ikki og
hevur ongantíð verið
trupulleikin fyri føroyska
samfelagið – tvørturímóti
– tað er loysingarvongurin
í føroyskum politikki, sum
er trupuleikin.
Teir hava ongar loysnir
og enn minni visjónir um,
hvussu framtiðar vælferð
arsamfelagið Føroyar skal
skipast, tíverri.
Fullveldisflokkarnir liggja sum teir hava
reitt - prísin gjalda Føroya fólk
Johan dahl
1. Hava sandoyingar ikki brúk fyri
skúladeplinum í Marknagili?
2. Hava sandoyingar ikki brúk fyri útlendskari
arbeiðsmegi?
Annars tekur undirritaði undir við, at vit fáa ein
tunnil til Sandoynna.
Tveir spurningar til
Gerhard Lognberg
kv@post.olivant.fo
Kai VágFJall