mánadagur 26. mai 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 98 - 26. mai 2008
7. partur
Stutt fyri jólum kom eitt
álit um málpolitikk frá eini
9 mans nevnd, sum tekur
støðuna hjá føroyska
málinum upp til viðgerðar.
Tað, sum hevði mín
serliga áhuga, var, hvørjar
hugleiðingar nevndin hevði
gjørt sær í sambandi við
orðabókapolitikk. Her verð
ur m.a. nortið við, at tað er
ein ”ørgrynna av útlend
skum tilfari, sum átti at
verið umsett til føroyskt”, og
at arbeiðið ”við at gera og
umsita orðabøkur eigur at
verða styrkt”. Hetta ljóðar
skilagott, men tað nyttar
einki, tá Orðabókagrunnurin
ikki megnar sítt arbeiði, tí,
sum er, liggur hann inni við
4 orðabókahandritum, har
tvey teirra hava fingið
broytta dagfesting frá 2007
til 2008. Mítt orðabókahand
rit kundi fingið tað (van)
lagnu at blivið tað 5. Seinni
í álitinum verður skotið upp,
at 2. mió um árið fyribils í 5
ár verða markaðar til orða
bøkur. Her havi eg víst á í
einum øðrum parti, at Bjarni
Djurholm vísir á eitt 10 ára
skeið fyri at fáa teir mest
átrokandi orðabøkurnar til
høldar, sum eg sjálvur haldi
vera á einari leið. Men við
hesi sniglaferð, sum Menta
málaráðið og Orðabóka
grunnurin hava prógvað hesi
seinastu 10 árini, verður tað
seinur dagur, at vit koma á
mál við orðabókum.
Í fremmandamálunum
verður gjørd ein raðfesting
av orðabókunum úr og í
heimsmálini, har tað verður
lagdur dentur á teldutøkar
”orðabøkur millum føroyskt
og heimsmálini. Raðfest
ingin tykist vera: FØEN/
ENFØ, FØTÝ/TÝFØ,
FØFR/FRFØ, FØSP/SP
FØ, FØRU/RUFØ. Hví
man tann DanskFøroyska
orðabókin ikki verða um
rødd í hesum høpi, ja og ein
FøroysktDonsk hevur leingi
verið í umbúna, men tykist
verða komin í drag. Ella er
tað ein onnur orsøk, at
henda orðabók ikki verður
umrødd. Skommin yvir ikki
at hava megnað sín setning,
sum eisini er galdandi fyri
Tøknifrøðiligu orðabókina,
sum báðar hava verið í
umbúna í meira enn 10 ár,
men enn sæst so einki til
teirra. Hví ikki umrøða
hesar eisini, tó at danskt ikki
er nakað heimsmál, men tó
hevur havt og hevur enn
stórt árin á føroyskt? Her
skal viðmerkjast, at forlagið
SPROTIN longu nú hevur
givið ta FØEN/ENFØ
orðabókina út. Tann ENFØ
kom longu í 1992 á markn
aðin, og tann DAFØ kom út
sum vanlig bók í 1997, og í
2005 kom hon sum teldutøk.
Sama forlag hevur givið ta
FØEN/ENFØ orðabókina
út í eini 5punkta útgávu í
februar 2008. Hetta merkir,
at hon kemur út
sum vanlig orðabók við
permu
sum internetútgáva
sum intranetútgáva
sum fløga
sum fartelefonútgáva,
sum serliga tey ungu fara
at gleðast um í teirra
skúlaarbeiði. Vit eldru fara
ikki at standa við sviðið
soð!
Henda raðfylgja er óivað
ikki ætlað at vera endalig,
men bert eitt uppskot til
tey ymisku evropeisku
fremmandamálini, tí FØ
SP/SPFØ orðabók hevði
eyðvitað staðið frammar
liga í dagsins skúlahøpi, tí
nógv flestir næmingar
velja júst hetta mál sum
annað fremmanda mál,
men tað má ikki verða ein
sámiligur parlørur við eini
45.000 leitorðum, sum
sær dagsins ljós, sum er
dreymurin hjá Orðabóka
grunninum við Kára á
Rógvi sum formanni.
Gyldendals Reyða, sum er
frá 2000 sigur í sínum
fororði m.a: ” Ordbogen,
der indeholder ca. 54.000
opslagsord,…”
Eisini verður m. a. róð
uppundir, at ”Somuleiðis
eigur Málnevndin at umsita
Orðabókagrunnin”, og
”Orðabókagrunnurin, sum
verður lagdur undir Mál
nevndina, eigur at fáa rúmari
heimildir og størri játtan at
arbeiða við og skal hava
sum høvuðsmál at umsita og
samskipa alla føroyska
orðabókagerð”. Her var eg
skakaður í grundvøllin, tí
fyri tað fyrsta nú skal aftur
eitt millumlið, ein Mál
nevnd, setast afturat øllum
teimum, sum eru í orðabóka
arbeiðnum, sum er ræðandi í
sjálvum sær, men tað, sum
ikki er skiljandi, er, at ikki
ein av teimum 5 limunum í
Málnevndini hevur eitt
fremmanda mál sum høvuðs
grein, ja ikki so frægt sum
hjágrein á universitetsstøði.
Limirnir eru: lektari, sum er
formaður og umboðar Før
oyamálsdeildina á Fróðskap
arsetri Føroya, studentaskúla
lærari er næstformaður og
umboðar Móðurmálslærara
felagið, studentaskúlalærari
umboðar Mentamálaráðið,
blaðkvinna umboðar Blað
mannafelagið og lærari
umboðar Rithøvundafelagið.
Hvørja hilling man henda
Málnevnd hava um orða
bókagerð, tá ið hon ikki
hevur snevulin av, hvørjar
tvørleikar føroyskt mál
hevur at dragast í orðabóka
høpi. Hevði tað ikki verið
rímiligt at havt bert ein lim í
nevndini, sum hevði førleika
á hesum øki? Hví mótmælir
málnevndin ikki hesum
ørvitisuppskoti. Man hon
ikki hava nóg mikið at takast
við, sum er? Tí nú skal hon
so rættiliga til verka, nú
lýsingarnar við lóg skulu
vera á føroyskum. Men tað,
sum ørkymlar meg mest, er,
at tað verður mælt til, at
Orðabókagrunnurin sum
stovnur við Kára á Rógvi
sum formanni ”skal hava
sum høvuðsmál at umsita og
samskipa alla føroyska
orðabókagerð.” Tí formað
urin situr nú á 5. ári og
hevur bert megnað at givið
eina stirvna teldutøku út
gávu av Móðurmálsorða
bókini, um borið verður
saman við skipanina hjá
SPOTANUM. Lat meg
nevna eitt lítið dømi. Undir
”gráur” kemur ”grótlús”
fyri, sum er ”oniscoidea”, og
verður hugt undir ”grótlús”
so er hon nú ”oniscidæ”, hví
ikki brúka latínska heiti
”oniscidae”? Verður henda
netútgáva borin saman við
”Orðaskjáttuna”, sum er ein
nógv smidligari útgáva, so
kann sigast um netútgávuna,
at hon er ein betaversjón.
Um hugt verður at limunum
í nevndini fyri málálitinum,
so er kanska ikki so løgið, tí
tveir av teimum hava tætt
tilknýti til Orðabókagrunnin,
annar er limur í Orðabóka
grunninum, meðan hin er
ein av teimum 5 uppruna
limunum í Móðurmálsorða
bókini, sum er slagskipið hjá
Orðabókagrunninum, men
Orðabókagrunnurin hevur
havt sína gulløld. Hesar
báðar omanfyri umrøddu
orðingar munnu hava verið
ein beiskur biti at svølgja
hjá einum av nevndarlim
unum fyri álitinum, Jonhardi
Mikkelsen v/SPROTANUM.
At Orðabókagrunnurin skal
hava øll orðabókahandrit,
man koma undir kappingar
avlaging og tað við lít! Tað
kann undir ongum umstøð
um verða rætt, at Orðabóka
grunnurin sum ein náttúru
lóg fær øll orðabókahand
ritini, bara tí at hann eina
ferð megnaði eina orðabók.
Lat meg venda aftur til
tær 2. milljónirnar árliga í 5
ár. Tað nyttar lítið, at høgra
hond ikki veit, hvat vinstra
ger. Løgtingið játtar eina
ávísa upp til orðabókagerð,
sum er knapt 1 milljón á
núverandi fíggjarlóg. Hesa
upphædd umsitur Menta
málaráðið. Síðan kann
Mentamálaráðið seta eina
orðabókaverkætlan í verk og
fíggja hana við einum parti
av hesum peningaupphædd,
ella Orðabókagrunnurin
kann gera tað sama, men má
søkja Mentamálaráðið um
studning til hvørja verkætlan
ella royna at fáa fígging á
annan hátt. SPROTIN hevur
sjálvandi eisini henda møgu
leika, t.v.s. – skil tað hvør ið
kann at vit 48.000 føroy
ingar hava 3 stovnar, sum
takast við orðabókagerð. Og
nú skal málnevndin eisini
upp í leikin. Hvør hevur vita
so skapt! Leggið alt orða
bókaarbeiðið undir eitt for
lag, SPROTAN, tí hann
hevur royndirnar, vitanina
og tøknina, sum skal til, og
sum er dagførd nýliga fyri
stóra upphædd. Stiðin og
Sprotin hava megnað at
givið 3 alneyðugar orða
bøkur út + Samheitaorða
bókina. Mentamálaráðið við
Jóannesi Dalsgaard setti
uml. ár 2002 orðabókarit
høvund at skriva eina FØ
TÝ orðabók, tá var mín TÝ
FØ góð 100.000 leitorð.
Hevði tað ikki verið laga
manni at gjørt eitt samstarv
millum okkum báðar og
keypt mína orðabók, men so
eiðasørt, vit skuldu heldur
sita í sjálvdrátti og gera
hetta drúgva arbeiðið. Nú er
orðabókarithøvundurin farin
av landinum, og enn er
eingin orðabók komin undan
kavi, og mín er enn ikki
komin komin á marknaðin.
Niðurstøða: Orkuspill. Til
nýggja mentamálaráðharran.
Tú verður noydd at taka alt
málið upp av nýggjum, men
hetta komið til í seinni
grein.
Orðabøkur, Orðabókagrunnurin og Málnevndin - Álit 2
Kári DaviDsen
Fíggjarligu krøvini til
landskassan eru ikki
trítals milliónaupphædd
ir men í milliarda
flokkinum
Annað umfarið
Ein dag í seinastu viku, eg
gekk eftir Vesterbrogøtu í
Keypmannahavn, sást
risastór plakat av størsta
vinnulívsmanni Danmarkar
nakrantíð, Mærsk Mc
Kinney Møller, við týði
ligari áskrift: “Lad os
beskatte de multidanionale
selskaber hårdere”.
Fyri at síggja “avsendar
ar” fór eg nærri. Jú: ávísur
høvundur og tónlistamaður.
Eingin ivi er í, at ynskini
hjá hesum báðum var, at
herr Møller skuldi tømast
fyri kapital, og politikarin
við ovurstórari umsiting,
sum glaður gevari av ogn
ini hjá herr Møller, kundi
lata hesum mentafólkum
pening.
Hugsa tær, so seint sum í
fjør lat hesin megnar mað
ur dønum eina operaborg.
Kostnaður 2,3 mia. krónur.
Hetta er bert evarska lítil
biti, av øllum hann hevur
latið. Sagt er, at “hann átti
ikki sjálvur at fáa loyvi til
at siga, hvat skuldi fram
førast við upplatingar
seremoniina. Nei, hesi
dyggu listafólk vildu ikki
lata seg stýra av profitti
ella stórkapitalinum”. Jú,
trúgv tí, tann ið vil!
Joensen og Møller
Hetta kom í hugan á mær,
uttan at samanbera herr
Joensen og herr Møller
nærri, nú Hóraldur Joensen
nakað firtin tekur til máls
ímóti vinnulívsmanninum
Kjartani Joensen. Hesin
hevur kanska givið sína
meting til kennar, sum
fyrrverandi
Klaksvíksprestur Rasmus
sen á sinni segði: “Det kan
man høre, det var en ord
entlig sømandsrøst”, tá onk
ur var heldur harðmæltur.
Kjartan Joensen fór sum
faðirloysingur út í lívið 14
ára gamal, hevur sett váða
fúsan kapital í eitt skipið
fyri og annað eftir, í virki
har 2530 fólk arbeiða, og
nú seinast í oljuvinnuna.
Kjartan hevur verið við í
fleiri víðfevndum sam
felagsligum átøkum.
Granskingarleiðarin á
Granskingarkjarnanum í
evnafrøði og lívtøkni,
Lektari á Náttúruvísinda
deildini á Fróskaparsetri
Føroya, Hóraldur Joensen,
má vita, at kemur ein fram,
tað kenni eg frá mínum 37
árum í politikki, so krevst,
at ein tolir aftursvar.
Hvat er gransking
Her kann leggjast afturat,
at í Útvarpi Føroya vitsti
Granskingardepilin fyri
Økismenning at siga, at
um oljan fer longur upp,
liggur helst allur flotin.
Her skal ikki serlig
gransking til. Longu í
2002, seldi Kjartan Joen
sen skip, orsakað av ov
høgum oljuprísum, ávar
aði, og seinastu drúgvu
tíðina hava reiðarar ávarað.
Eingin ivi er í, at vit eiga
at fara at hyggja samfelags
bygnaðin nakað betur eftir
í seyminum. Vit hava frælst
vinnulív, tí hevði kanska
verið ein uppgáva fyri
Hórald at farið til verka á
privatum grundarlagi, nú
hann er so sannførdur um
livratøkuleistin.
Tað sær út til, at bara
telefyritøkan Ericsson nýtir
1 mia. kr. meiri til gransk
ing enn allur svenski ríkis
kassin. Men sjálvandi, rætt
er, her skal nógv arbeiði
leggjast í.
Sum fyrr nevnt, so verð
ur neyðugt við fleiri umfør
um av viðmerkingum
frameftir!
Fíggjarligu krøvinini til
landskassan eru ikki “ein
ans” trítalsmilliónaupp
hæddir, men í milliarda
flokkinum. Tey eru óenda
lig! Umbønir koma úr
øllum ættum.
Hóast hetta, eigur Hór
aldur ikki at vera so dimm
ligur og geva Føroyum
eyðkenni av einum “stríð
og splitskaddum pseudo
paradísi”, sum eingin vil
brúka síni góðu evni uppá
at búgva í. Men møguliga
kann grasið altíð tykjast
grønari hinumegin hegnið.
Stríð- og splitskadda pseudo-paradís Hóralds
Jógvan við
KelDu
Eisini fólksligt
onkuntíð takk
Hugsið stórt eisini í tí
politisku og sosialu
mentanini, sum eisini er
mentan í hinum norðurlondunum: Ímyndið tykkum at
Norðurlandahúsið er Norrøna sum siglir inn á
Bergensvág við kátum og forvitnum føroyingum at
halda 17. mai saman við norðmonnum (og seinni á
»Reykjavík«) (Seyðisfjørð) at halda 17. juni. So
fólksligt kundi Norðurlandahúsið eisini verið onkuntíð.
Farið av stað og verið t.d. í Íslandi og Noregi tá
tjóðardagur og val er. Ikki víst, at húsið var skralltómt
slík kvøld. Og so siglir Norrøna veruliga.
Norðurlandahúsið 25 ár
Gøta
sJúrður
Hansen
viðmerlingar