mánadagur 26. mai 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 26. mai 2008
33
Er tað veruliga so galið her
á landi, at ongin av okkara
politikarum sær skriftina á
vegginum??
Síggja teir ikki tann ovur
hondsstóra trupulleika, land
okkara er fer við at fáa??
Eg hugsi her um okkara
fiskiflota.
Skip aftan á skip koma í
havn og leggjast við kai –
og fara ikki út aftur.
Og hettar eru okkara
størstu og mest framkomnu
skip – trolarar, uppisjóv
arskip o.o.
Tey binda, tí tey ikki fáa
tað at hanga saman – or
saka m.a. tann dýra oljan.
Okkara fremstu línuskip
fáa ikki manning, m.a. tí
úrtøkan er ov lítil.
Meðan alt hettar hendir,
tosa okkara politikkara um
berghol – her og har – og
hettar er fremsta evni í
øllum tosinum.
Orsaka at eg eg sigi tað.
Men hettar er eitt
luksusproblem.
Veit eg stígi onkran á
tærnar, men okkara lands
stýrisfólk, Torbjørn Jacob
sen og Bjørt Samuelsen
áttu at arbeitt við hesum
trupulleika – og áttu at
tikið mest av teirra tíð.
Hvussu hjálpa vit okkara
vinnu – hvussu koma vit
burturúr hesum
trupulleika – og hvat skal
til, at okkara vinna kann
framhaldandi koyra og
geva yvirskot??
Eg havi ikki nakra
loysn, men tey eru vald til
at m.a. at finna útav
hesum. Hvat við at hyggja
at oljuavgjaldi ella okkurt
tílíkt. Eg veit tað ikki, men
okkurt má gerast.
Hettar átti at verið fremst
í teirra huga – og ikki um
tunnil skal gerast til Sand
oyar – og/ella Skálafjarða
tunnil – ella aðrir tunlar.
Hettar má og skal koma í
aðru rekkju.
Politikkara elska at tosa
um prioritering – raðfesting.
Nemliga – tað er rætt.
Men vinnan má og skal
liggja fremst.
Atli Dam, sáli, plagdi at
siga, at har ein hurð fór
aftur, lat altíð ein onnur
hurð seg upp.
Men her sær út til, at
hurðar bara verða lætnar
aftur og ongin letur seg upp.
So góðu politikkara.
Latið tunnilsprátið liggja
eina tíð – og farið í gongd
við at loysa tann stórsta
vandan, ið er frammi í dag.
Farið í gongd við at
hjálpa vinnuni.
Gera tit ikki tað, so steð
gar alt upp – og so kunnu
tit “skjóta ein gyltan píl”
eftir tunnlunum.
Hettar er ikki eitt ynski.
Hettar er eitt krav.
Skriftin á vegginum
josa@post.olivant.fo
Jógvan E. ósá
25. partur
Mika profeterar eisini um
Messias. Men tú
Betlehem, Efrata, sum so
lítið hevur at týða til at
vera millum túsund Juda!
Úr tær skal ein ganga
Mær út, sum skal vera
høvdingi Ísraels. Uppruni
Hansara er úr forðum, frá
fortíðardøgum.
Tí gevur Hann tey upp
til vanlukku inntil ta tíð,
táið hon, ið eiga skal,
hevur átt; og teir, ið eftir
eru av brøðrum Hansara,
skulu koma heimaftur til
Ísraelsmenn.
Hann skal í kraft
HARRANS, í høga navni
HARRANS Guds Síns,
standa og røkta fylgi Sítt;
og tey skulu sita í friði; tí
nú skal Hann vera stórur
líka at endum jarðarinnar
Mika 5,13.
Her er týðuligt , eins
og hjá t.d. Esaias kap.
sjey og níggju og
fimtitriðja, talan um
Jesus av Nazaret. Hesin,
sum kemur úr Betlehem,
er frá fortíðardøgum. Tað
var eisini tað, sum Jesus
segði við jødarnar um
seg sjálvan. Hann segði:
“Áðrenn Ábraham varð
til, eri Eg!” Jóh. 8,58.
Annars er at siga um
Mika at hann hevur sama
boðskap sum hinir. Vit
hava sæð, hvat hann talar
til Ísrael um teirra syndir.
Og fimti kap. endar við
at , Harrin skal hevna seg
á heidningafólkini, sum
ikki hava vilja hoyrt. Í
sætta kap. lesa vit um, at
Harrin hevur opinberað
menniskjum, hvat gott er,
vers 8. Sjeyndi kap.
byrjar við, hvussu spilt
fólkið er. Gudloysi ræður.
Men 7.9. vers ljóða
soleiðis:
Men eg skal skoða út
eftir HARRANUM, bíða
eftir Gudi frelsu mínar;
Gud mín skal hoyra meg.
Gleð teg ikki uppi yvir
mær, fíggindi mín! Um
eg so eri fallin, komi eg
aftur á føtur; um eg so
siti í myrkri, er HARRIN
ljós mítt.
Vreiði HARRANS skal
eg bera tí eg havi syndað
móti Honum inntil Hann
flytur mál mítt og hjálpir
mær til rætt mín; Hann
skal leiða meg út í ljós, eg
skal við gleði skoða
rættvísi Hansara. Mika 7,
79.
Tað ber til at óttast
Gud mitt í gudloysinum,
sum er rundan um
okkum. Og er man fallin,
so ber til at koma aftur á
føtur. Harrin skal leiða
tey út í ljós, sum kalla á
hann.
Næstur Mika er, sum
kunnugt, Nahum.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi
- ikki mannaorð um Gud
RichaRd
daniElsEn
Tá CHE samgongan var
skipað í februar í ár, var
hetta við høgum málum og
við bjørtum vónum.
Høgum málum og bjørt
um vónum um at útbyggja,
menna og gera íløgur í allar
tættir í einum framkomnum
og fjølbroyttum samfelag.
Høgum málum um at
flyta politiska fokus frá
skattalætta til tey sum eru
vælbjargað, til at bøta um
livikorini hjá sosialt
veikastu borgarunum í
samfelagnum.
Høgum málum um at nú
var liðugt at tosa um
útbúgving og gransking, til
at handla og satsa fíggjar
orku uppá at útbúgva fólk
okkara og veruliga at seta
ferð á gransking í Føroy
um, m.a. við at seta eitt
altjóða universitet á stovn.
Høgum málum um at
broyta kós á manglandi
mentanar politikkinum, til
nú at nýta pening til
mentan og list, og síggja
tað sum ein neyðug íløgu í
framtíð okkara.
Men hendan samgongan
setti sær eisini høg mál á
samferðsluøkinum, tunlar
og vegir um alt landið.
Samgongan er mitt í eini
tilgongd um hvussu alt
hetta skal kunna bera til,
men tingmenninir úr
Sandoynni hótta og
trampa í gólvið, rópa og
garta um hvat skal vera
fyrst. Tað kundu vit øll
gjørt, vit hava øll okkara
serynski, men trúgvi ikki
vit komu nærri eini loysn
tann vegin. Einasti vegur
er at gera hetta í felag.
So mín niðurstøða er
greið, forkoma Páll og
Gerhard samgonguni, for
koma teir eisini tunlinum
til Sandoynna á hesum
sinni. Kunna sandoyingar
liva við tí? Kunna Páll og
Gerhard liva við tí?
Forkoma Páll og
Gerhard samgonguni
- forkoma teir eisini
tunlinum til Sandoynna
hEidi PEtERsEn
Flest allir føroyingar
gremja seg í hesum
døgum, av tí at oljan er
blivin so hundadýr, at hon
slær botnin undan
vælferðini í samfelagi
okkara.
Reiðarar leggja skipini,
tí tað loysir seg ikki
fíggjarliga at fiska,
orsaka av høgu
oljuprísunum. Okkara
høðusvinna svøltar.
Føroyska livibreyðið
verður við skerdan lut til
skaða fyri alt samfelagið.
Flest allir føroyskir
politikarir eru í døpurhuga
av negativu gongdini. Inn
ast inni tó glaðir yvir at
oljuavgjaldið og mvg av
olju hóast alt dagliga økist,
so einvegis pengastreymur
in í landskassan støðugt
veksur, og vit vónandi fram
yvir hava nakrar krónur at
bora unditsjoatunnlar fyri,
til gagns fyri at sitandi
samgonga kann verða lív
lagað. Men tá krubban
tømist, bítast hestarnir....
Slíkt møsn kundi verið
sagt eitt sindur ørvísi: Tit
klára ikki at halda tey
lyftir, tit lovaðu. Tit orka
ikki at eta bitan, tit fingu
tykkum undan valinum. Og
fylgjurnar eru hareftir. Fyri
ikki at verða skírdir orðl
oysingar hava tit nú givið
misfostrinum søtmeti á
tátuna, so arbeiðsfriður
vónandi aftur valdar á
politiskum plani til kom
andi ólavsøkutingsetu.
Harmuligt hóast alt, at
ikki verður hugsað meir
um bleytu virðini í relatión
til slíkar undirskotsforrætn
ingar. Er samgongan ikki
meira verd enn so, hevði
tað verið nogv betur um
hon var deyðfødd. Tit áttu
at tikið í egnan barm og
latið undirsjóartunlar ligið
til privata fyritaksemið og
havt meira
samfelagsfremjandi hugs
unarhátt. Er tað nú so, at
ein undirsjóarverkætlan er
burðardygg, so lat fyri
taksemið fara á privatar
hendur. Lat “Darwins
doktararitgerð” koma til
sín rætt í júst hesum máli.
Hugsið meira um bleytu
virðini, tí her er nógv at
tríva í. Um ikki so gev
skarvin yvir, meðan væl er.
Oljan dýrkar - og hvat so?
hJalmaR n.
PoulsEn
Sang Steintór Rasmussen
í Læraraskúlahøllini í
kvøld, nú
Tjóðveldisflokkurin fyllir
60 ár. Fyrstu ferð
Tjóðveldisflokkurin
stilllaði upp hevði hann
tveir tingmenn, og í dag
er hann størsti flokkur á
tingi. 8 tingfólk og
einasta tingmanning við
javnstøðu bæði í ting og
landsstýrismanning. Hetta
er at fegnast um, hóast
ynskiligast kortini hevði
verið, at als eingin tørvur
var á Tjóðveldi, tí vit
høvdu rokkið málinum um
eitt frælst Føroyaland. Men
so er ikki – ikki enn!
Seinastu tíðina hevur
kjakið í stóran mun snúð
seg um tunnlar. Fari ikki at
nýta orku upp á tað kjakið
júst her, men lata arbeiðs
bólkin fáa arbeiðsfrið fram
til ólavsøku. Og vit vita jú
øll, at almikið av øðrum
álvarsmálum og íløgum nú
mugu fáa rúmd í kjakinum
eisini.
Tað sum ger meg upp
lyfta nú í kvøld, eru merg
jaðu røðurnar og tónleik
urin, eg legði oyrað til á
kvøldsetuni í læraraskúla
høllini í kvøld í samband
við 60 ára føðingardagin.
Í kvøld savnaðust vit um
felagsmál okkara –
LOYSING!
Tað gleðir meg, styrkir
meg og fløvar meg, tá vit
tosa um tað sum bindur
okkum saman, heldur enn
tað sum skilur okkum.
Fjølbroytni er ein av okk
ara størstu styrkjum.
Hvussu varð vorðið her á
landi, um øll hugsaðu júst
sum tú ella eg? Fínasta
slag, eina tíð, men í
longdini lítið mennandi,
ikki so? Nei, framburður
og menning finnur stað, tá
vit hóast fjølbroytni, ólíkan
hugburð og hjartamál evna
at koma framá.
Men gakk sum tað kann
vera trupult!
Beint nú fegnist eg um
mergjaða íblásturin eg fekk
í kvøld, meðan eg hugsi
um, at eg gleði meg at
sleppa at arbeiða við nøkr
um av teimum málunum
sum eg sakni SO at tríva í!
»Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar«
BERgtóRa
høgnadóttiR
JoEnsEn
viðmerlingar