mánadagur 26. mai 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 98 - 26. mai 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Russar illir
um oljuprísin
Eins og aðrastaðni eru
oljan og benzinið dýrkað
nógv í Russlandi, og um
vikuskiftið mótmæltu fólk
um alt landið teimum
stóru príshækkingunum.
Útvarpsstøðin Ekko sigur,
at í Sankta Pætursborg
legði løgreglan uppí, og
minst 30 mótmælandi bil
førarar vórðu tiknir. Sam
bært almennu hagtølunum
eru oljan og benzinið
dýrkað 10 prosent í Russ
landi síðani á nýggjárin
um, og nógvir russar
undrast á, at russiski
oljuprísurin skal fylgja
prísinum aðrastaðni, tí
Russland
er
heimsins
n æ s t s t ø r s t a
oljuframleiðaraland. Teir
halda tí, at landið kundi
stýrt sínum egna prísi.
Tey, sum mótmæltu um
vikuskiftið, vístu í hesum
viðfangi á, at umleið 70
prosent av tí, sum oljan
og benzinið kosta, fer
beinleiðis
í
russiska
ríkiskassan sum avgjøld
av ymsum slagi.
Gamal
fjallmaður
Í síðstu viku var ein maður
á Mount Everest fyri 18.
ferð, og so ofta hevur
eingin annar verið á
heimsins hægsta fjalli.
Um vikuskiftið varð aftur
eitt met sett á fjallinum.
Tað hendi, tá embætis
menn í Nepal kunngjørdu,
at tann 76 ára gamli Min
Bahadur Sherrchan var
komin
upp
á
tindin.
Sambært
embætis
monnunum er hann elsti
maður, sum hevur verið á
Mount Everest, og hann
var væl fyri og í góðum
hýri, varð sagt. Tað gamla
metið sum tann elsti á
Mount Everest setti ein
71 ára gamal japani í fjør.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
útlond
Teir nógvu eftirskjálvt
arnir økja vandan
fyri, at tær stóru
byrgingarnar í Kina
skulu skrædna og elva
til stóra vatnflóð
Aftur í gjár var ein eftir
skjálvti í Sichuanlandspart
inum. Hann var 5,8 á
Richterstiganum , og tað
var nóg mikið, til at háhús
sveiggjaðu, skrivar AP.
Teir kinesisku myndug
leikarnir viðgingu á tíðinda
fundi í gjár, at teir hugsa
meiri um tær stóru byrging
arnar í Sinchuan, tí kann
ingar hava víst, at ikki færri
enn 69 byrgingar kunnu
skrædna, um eftirskjálvt
arnir halda fram. Vandin
gerst uppaftur størri teir
næstu dagarnar, tí veður
menninir siga frá meiri
avfalli, sum fer at leggja
uppaftur størri trýst á byrg
ingarnar.
Almenna talið á deyðum
eftir tann harða jarðskjálvtan
í Sinchuan er farið upp um
60.000, men meiri enn
20.000 onnur eru ikki
komin afturíaftur.
Við hjálp frá millum
annað danskari tøkni
skal Phoenix kanna,
um nakað tekin um
lív er at finna á teirri
reyðu gongustjørnuni
Starvsfólkini hjá ameri
konsku rúmdarumsitingini
NASA sótu sum á nálum
um midnáttarleitið í gjár
kvøldið. Rúmdarfarið Phoe
nix var á veg niður ímóti
Mars eftir at hava ferðast
679 milliónir kilometrar frá
Jørðini teir seinastu tíggju
mánaðirnar.
Eitt radiotekin skuldi siga
frá, um farið hevði sett seg
í
øllum
góðum,
og
spenningurin var stórur teir
umleið 15 minuttirnar, sum
tað tekur einum radiotekini
at ferðast frá Mars til
Jørðina.
Klokkan
00.53
komu boðini:
- Phoenix hevur
sett seg
NASA
hevði
fyrireikað
ferðina væl og hevði millum
annað tikið nógvar myndir
av
lendingarstaðnum,
tí
vandi kundi vera fyri, at
Phoenix koppaði, tá tað
kom niðurat. Lendingar
staðið er í Vastitas Borealis,
sum
er
norðarlaga
á
gongustjørnuni og nakað
norðari, enn Føroyar eru á
Jørðini. Vísindafólk halda,
at hetta økið hevur verið
havbotnur eina ferð í tíðini,
og kanningar hava bent á, at
ísur kann vera beint undir
skorpuni.
Leitar eftir lívi
Phoenix skal taka fleiri
royndir av Mars. Rúmdar
farið hevur serligar armar,
sum tað kann grava við, og
umborð eru tól, sum kunnu
kanna tilfarið og senda
úrslitið niður á Jørðina. Tól
ini kunnu eisini staðfesta,
um nakað tekin er um liv
andi ella deyðar smáverur.
NASA roknar við, at tól
ini umborð á Phoenix fara
at virka í tríggjar mánaðir,
eftir at farið hevur sett seg,
men hinvegin er tað ikki
óhugsandi, at tey kunnu
virka í fleiri ár, verður sagt.
Okkurt av tólunum er gjørt
í Danmark.
Phoenixverkætlanin
hevur kostað meiri enn tvær
milliardir krónur.
Phoenix leitar eftir lívi á Mars
69 byrgingar kunnu skrædna
Fleiri av byrgingunum í Sinchuan eru stórar
(Mynd: AP)
Hetta er ein av teimum fyrstu litmyndunum, sum Phoenix sendi frá Mars í nátt
(Mynd: NASA)
Mount Everest er 10 ferðir
hægri enn Slættaratindur
(Mynd: Reuters)