mánadagur 26. mai 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 26. mai 2008
35
Vit hava hitt Randi
Joensen av Tvøroyri,
sum í dag býr í
Ishøj sunnan fyri
København. Randi er
uppvaksin á Tvøroyri
og hevur gingið í
fólkaskúla og HF har.
Hon hevur arbeitt á
flakavirkinum, men
fór til Havnar at
ganga á læraraskúla.
Vit hava valt hana, tí
hon er dømi um eina
kvinnu, sum hevur
fingið sína útbúgving
í Føroyum, men hevur
valt at búseta seg og
arbeiða í Danmark
– Vit vóru tvær vinkonur,
sum ikki vóru bundnar av
familju og øðrum, og høvdu
hug at royna at búgva í Dan
mark. Vit fóru avstað við
einum kufferti, og eg tonkti,
at flúgvarin flýgur báðar
vegir. Verður tað ikki gott í
hesum stóra landinum, so
fari eg bara heim aftur.
Vit komu at búgva til
framleigu úti á Oyrasunds
kollegiinum, sum næstan er
sum ein føroysk bygd í stor
býnum. Vit føldu okkum
heima, vit kundu snakka
føroyskt hvønn dag, og
eisini fara út og snakka
danskt og vera millum
danskarar.
Eg fekk arbeiði á einari
medicinalfyritøku tætt við
har sum vit búðu, og har
arbeiddi eg eitt hálvt ár. Tað
fashineraði meg, at nógvir
danskarir kundu brúka hálv
ar og heilar tímar uppá
transport.
“Eg bleiv vikar
‘med delvist fast
skema’ á Skt. Annæ
Gymnasium í Valby”
Eg fekk mítt fyrsta lærara
jobb, og bleiv vikar ‘med
delvist fast skema’ á Skt.
Annæ Gymnasium í Valby.
Og tað var ótrúliga spenn
andi.
Har var eg eitt hálvt ár.
Men so ein penan várdag
kom vinkonan heim so glað
og tosaði um jobb í Grøn
landi. Vit søktu, fóru til
samtalu í grønlendska hús
inum í Keypmannhavn. Tað
var í fínasta ordan, arbeiði í
sama býi og hvør sína íbúð,
og so fóru okur avstað uppá
eina 3ára kontrakt til Grøn
lands.
»Smátt, myrkt
og kalt og totalt
isolerað«
Eg tonkti, at nú havi eg
klárað 27 ár í Føroyum, so
kann eg væl eisini klára 3
ár í Grønlandi. Men tað
kláraði eg ikki so væl. Tað
var næstan beinanvegin, tá
ið eg kom har, at eg føldi,
hvat geri eg her? Hetta er
bara slett ikki eg.
Tað var smátt, myrkt og
kalt og totalt isolerað. Tú
kundi ikki seta teg í ein bil
og koyra til grannabýin. So
eg breyt mína kontrakt, og
fór til Danmarkar aftaná
eitt ár.
»Eg føldi, at tað
var stuttligari at
vera í Danmark
enn í Føroyum«
Var nøkur serlig orsøk til at
tú ikki fórt til Føroyar
aftur?
Ja, eg hevði verið eitt ár í
Danmark, og eg føldi, at
tað var stuttligari at vera í
Danmark enn í Føroyum.
Og tá lukkaðist at fáa eina
íbúð her í Ishøj, og tað var
fantastiska gleðiligt. So
fekk eg eisini arbeiði, sum
eg kundi cykla til uppá 5
minuttir.
»Tá vit fluttu hertil,
stóðu massar av
góðum føroyingum
klárir at hjálpa«
Tað føroyska sociala net
verkið er ótrúliga gott. Tá
vit
fluttu
hertil,
stóðu
massar av føroyingum klár
ir at hjálpa. Tað føroyska
netverkið vildi eg ikki verið
fyri uttan. Men so koma har
aftrat nógvir danskir vinir
og kenningar. Ótrúliga fitt
fólk, sum hava verið góð
við míni børn og hjálpt
nógv.
Men so er spurningurin,
hvar hevur man fingið tað
inntrykkið frá, at danskarir
eru eitt lukkað fólkaslag,
sum ikki blanda seg. Hvað
an hatta inntrykkið er kom
ið, tað veit eg ikki, men tað
er so bestemt ikki tað eg
havi upplivað.
»Hví tað skal vera
synd í børnunum
at vera í Danmark?
Tað er eitt gott
land at búgva í«
Hevur tú nakrantíð hugsað
um, at flutt til Føroya aftur
fyri at seta búgv har?
Ja, eg havi tonkt uppá
tað. Serliga tá børnini vóru
lítil. So blivu vit eisini ávirk
aði av øllum, sum spurdu
hvørja ferð vit vóru í Føroy
um við børnunum: »Kom
heim og búgv við teimum,
tað er synd í teimum at vera
í Danmark«. Men hví tað
skal vera synd í teimum at
vera í Danmark? Tað fati eg
ikki. Tað er eitt gott land at
búgva í. Eg dámi, at tingini
fungera her, og tað trívist
eg við!
»Her trívist eg væl
við, at nógv ting
lata seg gera«
Eg havi prøvað onkuntíð, tá
eg eri komin heim til Føroy
ar og skal suður við Smyrli,
og so situr tú har og veit, at
hann skal sigla hálvgum
seks, men klokkan blívur
seks og sjey og hálvgun
átta, og tú situr bara har. Og
hann liggur enn í Havn.
Tað var eingin, sum segði
nakað um, hví einki hendi,
hví hann ikki fór. Passag
erarnir hugdu bara spyrjandi
uppá hvønn annan og eingin
visti nakað. Her trívist eg
væl við, at nógv ting lata
seg gera, um man vil.
Í Føroyum verður tosað
nakað um, at fólkatalið
stendur í stað. Heldur tú at
tað er búskapurin, sum er
avgerandi fyri, um fólk
støðast ella ikki?
Fyri mítt viðkomandi hev
ur tað ikki verið avgerandi.
Støðan í Føroyum hevur
verið góð hesi seinni árini,
men eg havi allíkavæl valt
ikki at fara heim. Og fyri
míni vinfólk trúgvi eg
heldur ikki, at akkurát tað
hevur nakað at siga. Tey eru
framvegis her.
Fólk trívast her! Tað eru
nógv fólk, sum trívast væl í
hesum landinum. Tað er
størri, tað eru fleiri møg
uleikar. Og allíkavæl er tað
ikki størri, enn tú kann
yvirskoða tað. Tú blívur
ikki vekk í mongdini. Ting
lata seg gera uppá ein annan
máta!
Tingini skulu fungera
Í dag: Randi Joensen
Randi Joensen av Tvøroyri býr í Ishøj
sunnan
fyri
København.
Randi
er
uppvaksin á Tvøroyri og hevur gingið í
fólkaskúla og HF har og útbúgvin lærari í
Havn. Hon er soleiðis eitt dømi um ein
føroying, sum hevur fingið sína útbúgving
í Føroyum, men hevur valt at búseta seg
og arbeiða í Danmark
Hvørja ferð vit vóru í Føroyum við
børnunum, søgdu øll: »Kom heim og
búgv við teimum, tað er synd í teimum at
vera í Danmark«. Men hví tað skal
vera synd í teimum at vera í Danmark?
Tað fati eg ikki. Tað er eitt gott land at
búgva í. Eg dámi, at tingini fungera her,
og tað trívist eg við, sigur Randi Joensen.
Útisetar í Sosialinum
Fólkatalið stendur í stað, nógv fólk flyta
niður og búsetast í Danmark ella aðrastaðni.
Hvørjar tankar hava hesi fólk haft í samband
við flytingina og tað at búgva í Danmark. Rolf
Guttesen hevur fyri Sosialin hevur spurt ymisk
fólk um teirra áskoðan.
Rolf Guttesen
Útisetar