Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 98 - 26. mai 2008 lýsingar :/29z2; .oYl1URRGLOXO :RLKRRG 'RUNDĆKIċERUMLEIċFERMETRAR(ÑSINIERUÄTRIMUMHäDDUM-IċHäDDOGKJALLARIERUUMLEIċFERMETRARHVĆR OGOVASTAHäDDINERUMLEIċFERMETRAR ¤MIċHäDDERU+ĆKUR SPÄSISTOVA STOVA GROVKĆKUR SPÄSKAMAR GANGUR WCOGEITTSOVIKAMAR ˜LOFTINUMERU4RÔKĆMUR BAċIVERILSIOGLOFTSSTOVA ¤KJALLARANUMERU+JALLARARÑM HJALLUR VASKIRÑMOGFÔRRÑM GANGUROGEITTSTÊRTKAMAR (ÑSINIERUFR¸4AKIċERNÔTT KLäDNINGUROGVINDEYGUERUSKIFT¸TVEIMUMSÄċUM2ESTINERUNDIRUMVäLINGOGVERċURLIċUGTÄJUNI "ILHÑS¸FERMETRAR3TÊRTERASSAERVESTUREFTIROGVAKURURTAGARċUR "OċUNDIR MIÊKRHAVAONGAN¸HUGA ]]]NPKSSKYOJKJQYO\EPUKTYKT Sethús til sølu Talan er um sethúsaognina matr. nr 482, Klaksvík, ið liggur Kirkjubrekka 2, 700 Klaksvík. Sethúsini eru umleið 150 m2 og nýliga renoveraði. Íbúð er í kjallarahæddini. Sethúsini liggja í miðbýnum í Klaksvík, men samstundis er frítt út til fríøkið við Vágstún. Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við skrivstovuna fyri at síggja sethúsini. Bryggjubakki 22 Postsmoga 106 110 Tórshavn tel: (+) 298 359595 fax: (+) 298 359596 T-postur: advokat@advokat.fo Vit kunnu ikki lova tær, at tú fært heimsins bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær ymsu útbúgvingarnar raðfestast? Men ert tú áhugaður í samfelagsviður- skiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí privata vinnulívinum, kunnu vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, sum tú ikki fært betri á hesum øki. Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum og óhátíðarligum umhvørvi. Rasmussen & Weihe er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 1968. Umframt at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økj- um, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m. Umframt høvuðsskrivstovuna í Tórshavn hava vit eisini skrivstovu í Saltangará. Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møguleikar í framtíðini. Sjálvt um vit tilætlað gera alt fyri at varðveita okkara góða og óhátíðarliga arbeiðsumhvørvi, má ásannast, at grann- skoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál. Endamálið við grannskoðan er at gera tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna upplýsingar frá einum virki til umheimin. Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar eru rættvísandi. Í hesum sambandi er neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera eina átekning. Í okkara arbeiði verður tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan ymisk øki, og hartil krevst eisini bæði teoretisk og praktisk vitan. Lóggávan setur stór krøv til fakliga støð- ið hjá einum grannskoðara, men innan- hýsis setur felag okkara enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum gran- skoðara. Hann skal m.a. vera ábyrgdar- fullur, álítandi, trúverdur og skilja týdn- ingin av tagnarskylduni. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska út- búgving og starvsvenjing – sigast má tí beinanvegin, at neyðugt er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak. Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast so skjótt og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð. Hetta setur síni krøv til starvsfólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart, men eisini spennandi. Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú vart/ert millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær og hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum. Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Vit geva tær møguleika fyri eini bú- skaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á sama støði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni. Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella líknandi sum fulltíðarlesandi í t.d. Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kanst tú fáa farloyvi, og kanska kunnu vit útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum. Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri. Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2008), men longu í juni mánaði kunnu vit gera eina setanaravtalu. Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Ole Guldborg Nielsen ella Hans Laksá. Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2008. Rasmussen & Weihe · PO-box 30 · FO-110 Tórshavn · Tel. +298 35 17 00 Fax +298 35 17 01 · rasmussen@rasmussen.fo · www.rasmussen.fo International Worldwide Cooperation Lærupláss / Grannskoðan – Heimsins besta útbúgving? i Lesið Sosialin